Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-26, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mars 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 60 - 26. mars 2010 lýsingar Í miðbýnum | Tel. 32 13 00 -30% Næstan ALT Páskatilboð Í miðbýnum | Tel. 32 13 00 Sosialurin / KvR 34 18 00 Kom inn á gólvið og ger Kvettið Kom inn á gólvið og ger Kvettið Galdandi frá mikud. 24/3 til mikud. 31/3 2010 Akstovan | Hoyvíksvegur 57 | Postsmoga 3206 | FO-110 Tórshavn Tel +298 35 04 00 | Fax +298 35 04 01 | www.akstovan.fo | akstovan@akstovan.fo SkrivSTOvuFólk Atkstovan søkir eftir skrivstovufólki til Koyrikortdeildina at seta beinanvegin. Talan er um eitt fast starv, ið er skipað sum eitt fulltíðarstarv Uppgávan uppgávan fevnir m.a. um: • Avgreiðslu av viðskiftafólki og telefonavgreiðslu • Skráseting og framleiðslu av koyrikortum • Umsiting av tíðum til ástøðis- og koyriroyndir • Málsviðgerð • Postavgreiðslu • Kassauppgerð Førleikakrøv Vit hugsa okkum ein persón við skrivstovu- útbúgving, HH ella tílíkari útbúgving og royndum við arbeiði á skrivstovu. Dentur verður lagdur á, at ein hevur góð samstarvsevni, er fyrikomandi og dugir at arbeiða undir trýsti. Tað er ein treyt, at ein hevur kunnleika til at arbeiða við teldu. Setanartreytir Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og Starvsmannafelagið. Starvs- setanin hoyrir undir Innlendismálaráðið við tilhoyrandi stovnum, umframt Løgmans- skrivstovuna og onnur aðalráð. Upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Tórunn S. Miðberg, deildar- leiðara, á telefon 350 418. Umsóknir við møguligum prógvum og viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 29. mars 2010. Akstovan er stovnur undir Innlendismálaráðnum og hevur sum endamál at fremja akfaratøkniligar kanningar og akfaraeftirlit, stíla fyri koyriroynd- um, útvega fólki koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita akfaraskráseting, skráset- ingargjøld og vegskatt. Umframt høvuðsdeildina í Tórshavn, hevur Akstovan sýnsdeildir um alt landið. Á Akstovuni starvast 21 fólk. til koyrikortdeildina www.torshavn.fo Almenna byggisamtyktin Uppskot til broyting í ásetingunum fyri umráðispartarnar D1 í 1. grundumráði, kap. IV, §22 Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 18. mars 2010 samtykti broyting í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu. Ætlaða broytingin í almennu byggisamtyktini er, at ásetingarnar í kap. IV, § 22, verður broytt soleiðis at nýtt soljóðandi stk. 2 verður sett inn. 2. Bygging í D1 kann bert loyvast sambært serstakari byggisamtykt, sum er í samsvari við stk. 1. Tilfar, sum lýsir ætlaðu broytingina, liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum frá 29. mars til og við 19. apríl 2010, frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00, hósdag tó til kl. 18.00. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 10. mai 2010. tórshavnar kommuna