leygardagur 5. januar 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 3 - 5. januar 2002
Nr. 3 - 5. januar 2002
9
Norska oljufelagið
Sagex Petroleum, sum
í 2000 fór í samar-
beiði við føroyska
oljufelagið Føroya
Kolvetni, hevur nú
stevnt fyrrverandi
samstarvspartnaran
fyri rættin eftir
milliónum av krón-
um og eini rúgvu av
partabrøvum. Stjórin
í Sagex, Terje Hage-
vang sigur, at Føroya
Kolvetni rennur
undan rokningini fyri
arbeiðið teir gjørdu
og sum tryggjaði
føroyska felagnum
luttøku í loyvinum
hjá Agip. Tað ætlar
teir sær ikki at góð-
taka
OLJUFELØG OG
SAKARMÁL
Jan Müller
Hvør minnist ikki tann
góða hýrin og brosandi
andlitini, tá umboð fyri
Føroya Kolvetni og norska
felagið Sagex Petroleum
hittu pressuna í hølunum
hjá Føroya Kolvetni, har
Fossbankin fyri helt til, fyri
at greiða frá tí nýggja og
spennandi samstarvinum
teirra millum – eitt sam-
starv, sum hevði til enda-
mál at tryggja føroyska
oljufelagnum ein týðandi
leiklut í fyrstu leitingini á
landgrunninum.
Sosialurin var á staðnum
til tess at kunna Føroya
fólk um eitt samtarv, ið
tóktist at skula fáa stóran
týdning fyri føroyska olju-
felagið og framtíð tess. At
støðan skuldi útvikla seg til
eitt eljustríð millum somu
feløg kom óvart á, og neyv-
an hevði nakar tá ímyndað
sær, at norska felagið ikki
so langa tíð seinni skuldi
fara í rættin við sínum
fyrrveranda
samstarvs-
felaga.
Tað lá í kortunum, at
samstarvið millum feløgini
bæði skuldi gera føroyska
oljufelagið ført fyri at fara
í samstarv onnur oljufeløg
fyri harvið at vera við í 1.
útbjóðingini. Úrslitið varð
eitt samstarv við Agip.
Samstarvið við norska ráð-
gevandi felagið var eftir
øllum at døma so mikið
gott, at ein av oddamonn-
unum hjá Sagex, Terje
Hagevang, ið hevur drúgvar
royndir á føroyska økinum
sum fyrrverandi leitistjóri
fyri Saga, varð eisini valdur
inn í nevndina í Føroya
Kolvetni. Gøtan lá opin og
tyktist her verða slóðað
fyri einum spennandi og
gevandi samarbeiði. Tað
skuldi tó vísa seg at blíva
øðrvísi. Tí eftir eina tíð
saksøkti norska oljufelagið
Hydro teir tríggjar Sagex-
menninar fyri at hava brúkt
týðandi upplýsingar frá
teirra tíð í Saga (sum
Hydro síðani yvirtók) í ar-
beiðinum hjá Føroya Kol-
vetni, sum tá var kapping-
arneyti hjá Hydro. Tað
hevði við sær, at fútaforboð
varð reist móti norska fe-
lagnum, og hetta gjørdi, at
samstarvið millum Føroya
Kolvetni og Sagex varð lagt
á hillina eina tíð. Eftir fleiri
saksviðgerðir við norskan
rætt endaði málið tó við, at
Hydro og Sagex gjørdu
eina semju. Við øðrum
vórðu krøvini móti Sagex
tikin aftur og felagið fekk
stórt endurgjald. Nú skuldi
man so hildið, at Føroya
Kolvetni og Sagex aftur
kundu
taka
samstarvið
uppaftur, men so varð ikki.
Hóast Sagexfólkini vórðu
fríkend hevði øll henda
óhepna tilgongdin við sær,
at Føroya Kolvetni ikki
ynskti at taka uppaftur sam-
starvið við Sagex.
