fríggjadagur 26. mars 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Fótbóltur 2010
Sosialurin
NSÍ
Ein dyst í seinn. So fáa vit at síggja, hvussu
langt tað ber. Hetta var niður lagið hjá NSÍ
liðformanninum, Óla Hansen, í 2007, tá ið
NSÍ fyri fyrstu og higar til einastu ferð vann
FM-heitið.
Síðani FM-heitið hevur tað verið, sum
tað so ofta hevur verið nógvu tey sein astu
árini. Teir gulu og svørtu í Runavík hava verið
akkurát ov stuttir at vinna heiðursmerki. NSÍ
endaði á fjórða plássi í 2007 og í 2008 ella
á sama plássi, sum NSÍ endaði á í 2005 og
2003.
Onkuntíð hevur fjórða plássið kenst sum
eitt vónbrot. Soleiðis verður tað neyvan í
ár. Sjálvandi droyma teir í NSÍ um at vinna
heiðursmerkir og at endur vinna FM-heitið,
men setningurin hjá venjaranum, Paula
Poulsen, er stórur, tí lyklaspælarar í øllum
ketum eru burtur.
Mest eyðsýnt er tað, at Óli Hansen er
burtur. Liðformaðurin seinastu ár ini hevur
sett skógvarnar á hillina, og harvið skal
nýggjur maður spælast inn á plássið við
síðuna av Johan Troest Davidsen, sum nú
er verjuálit saman við Einari Hansen og
Jónhardi Frederiksberg. Jens Joensen hevur
royndir á besta liðnum, og aðrir blað ungir
verjuspælarar eru Per Langgaard, Magnus P.
Sørensen og Monrad H. Jacobsen.
Á miðvøllinum er saknurin stórur í
landsliðsspælaranum Boga Løkin. Holini
eftir hann eru fleiri, tí Bogi er góð ur bólt-
spælari, stríðsmaður og mál søkin. Jann
Ingi Petersen er mið vall ar stýrimaður.
Stríðsmaðurin Ólavur í Ólavsstovu, sum í
fjør var nógv skaða darvaður, er komin úr
HB, og Erland B. Danielsen, sum somuleiðis
var nógv skaðadarvaður í fjør, er komin
úr KÍ. Saman við honum úr Klaksvík eru
komnir brøðurnir Heðin og Odd mar á
Lakjuni. Aðrir kandidatar til miðvallar pláss
eru fleiri, sum eru upp aldir í felagnum:
Debes Danielsen, Jann Martin Mortensen,
Jústinus R. Hansen, Andreas á Líknargøtu,
Viggo Hansen, Árni Frederiksberg og
Jóannes Hansen.
Málverjin, Meinhardt Joensen, er eisini
flogin úr NSÍ. Nýggjur málverji er Andras
Gango. Í fremstu røð er Christian Høgni
Jacobsen nýggjur lið formaður. Karoly
Potemkin, sum við hvørt hevur verið sera
málsøkin, er framvegis í Runavík, og
Klæmint A. Olsen er annað boð upp á pláss
í fremstu røð.
Eingin ivast í, at evnini eru góð.
Spurningurin er, hvussu skjótt tað fer at
eydnast at finna røttu samansetingina og
harvið røttu javnvágina. Um tað eydnast
skjótt og væl, so nýtist tað ikki at vera
nakar trupulleiki hjá Paula Poulsen og
hansara monnum at endurtaka úrslitið tvey
tey seinastu árini. Óli Hansen er ikki longur
á liðnum, men ungu menninir minnast
sjálvsagt vendingina, sum sigur, at teir skulu
taka ein dyst í senn!
Málverjar
Andras Gango (UNGARN)
Kristian Joensen
Verjuspælarar
Per Langgaard
Magnus P. Sørensen
Jens Joensen
Jóhan Troest Davidsen
Einar T. Hansen
Jónhard Frederiksberg
Monrad H. Jacobsen
Miðvallarspælarar
Jann Martin Mortensen
Jústinus R. Hansen
Debes Danielsen
Jann Ingi Petersen
Ólavur í Ólavstovu
Erland Danielsen
Andreas á Líknargøtu
Heðin á Lakjuni
Viggo Hansen
Árni Frederiksberg
Oddmar á Lakjuni
Jóannes Hansen
Álopsspælarar
Karoly Potemkin (UNGARN)
Christian Høgni Jacobsen
Klæmint A. Olsen
Venjarar
Pauli Poulsen, venjari
Bogi Lervig, hjálparvenjari
Tilgongd:
Andras Gango, Per Langgaard,
Magnus P. Sørensen, Debes Danielsen,
Ólavur í Ólavstovu, Erland Danielsen,
Andreas á Líknargøtu, Heðin á Lakjuni,
Viggo Hansen, Árni Frederiksberg,
Oddmar á Lakjuni og Jóannes Hansen
Frágongd:
Meinhard Joensen, Óli Hansen,
Sjúrður Jacobsen, Øssur Dalbúð,
Høgni Madsen, Hjalgrím Elttør,
Filip Jacobsen og Bogi Løkin
Nes Sóknar Ítróttarfelag
Stovnað: 24. mars 1957
Formaður: Sølvi Reinert Hansen
Meistari (1): 2007
Steypavinnari (2): 1986, 2002
Greipuvinnari (0): Ongantíð
Í bestu deildini (25 ár): 1976, 1979, 1984-1988,
1991-1992, 1994-1995, 1997-
Í Europa (6): 2003, 2004, 2005, 2007, 2008, 2009
Nes Sóknar Ítróttarfelag
www.nsi.fo
HópuriN 2010
Stór hol skulu fyllast
Møguleiki er hjá nýggjum spælarum at stríða seg til fast
pláss, nú NSÍ-veteranar í øllum ketunum eru burtur