Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. januar 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 3 - 5. januar 2002 Nr. 3 - 5. januar 2002 5 Í summar verður stór róðrar- og mentanar- stevna á Tvøroyri har fólk úr fleiri norðan- londum fara at rógva kapp NORÐURLENDSK SUMMARSTEVNA Áki Bertholdsen Í summar verður Tvøroyri karmur um eina stóra, norðurlendska stevnu. Hetta er ein róðrar- og mentanarstevna, sum verð- ur beint eftir Ólavsøku í døgunum 8. til 11. august. Tá fara fólk úr fleiri norðurlondum at savnast á Tvøroyri til kappróður og ymisk mentanarlig tiltøk. Beint fyri jól samtykti Tvøroyrar Býráð at seta 100.000 krónur av á fíggjarætlanini fyri í ár at stuðla tiltakinum við. Og tað er onki at ivast í, at stuðulin verður kær- komin, tí higartil hava útvið 200 fólk úr ymsum norður- londum boðað frá luttøku á stevnuni, sum hevur fingið heitið »Nordisk ro- og kulturtræf« Tað er Ólavur á Heygum sum eigur hugskotið til stevnuna. Upprunaliga endamálið við stevnuni er at vísa tann føroyska bátin fram, tí høvustátturin á stevnuni verður kappróður ímillum føroyskar bátar úr ymsum londum. Tað eru nevniliga ymsa- staðni í norðurlondum, at feløg og einstaklingar hava áhuga fyri okkara serstaka bátaslagi og føroyskir bátar eru bæði í Danmark, Noregi, Svøríki og aðra- staðni við. Eitt nú vita vit um eitt felag stutt frá Gøte- borg, sum eigur fýra ella fimm fimmannafør. Eftir, hvat skilst, eru tað bæði finnlendingar, danir, norðmenn, íslendingar, svi- ar og grønlendingar, sum koma á Tvøroyri hendan dagin. Tað eru hesir bátar, sum ætlanin er at savna á Tvøra- firði hetta drúgva viku- skiftið í august at rógva kapp. Hugkotið hjá Ólavi á Heygum er, at skapa størri áhuga í øðrum londum fyri føroyska bátinum og hann setti seg tí í samband við kappróðrarfelagið á Tvør- oyri og spurdi um tað helt at tað var eitt hugskot at skipa fyri eini tílíkari stevnu. Hesum tók kappróðrar- felagið á Tvøroyri undir við tiltakinum og síðani í fjør hevur verið arbeitt við at fyrireika stevnuna. Eydnast tiltakið væl, kann hetta gerast eitt aftur- vendandi tiltak og tískil kann ein tílík stevna verða fyriskipað onkra aðrastaðni næstu ferð. Hesar stevnurnar kunnu sostatt eisini gerast eitt høvi hjá føroyskum kapp- róðrarfólki til at fara uttan- lands at vísa tann føroyska bátin fram. Skráin er ikki heilt klár enn, men umframt kapp- róðurin við føroyskum bát- um, er eisini ætlanin at hava framsýning við út- lendskum bátum og grøn- lendskum kajakkum. Tað tykist tó greitt, at kappróðurin verður leygar- dagin 10. august. Men umframt kappróður, er eisini ætlanin at hava onnur, mentanarlig tiltøk á skránni og sjálvsagt verður eisini Naddoddur vístur fram og umframt róðrar- felagið eru eisini forminn- isfelagið á Tvøroyri og Suðuroyar Kunningarstova við í fyrireikingunum. Nógva staðni kring Føroyar verður skipað fyri bygdastevnum í summar. Men næsta summar verður eisini skipað fyri stórari, norðurlendskari róðrar- og mentanarstevnu, har fólk koma úr flest øllum norðanlondum at rógva kapp-við føroyskum bátum Vágs Býráð fer nú at leggja 3.600 metrar av vatnveiting fyri at tryggja fólki og ídnaði nóg mikið av reinun vatni, eisini tá ið turkur er REINT VATN Áki Bertholdsen Vágs Býráð fer nú at taka stig til at tryggja øllum borgarum og vinnulívinum í kommununi, reint vatn, eisini tá ið turkur er. Vágbingar eru hampiliga væl fyri við vatni, men viðhvørt, tá ið turkur liggur leingi, verður vatnið uppi. Seinasta dømi um hetta var tað tiltikna turra árið 2000, tá ið vatnneyð var nógva- staðni í langa tíð, eisini í Vági. Fyri fólkið í kommununi er hetta irriterandi, men fyri vinnulívið er tað ótolandi, tí nú eru nógv virki í Vági, sum krevja sera stórar nøgdur av reinum vatni, ikki minst stóra laksavirkið hjá Hera Hjelm. Samstarv við SEV Møguleikarnir at útvega Vágbingum størri vatn- goymslur eru ikki av teim- um bestu, so ístaðin hevur Vágs Býráð tikið upp sam- starv við SEV um at fáa