Síðani hava feløgini einki
havt við hvørt annað at
gera, men hava arbeitt hvør
sær. Til nýliga, tá eitt mál
brádliga stingur seg upp í
rættinum í Oslo. Sagex
hevur sent rokning fyri
arbeiði tað hevur gjørt fyri
Føroya Kolvetni til inkasso,
sum ljóðar uppá ikki minni
enn 3 mill. kr. Haraftrat
krevur felagið at fáa 5% av
partabrøvunum í felagnum,
sum tað sigur seg eiga rætt
til sambart avtaluna, og
aftrat tí vilja Sagexfólkini
vera við, at tey hava krav
uppá tað, sum svarar til
20% av komandi tekning-
ini. Føroya Kolvetni góð-
tekur einki av krøvunum
men krevur, at tann partur
av sakarmálinum, sum snýr
seg um partapeningin verð-
ur at ganga í rættinum í
Føroyum. Rætturin í Oslo
gevur føroyska felagnum
viðhald, soleiðis, at talan nú
verður um tvey ymisk sak-
armál: eina inkassosak í
Oslo og eina partafelagssak
í Havn.
Søgdu seint sáttmála
upp
Terje Hagevang, stjóri í
Sagex sigur í eini viðmerk-
ing til málið, at tað var
løgið av Føroya Kolvetni at
siga upp sáttmálan, eftir at
Hydro vildi gera semju. At
felagið so ikki hevur viljað
goldið eina krónu fyri tað
arbeiði, sum gjørt varð,
dugir hann heldur ikki at
skilja. Og tí fóru hann og
hini Sagexfólkini í rættin í
Oslo við allari sakini. Hetta
hendi fyri umleið 8 mán-
aðum síðani. Sakin, sum
hevur verið fyri í bæði
undirrætti og hægri rætti í
Oslo, hevur higartil snúð
seg um formalia, tvs. hvar
hon skal vera hildin, í Oslo
ella í Havn. Rætturin í
Oslo, Borgarting lagmans-
rett, kom sum nevnt til ta
niðurstøðu, at tann parturin
av málinum, sum snýr seg
um rokningina fyri gjørt
arbeiði, skal fara fram í
Oslo, meðan spurningurin
um partabrøv skal verða
viðgjørdur í føroyskum
rætti. Eftir tí sum blaðið
skilur kann ganga drúgv
tíð, áðrenn hesi bæði málini
verða avgreidd.
Terje Hagevang dylur
ikki fyri, at teir uppliva
støðuna sum at føroyska
felagið rennur frá eini
rokning. Er tað veruliga so,
tá vilja teir einki hava við
Føroya Kolvetni at gera
longur men fara at krevja
sín fulla rætt sambart
sáttmálan við føroyska
felagið.
Norsk Hydro
ábyrgdina
Vit spurdu stjóran í Sagex,
um ikki tað stríðið, sum tók
seg upp millum Hydro og
Sagex í veruleikanum gav
føroyska felagnum stórar
trupulleikar
og
skaddi
felagið!
Til tað sigur hann, at teir
kundu ikki forða Norsk
Hydro at fara í rættin við
teimum. Tað var ikki við
teirra góða vilja, at stóra
norska oljufelagið fekk
steðgað teirra arbeiði við
einum fútaforboð.
– Tað var Norsk Hydro,
sum saksøkti okkum, og tá
vit jú vórðu fríkendir, kann
tað ikki vera rætt at leggja
nakra ábyrgd á okkum. Um
Føroya Kolvetni meinar, at
tað eru vit sum skylda
teimum nakað t.d pengar
fyri ikki at hava kunnað
latið eina vøru, so mugu
teir saksøkja Hydro, tí tað
var Norsk Hydro, sum setti
alt hetta í gongd.
Terje Hagevang sigur, at
um Føroya Kolvetni tann
dagin, tá rætturin í Oslo gav
Sagex fútaforboð, hevði
sagt upp avtaluna, so hevði
tað verið øðrvísi. Men tað
gjørdu teir ikki. Seinni
Stór krøv
Góðar 3 mill. kr. í reiðum peningi. 5% av verandi
partabrøvum og 20% av partabrøvunum, tá nýggj
tekning verður. Hetta eru krøvini, sum norska
oljufelagið Sagex Petroleum, fer í rættin við við
føroyska oljufelagnum Føroya Kolvetni. Føroyska
felagið hevur higartil ikki viljað góðtikið krøvini uttan
víðari, og tí er avgjørt, at sakarmál skal vera bæði í
Oslo og í Havn.
