leygardagur 5. januar 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 3 - 5. januar 2002
Nr. 3 - 5. januar 2002
3
Við vónum bjørtum varð árið byrjað
og lukka havsbrúnni lýsti í,
á aldum spældi sær morgunroðin,
so fagurt litaði bø og líð.
Ein ungur maður seg leit í kring
so glaður var um Guds sjónarring.
Frá barni av var hann eygagóður
og vinur við alt á hesi jørð.
Í bø og haga so lættur, fróur,
tá sólin hitaði land og fjørð.
Ein lítil drongur so fimur rann,
við hundinum, meðan dagur svann.
Sum ungur drongur so væl hann royndist,
so trúfast mongum hann rætti hond.
Í spæli, arbeiði, altíð fúsur
frá fjallatindi til fjørustrond.
Ein vakur unglingi reystur gekk,
frá mongum manninum tøkk hann fekk.
Til mans hann kom, royndist sera treystur
og stuðul bleiv fyri heim og bygd.
Hann seyðin røkti og vísti hegni,
tók á seg ábyrgd og vísti dygd.
Ein álitsmaður á alistøð,
í hagastýri og grønum bø.
Í manndómi, blíður, hjartagóður,
at lætta um, har ið tung var leið.
Hjá faðir, móðir, ein dyggur stuðul,
frá systrum, bróður, hann aldri gleið.
Ein rættur maður, tók mangt eitt tak
at fjálga um har, sum bert var bak.
Ein ungur maður í kring seg lítur
nú morgunroðin so vakur er.
Hann brosar eymligt til sína kæru
- men bráddligt roðin í havið fer!
Ein maður - fluttur í himnasal,
her gráta vinir í hópatal!
J.
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá ið kæri
maður mín, faðir, verfaðir og abbi okkara
Árni Olsen,
f. 14. september 1922 – d. 7. desember 2001
doyði og varð jarðaður.
Takk tit, ið vóru um Árna á sjúkrahúsinum.
Takk til prestar, sangarar og tykkum, sum hjálptu til.
Takk øll tit, ið fylgdu.
Takk fyri blómur og kransar.
Takk tit mongu, ið lótu Sinnisbata og Javna
eina gávu.
Takk fyri vøkur og uggandi minningarorð.
Elisabeth og synirnir
Til minnis um
Dánjal Jóhannes Petersen
í Porkeri,
deyður hin 1. 1. 2002, bert 31 ára gamal
TÍÐINDASKRIV
IRF
Í nútíðarsamfelagnum fara
broytingar fram á øllum
økjum. Hetta hevur eisini
ført við sær broytingar í
samansetingini av ruski og
burturkasti. Broytta saman-
setingin setur eisini nýggj
krøv til viðgerð av ruski og
burturkasti. Neyðugt er alla
tíðina at meta um, hvussu
best er at viðgera rusk og
burturkast.
Neyðugt er tí við støð-
ugari kunning um hvussu
rusk og burturkast skal
handfarast og burturbein-
ast. Kunningin kann gerast
upp á ymsar mátar sum t.d.
við eini røð av smærri
faldarum, sum bóklingur,
sum lýsingarherferðir ella á
annan hátt.
IRF hevur valt at saman-
sjóða ein kalendara og ein
kunningarfaldara.
Hvørt
ark er skipað sum ein ka-
lendarasíða og ein kunn-
ingarsíða. Kalendarin kann
sjálvandi nýtast sum ein
vanligur kalendari, men
harafturat eru hentir upp-
lýsingar um mánastøður,
halgi- og merkisdagar, nær
klokkan skal flytast v.m.
hongdir uppí.
Av tí at allir posarnir ikki
verða
heintaðir
hvørja
viku, leggur kalendarin
eisini dent á at vísa, nær
ymsu ruskposarnir vera
heintaðir. Hetta verður
gjørt í serstakari talvu ovast
í høgra horni á hvørjari
kalendarasíðu.
Talvan
knýtir vikunummarið í
kalendaranum saman við,
nær ið tann hvíti ella tann
grøni posin verða heintaðir
í ávísum økjum í landinum.
Økini og nýtslan av kalend-
aranum eru lýst á fyrstu
kunningarsíðuni. Tann hvíti
ella tann grøni posin verða
heintaðir sama dag, sum
tann vanligi grái ruskposin
verður heintaður.
Myndin á kalendarasíð-
uni saman við einum stutt-
um setningi niðast á bredd-
anum vísa til, hvat verður
umrøtt á kunningarsíðuni á
arkinum t.d. Virkisøkið hjá
IRF, Skiljing og endur-
nýtsla, Tann hvíti posin
v.m. Á onkrum av kunn-
ingarsíðunum er skemtilig
tekning ella faktagluggi.