vatn úr Ryskivatni í Botn- haga, norðanfyri Vág. SEV brúkar vatnið úr Ryskivatnið til elverkið í Botni, men nakað síðani gjørdi Vágs Býráð og SEV avtalu við SEV um eisini at fáa vatn úr Ryskivatni om- an til Vágs. Eftir avtaluni skal Vágs Kommuna sostatt fáa vatn úr Ryskivatni, tá ið vatn- goymslurnar, sum annars eru í Vági, fara at tømast. Jógvan Krosslá, býráðs- formaður í Vági, og Dánjal Bjarkhamar, formaður í teknisku nevnd hjá Vágs Býráð, siga, at eftir avtaluni við SEV, skal ein 3.600 metra long vatnveiting nú leggjast úr Vági, niðan í Ryskivatn. Samstundis skal ein savningarbrunnur gerast norðuri á Hálsinum, um- framt at pumpur skulu set- ast upp við Ryskivatn. Men samstundis skal SEV eisini byggja út. Ætlanin er at veita vatn oman av røðini vestanfyri Hvannadal, omanfyri Vág, oman í Ryskivatn. –Har eru stórar vatn- goymslur, sum SEV ætlar at veita oman í brunnin og síðani í Ryskivatn fyri at fáa meiri vatn til elverkið, sigur Dánjal Bjarkhamar. Tá ið vatnið í goymsl- unum í Vági fer at ganga undan, verður vatn veitt úr brunninum oman í goymsl- urnar í Vági. Men gongur vatnið í brunninum undan, verður vatn pumpað úr Ryskivatni í brunnin. Liðugt í summar Eftir ætlan verður arbeiðið at leggja vatnveitingina niðan í Ryskivatn, liðugt tíðliga í summar. Fyrireik- ingarnar eru lidnar og pumpurnar eru bílagdar. Jógvan Krosslá sigur, at ætlanin er at fara undir arbeiðið beinanvegin. Hetta er eitt tiltak sum kostar umleið eina millión krónur, men so skuldi kommunala vatnveitingin í Vági eisini nøkta tørvin hjá húsarhaldum og vinnulívi til reint vatn nógv ár fram. Hjá vágbingum ber ikki longur til at liggja í Vatnneyð, hvørja ferð, turkurin er ov drúgvur. Ikki minst krevur vinnulívið reint vatn hvønn dag og tí hevur Vágs Kommuna tikið upp samstarv við SEV, sum fer at tryggja býnum sóttreinsað vatn, eisini tá ið drúgvur turkur er Norðurlendingar á stórari summarstevnu á Tvøroyri Skulu altíð hava nóg mikið av vatni í Vági – Tað kemur ikki eitt einasta sjálvkritiskt orð frá løgmanni um glæsiligu fullveldis- ætlan, sum gjørdist ein so stór fiasko, sum eingin hevði droymt um fyri fýra árum síðani, sigur Hans Pauli Strøm um nýggjársrøðu løg- mans NÝGGJÁRSRØÐA Eyðun Klakstein Løgmaður manglar realist- iska ásannan og vil ikki tosa um møgulig mistøk í sambandi við fullveldisætl- anina í nýggjársrøðu síni. Tað heldur Hans Pauli Strøm, tingmaður fyri Javn- aðarflokkin. – Løgmaður tosar nógv um sonevndu fullveldistil- gongdina í nýggjársrøðu síni, men hann vil ikki við- urkenna, at fullveldisætlan- in gjørdist ein dundrandi fiasko. Samgongan skriv- aði í samgonguskjalið, at eftir eina fólkaatkvøðu í 2000 skuldu teir skipað Føroyar sum fullveldisríkið frá nýggjárinum 2001. Alt hetta gjørdist ein politisk hvørvisjón, sigur Hans Pauli Strøm. – Einki kom burturúr hesum. Teir kláraðu at yvir- taka skipasýni eftir heima- stýrislógini, meðan yvir- tøkurnar av skúlaverki og almennari forsorg ikki eru verdar at nevna, tí hetta er einki uttan politisk formal- isering av veruligu yvirtøk- uni, sum fór fram fyri 25 árum síðani. – Men tað kemur ikki eitt einasta sjálvkritiskt orð frá løgmanni um, hvørt tað nú møguliga vóru onkur mis- tøk í teirra glæsiligu polit- isku ætlan sum gjørdi, at hon bleiv ein slík fiasko, sum neyvan nakar teirra hevði droymt um fyri 4 árum síðani. Fekk onga undirtøku Hans Pauli Strøm heldur, at løgmaður sær burtur frá veruleikanum, at hann ongantíð náddi tí, sum ser- liga hann gjørdi til sítt aðal- mál. – Løgmaður vildi hava eina breiða semju um ein loysn av sjálvstýrismálin- um, men tað eydnaðist hon- um ongantíð at fáa andstøð- una ella partar av henni við í nakra semju. Tað gjørdist bara til úrslitaleyst kaffi- prát. – Størsti ósigurin var iva- leyst, at løgmaður ongantíð fekk nakran meiriluta mill- um fólkið fyri ætlanini hjá landsstýrinum. Tvørtur- ímóti hevur løgmaður upp- livað, at teir bara hava havt minkandi minniluta aftan fyri seg, sigur Hans