Hetta hendir um sama mundið sum føroyska
oljufelagið ger klárt til at fara undir at bora á føroyskum
øki. Og til tess at kunna halda síni forpliktilsi í
samtakinum, ið bora skal, má Føroya Kolvetni hava
meiri kapital. Ætlanin var at fara á Londonbørsin í
heyst men hetta er vorðið útsett til í ár.
Nú er so spurningurin, hvussu og um eitt sakarmál
kann ávirka bæði partafelagstekningina og støðuna
annars hjá felagnum í samtakinum, har italska
oljufelagið Agip er fyristøðufelag (operatørur). Føroya
Kolvetni hevur sum er 7% part í lisensinum og hevur
møguleika at hækka sín part til 22%. Men fyri at kunna
tað skal felagið hava nógv fleiri pengar. Og tí ætlar tað
sær at fara á børsin í London tíðliga í hesum árinum og
selja partabrøv fyri umleið 180 mill. kr. Tað er so eisini
í tøkum tíma, tí um fáar mánaðir skal felagið til at bora
á føroyska landgrunninum og til ta uppgávuna skulu
nógvir pengar á borðið.
Føroya Kolvetni og Sagex
í hornatøkum
Tá samarbeiðsavtalan millum Føroya Kolvetni og Sagex varð kunngjørd í februar 2000. Á myndini umboð fyri bæði feløgini
Mynd Jan Müller
Føroya Kolvetni
hevur altíð verið til
reiðar at koma til eina
semju. Men Sagex er
ikki nøgt við
semingsuppskotið, og
krevur umframt fult
endurgjald sambært
sáttmálanum, eisini
eina ávísa nøgd av
partabrøvum í Føroya
Kolvetni til sera lágar
prísir. Hetta halda vit
í Føroya Kolvetni ikki
vera rímiligt sigur
nevndarformaðurin
Graham Stewart
OLJUFELØG Í
HORNATØKUM
Jan Müller
Ein partur av tí stuttu
søguni hjá Føroya Kolvetni
er tað samstarv, felagið
hevur havt við norska olju-
ráðgevingarfelagið Sagex
Petroleum, sum fekk
trupulleikar av Norsk
Hydro, ið stevndi Sagex
fáar dagar fyri, at Føroya
Kolvetni skuldi lata sína
umsókn inn um loyvi at
leita eftir olju undir Før-
oyum. Sagex noyddist tá at
pakka saman í Føroyum;
men søgan um Føroya
Kolvetni og Sagex Petrol-
eum er ikki liðug enn.
Nú Sagex er farið í rættin
í Oslo við krøvum móti
Føroya Kolvetni hava vit
hava heitt á nevndarfor-
mannin í Føroya Kolvetni,
Graham Stewart, um at siga
sína hugsan um hetta
samstarvið, sum byrjaði so
væl, og sum er endað í rætt-
inum og í ringasta føri kann
kosta føroyska oljufelag-
num nógvar pengar.
Graham Stewart sigur, at
avtalan, ið varð undirskriv-
að í februar 2000, gjørdi
Sagex til tekniskan ráðgeva
hjá Føroya Kolvetni; men
longu í mai 2000 hevði
Norsk Hydro lagt fútafor-
boð imóti teimum. Fúta-
forboðið bar við sær, at
Sagex ikki kundi arbeiða
víðari fyri Føroya Kolvetni.
Skuldi Føroya Kolvetni
luttaka í fyrsta loyvisum-
farinum, metti tað seg ong-
an annan møguleika hava
enn at slíta avtaluna við
Sagex. Hendan avgerðin
hevur ført til, at Sagex
hevur kravt endurgjald frá
Føroya Kolvetni, og av tí at
partarnir ikki eru komnir til
eina semju, hevur Sagex
tikið upp sakarmál ímóti
felagnum.
Sagex var stovnað av
fyrrverandi Saga Petroleum
monnum, ið høvdu drúgvar
royndir innan føroyska
jarðfrøði. Graham Stewart
og hini oddafólkini í Før-
oya Kolvetni høvdu tí havt
stórar vónir um samstarvið
við Sagex, sum byrjaði í
2000.
