Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. januar 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 3 - 5. januar 2002 Nr. 3 - 5. januar 2002 7 Seinastu tíðina eru helst fleiri trygging- artakarar, sum hava undrast á, hví til- meldingarskjal til donsku PBS-gjalds- skipanina nú fylgja við tryggingarupp- krøvunum UPPKREVJINGARSKIPAN Jákup Mørk - Hetta er av gjørt ikki ein støða, sum vit eru nakað serliga stoltir um. Somikið avgjørdur er stjórin hjá Tryggingarfelag- num Føroyar, tá vit fregnast fyri at vita, hvussu tað ber til, at tilmeldingarskjøl til donsku PBS-gjaldsskipan- ina nú verða send saman við tryggingaruppkrøvum. Helst eru tað fleiri av les- arunum, sum hava undrast hesi donsku tilmeldingar- skjølini, sum vit her í Før- oyum annars kenna best frá, tá bilar og líknandi brúkslutir eru fíggjaðir um- vegis donsk fíggingarfeløg. Í stuttum er at siga um PBS-skipanina, at hetta er ein skipan, at gjaldarin loyvir einum innkrevjingar- felagið - í hesum føri PBS – at taka peningin beinleiðis av einari navngivnari konto í peningastovninum. PBS syrgir so fyri, at peningurin verður goldin rættstundis og síðani avroknaður til viðkomandi fíggingarfelag. Í Føroyum hava vit nú í nøkur ár havt eina líknandi skipan. Tann sonevnda V&T skipanin, sum alsamt fleiri virki hava nýtt. Millum annað Tryggingar- felagið Føroyar. Ikki klár Men hví hevur Tryggingar- felagið nú hálsa um til at nýta eina danska skipan, heldur enn tað føroysku, sum felagið sjálvt hevur átt lut í stovnsetanini og menn- ingini av? - Orsøkin er tann, at tað leingi hevur verið ætlanin, at føroysku peningastovn- arnir og fíggingarfeløgini nú fara at skifta til donsku skipanina, sigur Mortan Poulsen. - Fyri meira enn einum ári síðani fóru vit undir fyrireikingarnar at skifta okkara edv-skipan út, og longu tá fingu vit at vita, at í framtíðini fór tað at verða PBS- og ikki V&T-skip- anin, sum skuldi nýtast til innkrevjingina. - Vit hava tí tillagað nýggju skipan okkara so- leiðis, at hon skal samkoyra við PBS-skipanina, og tá okkara arbeiði við edv- skipanini varð nakað seinkað, so ivaðust vit ikki í, at hetta bert var til fyrimuns fyri Elektron, soleiðis at teir fingu tíð at gera sítt arbeiði liðugt. Trupulleikin var bara tann, at tá vit nú stóðu klárir at taka okkara skipan í nýtslu, so var føroyska útgávan av PBS skipanini kortini ikki klár, sigur tryggingar- stjórin. Víðari sigur hann, at ein broyting av skipanini hjá Tryggingarfelagnum her og nú varð mett at vera ov kostnaðarmikil, og tí varð gjørt av, at PBS-skipanin alt fyri eitt skuldi nýtast. Eisini hóast hendan enn bert finst á donskum. - Sum sagt, so er hetta avgjørt ikki ein støða, sum vit eru serliga stoltir av, men frá Elektron hava vit fingið at vita, at nú er ikki langt eftir á mál. Longu seinast í hesum mánaðinum skuldu tilmeldingarskjølini til skipanina verið á før- oyskum, og ikki so langt aftan á hetta er so ætlanin, at føroyska útgávan av PBS-skipanini skal verða liðug. Nýggja edv-skipanin hjá Tryggingarfelagnum samkoyrir við PBS-innkrevjingarskipanina, og tá føroyska útgávan enn ikki er klár, mugu føroyskir tryggingartakarar í fyrsta umfari taka til takkar við einari danskari innkrevjingarskipan Føroyskt gjald á donskum Niels Christian Nolsøe, stjóri fyri Elektron, sigur, at nýggja innkrevjingar- skipanin verður klár einaferð í vár. Skipan- in kemur at eita Gjaldstænastan og verður gjørd eftir danskari fyrimynd, men verður føroysk burturav INNKREVJINGARSKIPAN Heri á Rógvi Sum tað eisini stendur aðrastaðni á síðuni, so hevur Tryggingarfelagið Føroyar valt at fara undir at krevja inn á ein eitt sindur øðrvísi hátt, enn tað kundarnir eru vanir við. Tað er tann núverandi V&T skipanin, sum skal skiftast út við eina nýggja, betri og øðrvísi skipan. Orsakað av, at skipanin ikki er gjørd heilt liðug enn, so eru av fleiri kundunum, hjá í hesum førinum Trygging- arfelagnum Føroyar, noyddir til at gjalda gjøg- num donsku betalings ser- vice skipanina. –Tað var tó ongantíð ætlanin, at skipanin skuldi vera