Pauli Strøm. Veruleikin ein annar Løgmaður tosaði í nýggj- ársrøðuni um at varðveita og styrkja vælferðarsamfel- agið, men hetta heldur Hans Pauli Strøm eru bara vøkur orð. – Sum løgmaður hevur Anfinn Kallsberg forða fyri, at hetta kann gerast veruleiki. Tá blokkstuðulin verður skerdur við næstan 400 milliónum krónum verða tað hvørki ráð at endurbyggja alt, sum liggur í órøkt, ella at gera nøkur sosial framstig komandi árini, uttan at arbeiða við stórum undirskoti á fíggjar- lógini, at brúka innistand- andi í landsbankanum ella at skerja lovaðar íløgur nið- ur í eina helvt. Hans Pauli Strøm heldur, at løgmaður setur kikaran fyri blindað eygað, tá hann tosar um, at føroyska sam- felagið ikki hevur kriminal- itet ella stættarbýti. – Vit vita øll at veruleikin í Føroyum er ein annar. Tí hóast vit liva í einum góð- um og ríkum landi, eru tað stórir samfelagsbólkar, sum eru dragnaðir afturút, og sum eru settir uttanfyri, heldur Hans Pauli Strøm og vísir millum annað á, at tey brekaðu, sálarsjúku, tey gomlu, ungar familjur og tey lægstløntu hava stórar trupulleikar at dragast við. – Hetta er eisini ein part- ur av føroyska samfelagn- um, men júst her hevur landsstýrið svikið, og kanska var tað júst tí, at onki var at hoyra um hesa síðuna av føroyska samfel- agnum í nýggjársrøðu løg- mans, heldur Hans Pauli Strøm. – Eg stóð á pallinum við einari løgnari kenslu av, at ongin lurtaði eftir okkum, sigur Edmund Jacobsen, sangari í Chase, um nýggjárs- konsertina TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Comeback konsertin hjá rockbólkinum Chase spældi ikki so væl av, sum teir í bólkinum høvdu vón- að. Eftir at Eyðun og Terji høvdu undirhildið fólki við øllum sínum gomlu hittum, hevði Chase trupult við at fáa fatur á áhoyrarunum á ársins nýggjárskonsert. – Tað var ikki so stuttligt, sum vit høvdu roknað við. Eg stóð á pallininum við einari løgnari kenslu av, at ongin lurtaði. Tað kendist næstan sum at spæla fyri seyði, sigur Edmund Jacob- sen, sangari í Chase – So skjótt sum vit spældu okkurt, ið fólk kendu, gekk tað betur, sigur hann og sipar til hittið Fyrstu Ferð, sum var á fyrru fløguni hjá bólkinum. – Eg havi hugsað eitt sindur um, hví tað var so strævið. Kanska var tað tí, at lurtararnir vóru so ungir, og tí ein stórur partur av teimum ikki kendi sangirn- ar á nýggju fløguni. Høvdu vit spælt fleiri kend cover- løg, so hevði støðan verið ein heilt onnur. Kanska er tað einki gott hugskot ein- ans at spæla løg av einari fløgu, ið ikki hevur verið á marknaðinum í meira enn tríggjar vikur. Fara at royna aftur Tónleikararnir í Chase hava tó ikki mist mótið av nýggj- árskonsertini. – Vit hava spælt so ólukksáliga nógv og hava upplivað okkurt nógv verri fyrr. Í mínum heilt ungu døgum upplivdi eg at spæla fyri einum fullum manni í Glyvra Bio. Tað var niður- túrur, sigur Edmund Jacob- sen. – Men okay. Nú vita vit í hvussu so er, at vit ikki skula spæla eina hallar- konsert ella dans uttan at hava minst 10 kend løg á skránni. Annars verður tað alt ov deyðligt. Chase ætlar sær at spæla aftur í næstum, men tað er ikki greitt, nær og hvar tað verður. – Nýggjárskonsertin var okkara fyrsta uppgáva í áravís, og vit vóru ótryggir, eisini í sjálvum spælinum. Men vit fara ikki at gevast við at spæla, bara tí at tað ikki gekk so væl á hesi konsertini. Vit ætla at spæla til nøkur dansitiltøk teir næstu tveir til tríggjar mán- aðirnar. Akkurát nær hetta verður, veit eg ikki rættiliga enn, men tað verður neyvan so nógv á skránni í januar. – Eitt er tó púra vist, vit fara at spæla meira, og næstu ferð fara vit at gera ein ordans vørr, lovar Edmund Jacobsen. Hans Pauli Strøm: Løgmaður vil ikki viðurkenna fiasko – Tað var ikki so stuttligt, sum vit høvdu roknað við. Eg stóð á pallininum við einari løgnari kenslu av, at ongin lurtaði. Tað kendist næstan sum at spæla fyri seyði, sigur Edmund Jacobsen, sangari í Chase, um nýggjárskonsertina – Eingin tímdi at lurta C M Y K 5 4