Graham Stewart vísir á,
at hóast álvarsligu trupul-
leikarnar,
sum
Føroya
Kolvetni fekk av stríðnum
millum Norsk Hydro og
Sagex, eydnaðist tað felag-
num síðani at samráða seg
inn í ein bólk, ið fekk til-
lutað loyvi í fyrsta føroyska
l o y v i s u m f a r i n u m .
Nevndarformaðurin í Før-
oya Kolvetni sigur víðari, at
hóast Sagex hevði arbeitt í
umleið ein fjóðring av
avtalaða tíðarskeiðnum fyri
Føroya Kolvetni, hevur
Føroya Kolvetni tó altíð
verið til reiðar at koma til
eina rímiliga semju. Men
Sagex er ikki nøgt við sem-
ingsuppskotið, og krevur
umframt fult endurgjald
sambært eitt-ára sáttmála-
num eisini eina ávísa nøgd
av partabrøvum í Føroya
Kolvetni til sera lágar
prísir. Hetta metur Føroya
Kolvetni ikki vera rímiligt.
Sakin koyrir nú sína
gongd í býrættinum í Oslo,
og verður væntandi tikin til
dóms til heystar, um ikki
ein semja er funnin áðrenn,
sigur Graham Stewart í
viðmerkingini til málið.
Hann ynskir ikki at gera
aðrar viðmerkingar, soleið-
is sum støðan er í løtuni.
Hendingarnar í New
York 11. september
ávirkaðu allan fíggj-
armarknaðin kring
heimin og kom hetta
eisini at ávirka ætl-
aninar hjá føroyska
oljufelagnum, FØR-
OYA KOLVETNI at
fara á børsin í Lond-
on eftir partapeningi
til leitingina á land-
grunninum. Nú fyri-
reikar felagið seg sum
fyrsta føroyska fe-
lagið nakrantíð at
fara á børsin í Lond-
on at fíggja sítt fram-
tíðar virksemi. Ætl-
anin er at selja parta-
brøv fyri 180 mill. kr.
OLJUFELAG OG
PARTAPENINGUR
Jan Müller
Tað er ikki bert úti í tí stóru
verð, at hendingarnar í
New York tann 11. sep-
tember hava havt sína á-
virkan. Í sambandi við
verkætlaninar, sum Føroya
Kolvetni hevur saman við
Agip á føroyskum øki, var
felagið í ferð við at fremja
eina partapeningahækkan.
Henda skuldi fara fram á
AIM (Alternative Invest-
ment Market), á London
Stock Exchange í seinra
helmingi av oktober mán-
aða 2001. Henda stóra
verkætlan varð løgd til
rættis saman við stóra
enska íløgubankanum Old
Mutual Securities í Lond-
on, sum frammanundan
hevur verið við til at veg-
leiða fleiri onnur oljufeløg í
at fáa fatur á altjóða parta-
peningi.
Síðsta hond varð løgd á
fyrireikingarnar, og alt var
klárt; men fíggjarmarknað-
urin var sum lammaður
eftir hendingarnar tann 11.
september, so eftir ráðum
frá serfrøðingum á økinum
varð avgjørt at útseta ætl-
anina, til marknaðurin aftur
varð til reiðar. Mett varð at
fíggjarmarknaðurin kemur
aftur í rættlag fyrsta árs-
fjórðing 2002.
Sosialurin hevur spurt
seg fyri hjá felagnum,
hvussu verður við umrøddu
partafelagstekning.
Gra-
ham Stewart, nevndarfor-
maður sigur við blaðið, at
ætlanin er at selja partabrøv
fyri upp ímóti 15 mill. pund
ella umleið 180 mill. kr,
fyri at felagið kann fíggja
sin part av útreiðslunum í
sambandi við verkætlan-
inar. Føroya Kolvetni hevur
í dag 7% av tveimum før-
oyskum leitiloyvum saman
við Agip, ið hevur hini
93%, men hevur avgjørt at
brúka sína optión og fara
upp til 22%.