Sum heild gevur ka-
lendarin eina breiða kunn-
ing av virkseminum hjá
IRF og eina vegleiðing um,
hvussu rusk og burturkast
skal handfarast. Kalendarin
er tí hentur at hava hang-
andi á einum hóskandi stað
alt 2002.
Kalendari um rusk
og burturkast
Nú er at skunda sær.
Longu mánakvøldið
sýnur Norðurlanda-
húsið fyrsta filmin í
nýggja árinum. Tað er
svenski skemtifilm-
urin Jalla Jalla, sum
júst er Oscar-
tilnevndur
FILMUR
Norðurlandahúsið
Tey sum ferðast hava í heit-
aru londunum, kenna iva-
leyst rópini Jalla Jalla.
Orðini eru arabisk og
merkja á okkara máli
“Skund tær” ella “Kom nú”
og bera brá av ótolni.
Rættuliga sjálvspeiandi er
hetta eisini heiti á best
umtókta filmi í Svøríki. Ikki
færri enn 800.000 sviar hava
higartil sæð skemtifilmin
Jalla Jalla, sum tikin varð
eftir 30 døgum í Svøríki og
har flestu ættarfólk leik-
stjórans medvirkaðu. Nú er
filmurin í uppskoti at vinna
ein Oscar sum besti fremm-
andi filmur.
Svenska viðarlundin
Í filminum eru teir báðir
Måns og Roro bestu vinir
og arbeiða í eini svenskari
viðarlund. Persónliga hava
báðir sítt at stríðast við –
Måns við konuna og Roro
við libanesiska pápan, sum
er farin undir at fyrireika
brúdleypið hjá soninum.
Ferð kemur á, tá Roro og
ætlaða brúðurin Yasmin
lata, sum um tey geva seg
undir vilja faðirsins, tí so
verður Yasmin ikki send
aftur til Libanon at verða
gift har.
Hesin fyrsti filmurin hjá
Josef Fares hevur gingið
sína sigursgongd í heim-
landinum Svøríki, har hann
er tann innlendski filmurin,
sum hevur havt flestar
áskoðarar seinastu mongu
árini. At tað liggur raðið
fyri hjá svenskum leikstjór-
um at gera skemtifilmar
prógvar ikki minst filmurin
Adam och Eva, og í so
máta er Jalla Jalla heldur
ikki nakað undantak.
Tvingsilshjúnalag
Fares gevur eina kærleiks-
fulla og sera fína mynd av
einum ungum tilflytara og
svensku tilveru hansara
uttan á nakran hátt at gerast
belærandi. Tað er ongantíð
nakar ivi um, at handan
skemtið verða viðgjørd sera
álvarslig evni, og filmurin
er ein sera heppin roynd at
gera ein skemtileik, ið lýsir
kærleika, vinalag og tving-
sulshjúnalag á ein virði-
ligan hátt.
Oscar virðisløn?
Sviar hava skotið upp, at
filmurin Jalla Jalla fær
Oscar virðisløn sum besti
útlendski, ella ikki-ameri-
kanski filmur í ár. Hinvegin
vilja danir heldur at danski
filmurin Italskt fyri byrj-
arar fær hesa virðisløn,
meðan norðmenn heldur
vilja at norski filmurin
Elling eigur at fáa hesa
ársins filmsvirðisløn.
Ein kappingarneyti hjá
øllum verður tó helst
franski filmurin Amélie frá
Montmartre, sum fyri jól
fekk fremstu evropeisku
filmsvirðislønina. Tilsam-
ans fimm filmar úr øllum
luttakandi
londunum
sleppa at dystast um virð-
islønina.
Leikstjórin Josef Fares
sigur, at tað hevði verið
ótrúligt at vunnið. “Men
helst er mín filmur alt ov
stuttligur. Tað eru tyngri og
álvarsamari
filmar,
ið
vinna” sigur hann. Og her
kunnu vit bara skoyta uppí
vísu orð Otto Leisners, at
einki er álvarsamari enn
skemt og undirhald.
Hin 22. januar kemur
filmurin Jalla Jalla á video
og DVD-marknaðin. Men
longu
mánakvøldið
7.
januar er høvi at síggja
henda skemtiliga og hug-
vekjandi filmin á tí stóra
løriftinum í Norðurlanda-
húsinum. Sýningin byrjar
klokkan 19:30 og tað er
filmsfelag
Norðurlanda-
húsins KLIPP, sum skipar
fyri.