liðug við ársskiftið, sigur Niels Christian Nolsøe. Hann leggur aftur- at, at tann nýggja skipanin væntandi verður klár í vár, ella í øllum førum fyrsta hálvár í ár. Skipanin fer at eita Gjaldstænastan. Hetta verður ein føroysk skipan burturav, sum er gjørd í samstarvið millum Elektron og PBS, sum umsitur Betalings Service ella BS, ið tað eisini verður kallað. FI – Sum heild er talan um eina skipan, sum vil gera tað munandi lættari hjá øllum pørtum. Talan er um rationalisering av øllum peningakervinum í Føroy- um, sigur Niels Christian Nolsøe. Eitt av teimum nýggju tinginum, sum henda skipanin fer at hava við sær er, at FI- kort ella eitt Felags Ingjaldskort. Hetta minnir um eitt girokort, men er tó tillagað til eina heilt øðrvísi skipan. Orsøkin til, at tað verður skift yvir til hesa nýggju skipanina er tann, at ver- andi V&T skipan ikki heilt var nøktandi á øllum økjum. –Føroysku peningastovn- arnir vórðu noyddir til at velja, hvussu teir nú skuldu gera, og tað varð avrátt, at ein nýggj føroysk skipan skuldi gerast, sigur Niels Christian Nolsøe. Tað fer at taka minst eitt ár, áðrenn tann núverandi V&T skipanin gevst at virka. Niels Christian Nolsøe heldur, at tað fer at gagnast øllum væl, nú henda nýggja skipanin fer at virka. –Føroysku peningastovnarnir vórðu noyddir til at velja, hvussu teir nú skuldu gera, og tað varð avrátt, at ein nýggj føroysk skipan skuldi gerast, sigur Niels Christian Nolsøe í sambandi við, at V&T skipanin nú verður avloyst av einari nýggjari skipan. Skipanin kemur í vár Tað var ikki stórur áhugi fyri størvunum á B6, sum vórðu lýst leys herfyri, tá tær mongu sjúkrasystrarnar søgdu seg úr starvi. Sjúkrahúsleiðslan søkti eftir nýggjum starvsfólki, har eisini onnur enn tey, ið høvdu útbúgving sum sjúkrasystrar høvdu møgu- leikan at søkja. Tað varð í lýsingunum ikki sagt nakað um, hvussu nógv fólk tað varð søkt eft- ir, men talan var um fleiri størv. Tað ber tó ikki til at siga, at áhugin fyri størvunum var serliga stórur. Bert ein umsøkn var til størvini á B6. Sostatt hevði tað verið ógvuliga torført at manna deildina, um ikki ein onnur loysn varð funnin á mál- inum. Jóanis Erik Køtlum heldur fram í starvinum sum sjúkrahússtjóri til 31. mars. Ein umsøkn til B6 Tað var bert ein umsøkn til starvið á B6 á Landssjúkrahúsinum. Mynd: Jens Kristian Vang Í Vestmanna verður arbeitt við eini ætlan um at smíða raðhús til sølu. Húsini skulu bjóðast út og smíðast, eftir at tey eru umbiðin HÚSASMÍÐ Edvard Joensen Møguleiki verður helst at keypa sær eini liðug raðhús í Vestmanna innan alt ov langa tíð. Arbeitt verður við eini ætlan við fimm rað- húsum, sum skulu seljast liðug. Tað er Joen Hendrik Hansen í Vestmanna, sum arbeiðir við ætlanini. Hann sigur, at hann hevur fingið grundstykki í Miðals- brekku, har húsini skulu byggjast. Enn er ætlanin ikki kom- in so mikið langt, at hann hevur boðið nakað út. – Bert luftað tankan, sum hann tekur til. Men líkt er til, at áhugi er kortini, sigur hann. Hátturin verður tann sami, sum kendur er aðra- staðni frá. At hann bjóðar fólki at seta seg fyri eini hús, sum hann so saman við einum byggimeistara fer at smíða liðug. Tað allarseinasta sum eitt nú málingaarbeiði og gólv- álegging, sum fólk vanliga vilja hava ávirkan á, fara tey, sum keypa, sjálv at gera, sigur hann. Húsini verða verða um- leið 70 fermetrar til víddar í tveimum hæddum.Tann ov- ara hæddin verður øll inn- rættað, sigur Joen Hendrik Hansen. Kjallaran kunnu fólk so sjálv gera, tá tíð og umstøður annars eru til tess. Húsini fara at fáast fyri ein rímiligan prís, sigur Joen Hendrik Hansen. Hann vil ikki nevna nakað fast tal enn, men sigur tó, at tey verða ikki dýrari enn onnur hús av somu stødd. Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur keypt eini sethús í Lamba til prestagarð hjá Glyvrapresti at búgva í. Prestur er væl nøgdur PRESTAGARÐUR Edvard Joensen Glyvraprestur hevur nú fingið prestagarð at búgva í. Eini sethús í Lamba eru keypt til endamálið, og prestur væntar at flyta inn einaferð í februar - mars. Íbúðarviðurskiftini hjá nýggja prestinum á Glyv- rum hava ikki verið nøkt- andi, síðan Meinhard Bjartalíð, prestur, flutti úr Ónagerði til nýstovnaða prestagjaldið á Glyvrum. Prestafamiljan hevur búð í leigaðum húsum, sum ikki hava nøktað tørvin á eitt nú skrivstovuhølum hjá presti. Men húsini, sum nú eru keypt, eru sera væl egnað til endamálið, sigur Mein- hard Bjartalíð. – Jú, tað er eisini gott pláss til klaverið, váttar prestur, sum er kendur fyri síni tónleikaligu evni og áhuga. Talan er um eini umleið 30 ára gomul hús, sum nógv er gjørt við. Okkurt smávegis skal gerast aftur- at, áðrenn flutt verður inn, sigur prestur. Hann fegnast um at hava fingið eini hús ovarlaga í Lamba. Á Byrgisheygnum, sum tey nevna, við prýði- ligum urtagarði uttanum, har til ber at ganga og meditera við útsýni yvir skálafjørðin, sum hann tekur til. Meinhard Bjartalíð letur væl at umstøðunum á Glyvrum. Tað var lætt at flyta hagar, sigur hann. Og tey eru fallin væl til. Prestahúskið, sum nú flytir til Lambar, telur fýra fólk. Prestur og frúa við tveimum børnum. Níggju ára gomlum soni og fýra ára gamlari dóttur. Prestagarðurin í Lamba er søguligur við tað, at hann er fyrsti prestagarð- urin, sum er føroyskur burt- urav. Keyptur fyri føroyskar pengar, áðrenn kirkjan annars varð yvirtikin. Óli Holm, landsstýris- maður við undirvísingar- og mentamálum, sigur, at játtan til keyp av húsunum varð fingin til vega á eykajáttanarlóg, sum tingið samtykti í heyst. Hugt hevur verið at hús- um til endamálið, og hesi, sum keypt eru, hava verið í kikaranum eina tíð, sigur hann. Treytirnar hjá presti at búgva vera tær somu, sum tær eru í hinum prestagørð- unum. Undirvísingar- og Mentamálastýrið eigur húsini, sum Kirkjumála- ráðið so aftur leigar til prest at búgva í, greiðir lands- stýrismaðurin frá. Óli Holm sigur, at húsini kostaðu Undirvísingar- og Mentamálastýrinum 1,3 millión krónur. Tað heldur hann ikki vera so dýrt í mun til, hvat tað hevði kostað at bygt ein nýggjan prestagarð. – Tað hevði verið tríggjar ferðir so dýrt, metir hann. Høllin, sum reist varð á havnarlagnum á Eiði í fyri góðum ári síðan, verður nú innilokað. Enn er eingin avgerð tikkin um, hvat hon skal brúkast til, sigur borgarstjórin BYGGIMÁL Edvard Joensen Nýggja høllin, sum stendur á bryggjuni vestan fyri Norðís á Eiði, verður nú innilokað. Hon verður helst leigað ella seld, men eingin endalig avgerð er tikin um, hvat hon skal brúkast til. Talan var um, tá høllin varð reist, at hon skuldi leigast einum felag, sum ætlaði at hava fiskamóttøku og skiljing í hølunum. Men tað kann eisini væl henda, at hon verður brúkt til okkurt heilt annað, sigur Tordur Niclasen, borgar- stjóri í stuttari viðmerking. Bygdaráðið hevur sam- tykt, at høllin skal innilok- ast nú, og vónandi verður virksemi í henni í hesum árinum, sigur borgarstjórin. Hann leggur tó dent á, at einki er avgjørt um, hvat slag av virksemi tað verður. Onkur hevur spurt seg fyri, men Tordur Niclasen vil einki siga um, hvat teir fyrispurningarnir snúgva seg um. Einasta, hann við vissu kann siga er, at Eiðis Kommuna fer ikki at reka nakað virksemi í høllini. Annaðhvørt verður hon leigað út, ella verður hon seld onkrum felag, sum hevur áhuga í henni, sigur borgarstjórin. Bygdaráðið metti, at nú høvdu veggirnir staðið nóg leingi berir, so tíð var upp á at fáa lív í høllina. Tí varð gjørt av at loka hana inni og royna at fáa onkran sátt- mála. Eiðis Kommuna fíggjar sjálv arbeiðið, sum gjørt verður, sigur Tordur Nicla- sen. Tað hevur ikki verið neyðugt við nakrari lán- tøku. Eykajáttan er givin til at gera arbeiðið, sum nú er í gongd. Nýggjur prestagarður í Lamba Glyvraprestur skal búgva í fyrsta føroyska prestagarðurinum, sum liggur í Lamba Gera virkisbygning á Eiði Høllin á havnarlagnum á Eiði verður nú innilokað. Borgarstjórin á Eiði vónar, at lív verður í høllini í hesum árinum Mynd: Edvard Joensen Smíða raðhús í Vestmanna Ætlanin er at byggja fimm raðhús til sølu í Miðalsbrekku. Eydnast ætlanin væl, er áhugi fyri at halda fram við verkætlanini C M Y K 7 6