Graham Stewart upplýsir,
at arbeiðið við at leggja til
rættis hesa partabræva-
hækkan hevur verið spenn-
andi men ikki uttan trupul-
leikar, av tí at føroysk og
ensk fíggjar- og lógarum-
hvørvi skulu samskipast í
eitt prospekt til møguligar
íleggjarar. Føroya Kolvetni
hevur tí eisini fylgt væl við
í málinum um tann før-
oyska partabrævamarkn-
aðin, sum tað vónar kemur
at virka í vár. Ætlanin er, at
partabrøv hjá Føroya Kol-
vetni skulu kunna keypast
og seljast á hesum mark-
naði, so skjótt sum hann er
klárur. Higartil hevur fe-
lagið einar 200 føroyskar
íleggjarar.
vann Sagex í hægri rætti og
eftir tað vildi Hydro hava
eina semju. Ikki fyrr enn
eftir tað segði Føroya Kol-
vetni upp sáttmálan.
Ein stórur trupulleiki
Terje Hagevang sigur seg
skilja, at Føroya Kolvetni
skal til at víðka sín parta-
pening. Hann heldur tí
eisini, at teir, sum tá ætla
sær at seta pengar í felagið,
mugu gera sær greitt, at
tað er óvist, hvussu stórur
partur av felagnum er frítt
umsetiligur,
tí
Sagex
Petroleum hevur krav uppá
ein
part
av
Føroya
Kolvetni. Teir halda eisini,
at teir hava krav uppá at
vera við til víðkanina av
partapeninginum við 20%.
– Hví 20%?
– Tí tað stendur í eini
avtalu vit hava við Føroya
Kolvetni, at næstu ferð teir
skulu hækka partapeningin
hava vit rætt til at keypa
20%. Tað átti ikki at verið
ein trupulleki fyri Føroya
Kolvetni, tí tá hava teir eitt
felag, sum kennir olju-
bransjuna, og sum eigur
pengar, og sum vil seta teir
í FK. Tað burdi bara verið
ein fyrimunur fyri teir.
Annars
heldur
Terje
Hagevang tað vera løgið at
kalla seg føroyskt felag, tá
felagið í veruleikanum er
skrásett á oynni Guernsey,
og har eingin veit, hvør
eigur meginpartin av pen-
inginum í tí. Orsakað av
serligu viðurskiftunum á
Guernsey fær tú heldur
ongar
upplýsingar
um
eigaraviðurskiftini, og tað
heldur fyrrverandi nevnd-
arlimurin í Føroya Kol-
vetni vera sera óheppið.
– Fyri at Føroya Kolvetni
kann vera við í leitingini
næsta ár so mugu teir
útvega fleiri pengar og vit,
sum vilja seta pengar í
Føroya Kolvetni vilja hava
vita, hvussu støðan er í
felagnum. Eg gangi út frá,
at teir vilja siga, at vit bara
skaptu teimum trupulleikar
og tí skylda teir okkum
heldur einki. Men vit hava
eina avtalu at vísa á. Terje
Hagevang undirstrikar, at
úrslitið av tí arbeiði teir
gjørdu var, at Føroya
Kolvetni slapp uppí tvey
loyvi.
– Hava tit ikki verið ov
alt ov grátigir?
– Nei avgjørt ikki.
Áðrenn vit fóru at arbeiða
fyri Føroya Kolvetni var
tað eingin, sum hevði hoyrt
nakað serligt um felagið,
til vit fóru undir at útvikla
tað, fingu tað á føtur og
gjørdu eina strategi og
profil fyri felagið. Er nakar
grátigur, so er tað onkur
annar, sum situr aftanfyri
og stýrir. Og hesir eru
kanska bangnir fyri at
missa part av eigaraskap-
inum í felagnum. Tí vilja
teir eftir øllum at døma
einki hava við okkum at
gera.
∆
Føroya Kolvetni til reiðar
at finna semju
Fyrsta føroyska felagið á altjóða
virðisbrævamarknaðin
Terje Hagevang, stjóri í Sagex her saman við Graham Stewart, nevndarformanni og Nils
Sørensen, stjóra í Føroya Kolvetni, áðrenn rættarmál løgdu forðingar fyri samstarvinum
Mynd Jan Müller
Graham Stewart, nevndarformaður og Nils Sørensen, stjóri
her á oljuráðstevnu í Stavanger. Loksins verða ætlanir teirra
um at fara á børsin í London at útvega partapening til
komandi boring til veruleika
Mynd Jan Müller
C
M
Y
K
9
8