Filmur í Norðurlandahúsinum:
Jalla! Jalla!
Agip og Føroya Kol-
vetni fyrireika seg nú
til at fara undir fyrstu
boringina á land-
grunninum. Borað
verður helst í august í
ár. Fundið, sum Hess
hevur gjørt, kann
eisini hava stóran
týdning fyri Agip og
Føroya Kolvetni
4. OLJUBORINGIN Á
LANDGRUNNINUM
Jan Müller
At BP og Statoil einki
funnu var ikki gott. Tað
hevur tí hjálpt, at Hess hev-
ur funnið olju, heldur Gra-
ham Stewart, nevndarfor-
maður í Føroya Kolvetni.
Tað hevur nevniliga ikki
einki at siga fyri føroyska
oljufelagið, at ábendingar
eru um olju í undirgrund-
ini, nú Føroya Kolvetni um
stutta tíð (februar 2002)
skal til at útvega sær mill-
um 150 og 200 mill. kr. á
altjóða
fíggjarmarknað-
inum.
– Hevði Hess eisini havt
eitt turt hol, so hevði verið
sera torført at varðveitt og
ment áhugan fyri økinum.
Men tað gevur okkum ein
betri møguleika, at Hess
hevur funnið nakað.
Í dag eigur Føroya Kol-
vetni 7% lut í loyvinum,
har Agip er fyristøðufelag,
og í løtuni eigur tað 93% av
loyvinum. Føroya Kolvetni
hevur møguleika at økja sín
lut upp í 22%, og er tað
hesin vøkstur, sum m.a.
skal fíggjast við partapen-
ingi á børsinum í London.
Søgur hava gingið um, at
Agip hevur fundast dúgliga
við onnur oljufeløg um at
“farma” inn í loyvið og taka
ein part av tí stóra váð-
anum.
Graham Stewart, sum
umframt at vera nevndar-
formaður í Føroya Kolvetni
eisini hevur eina týðandi
leiðsluuppgávu í bretska
oljufelagnum Dana, hevur
fylgt við gongdini í olju-
vinnuni á Atlantsmótinum
nú í nógv ár.
Sjálvur heldur hann, at
fólk hava stórar vónir til
hetta økið. At BP so ikki
fann tað teir roknaðu við
ger, at teir mugu endur-
skoða alt. Tað var vissuliga
ein skelkur fyri felagið, at
hvørki Svínoyarbrunnurin
ella Assyntbrunnurin góvu
nakað úrslit.
Sosialurin skilur, at tað,
Hess hevur funnið, er so
stórt, at tað møguliga gong-
ur bæði út í bretskt øki og í
loyvi hjá Agip og Føroya
Kolvetni í føroyska økin-
um. Er tað so, so kann man
siga, at olja longu er funnin
í økinum hjá Føroya Kol-
vetni.
Tað, sum Hess hevur
funnið liggur fáar kilo-
metrar frá loyvinum 002
hjá Føroya Kolvetni. So-
sialurin skilir, at tað í loyv-
inum hjá Agip og Føroya
Kolvetni
finnast
fleiri
prospekt at bora í, umframt
at Hess-fundið møguliga
eisini røkkur inn í teirra
økið.
Graham Stewart hevur
annars ikki hug til at gera
viðmerkingar til einstøku
boringarnar, men metir tað
ikki vera óhugsandi, at BP
kanska eisini fer at bora
djúpri næstu ferð, nú Hess
hevur rakt við kolvetni á so
djúpum stað.
Hann viðgongur, at mong
í oljuverðini blivu heilt
tikin á bóli, tá tað gjørdist
greitt, at Statoil og BP
høvdu borað turt, og tí má
man til at hugsa u,m hvussu
man veruliga hevur arbeitt.
Hvat man hevur gjørt
skeivt. Sosialurin skilur, at
Agip hevur fingið fleiri
tilboð um leigu av bori-
pallum. Eftir øllum at døma
verður farið at bora í august
í ár. Við øðrum orðum gera
feløgini neyðugu fyrireik-
ingarnar, og tað er í hesum
sambandi, at nýggi seis-
mikkurin skal gera Agip
betri ført fyri at finna skila-
besta prospektið at bora
eftir.
Fundið hjá Hess týðandi fyri Føroya Kolvetni
Møguleiki er fyri, at fundið Hess hevur gjørt, gongur inn í
lisensin hjá Agip og Føroya Kolvetni (myrkabrúna økið)
Leiðslan í Agip her saman
við leiðsluni í Føroya
Kolvetni. Farið verður at
bora í august. Mynd Jan
Múller
C
M
Y
K
3
2