fríggjadagur 26. mars 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fótbóltur 2010
Sosialurin
Vil spæla á
hægsta stigi
Heðin á Lakjuni heldur, at hann eigur enn
nøkur góð fótbóltsár eftir í sær, og tí valdi
hann at skifta til NSÍ og Vodafonefótbólt
Tað verður ógvuliga hart hjá
okkum, men málsetningurin er at
enda millum fýra tey ovastu liðini
Metingin
Síðani NSÍ vann meistaraheitið í 2007, hava útskiftingarnar verið stórar á
liðnum, so hvørt ár eru tað nýggir lyklaspælarar, ið skulu lyfta og bera liðið fram.
Á pappírinum sær hópurin út til at vera viknaður, men kortini er blandingin av
royndum og yngri spælarum rímiliga góð, so helst verður tað aftur í ár eitt avrik,
ið akkurát røkkur til eitt pláss millum fýra tey bestu.
Heðin á Lakjuni er sera fegin um, at
hann valdi at fara til NSÍ. Við sær til
Runavíkar hevur Heðin eisini yngra
bróðurin, Oddmar. – Eg kenni meg væl
móttiknan í Runa vík. Fólkini eru sera
fitt og fyrikomandi her, greiðir Heðin
frá.
Spurdur um, hvør ambisjónin er,
svarar hann: – Tað er fyrst og fremst at
sleppa at spæla í Vodafone deildini.
Heði n dylur heldur ikki, at tað telur
eisini uppeftir, at NSÍ skal royna seg í
undankappingini í Europa League, og at
fel ag ið á eystara armi á Skálafjørðinum
hevur verið millum tey fremstu feløgini
í bestu deildini tey seinnu árini.
– Eg eri ikki elligamal í fótbóltshøpi
enn, men eg veit ikki, hvussu mong ár
eg kann spæla aftrat í bestu deildini,
so eg taki eitt ár í senn nú, sigur Heðin,
sum er føddur í 1978 – sama ár, sum
NSÍ vann gomlu 2. deild á øðrum sinni.
Fjórða felagið
Heðin er vanur við stór fótbóltsfeløg
í Føroyum. Hann hevur roynt seg á
besta liðnum hjá bæði KÍ, HB og B36,
og hevur hann vunnið greipuna í øllum
trimum feløgunum, sum er eitt staðfest
føroyskt met.
Spurdur um hvussu hann metir NSÍ
verða sum felag í mun til HB, KÍ og B36,
svarar Heðin: – NSÍ er eitt stórt felag.
Teir hava ligið í oddinum í eitt áramál,
so vit tosa avgjørt um eitt stórt felag,
sum hevur ein stóran limaskara.
Heðin metir, at tað hevur gingið
rímu ligt í venjingardystunum, har
venjarin, Pauli Poulsen, hevur gjørt
nógvar ymiskar dispo sisjónir og hevur
brúkt allar spæl arar, og Heðin hevur
spælt bæði á bakkplássinum og á
vinstra vongi í venj ingar dystunum. Tá
talan er um úrslit, hevur bæði gingið
upp og niður, men soleiðis er tað so ofta
í hesum dystunum.
Samanborið við farna kappingarár, er
hópurin hjá NSÍ rættiliga øðrvísi saman
settur, men Heðin á Lakjuni heldur, at
tað hevur gingið væl at samansjóðað
liðið, bæði á vøllinum og uttanfyri:
– Tað gongur rætta vegin við tí. Eg
haldi, at tað hevur stórt sæð gingið
væl hes um viðvíkjandi. Vit eru byrjaðir
at spæla rímuliga væl á vøllinum. Vit
standa saman um uppgávuna, bæði á
vøllinum og uttan fyri vøllin, staðfestir
hann.
Væntar harða kapping
Tá tosið kemur inn á komandi kapp
ingina, væntar Heðin, at tað verður ein
hørð kapping:
– Verður hugt at liðunum í Voda
fone deildini í ár, so stendur helst øllum
greitt, at talan verður um eina harða
kapping um fýra tey ovastu plássini. Eg
meti sjálvur, at tað kann gerast eitt stríð
millum sjey lið um at røkka fýra teimum
ovastu plássunum, sigur klaksvíkingur
í Runavík.
– Tað verður ógvuliga hart hjá
okkum, men málsetningurin verður
at enda millum fýra tey ovastu liðini,
sigur Heðin, sum gleðir seg til tær
mongu grannauppgerðirnar, sum NSÍ
skal royna seg í. Og hann gleðir seg
serliga til grannauppgerðirnar millum
NSÍ og B68, ið altíð hava verið nakað
heilt serstakt.
Tey seinnu árini hevur Heðin ikki
verið nógv inni í landsliðshitanum, men
hevur hann eitt gott kapp ingarár og fær
møguleikan, er hann aftur til reiðar at
stríðast fyri land sítt á leikvøllum kring
Europa.