mánadagur 29. mars 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 61 - 29. mars 2010
Stuldur
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Seinastu vikurnar hava verið óvanliga
nógv innbrot í Vágum, og hetta
vikuskiftið hava aftur tvey verið.
Leygarmorgunin varnaðust grannar,
at óbodnir gestir høvdu verið í einum
húsum, sum stóðu tóm.
Rúturin í høvuðshurðini var brotin.
Politiið heldur ikki, at har er stolið
nakað, men tann ella tey, sum hava
verið inni og rótað í skápum og
skuffum.
Í morgun kom ein nýggj fráboðan um
innbrot í Miðvági.
Maðurin varnaðist innbrotið, tá ið
hann kom heim úr útlondum.
Ein rútur í einum vindeyga varð tikin úr.
Í hesum førinum hava tjóvarnir verið
í frystiboksini og tikið turt og ræst kjøt,
og haraftrat hava teir tikið nakað av
peningini.
Politiið veit ikki, um nakað samband
er millum hesi bæði innbrotini og tey
undanfarnu.
Stolið mat í Miðvági
Felagarnir sovnaðu
Ein maður varð tikin koyrandi
fullur leygarkvøldið í Havn.
Hann hevði einki koyrikort, og
felagar hansara í bilinum vóru
eisini dýrandi fullir
rúSdrekkakoyring
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Seint leygarkvøldið fekk politiið í Havn
fráboðan um ein bil, sum koyrdi Yviri
við Strond, og einki fantilsi var á
koyringini.
Politiið steðgaði bilinum í Haoyvík,
og tað vísti seg, at bilførarin var fullur,
og haraftrat hevði hann einki koyrikort.
Hann hevði verið ein biltúr í Havn
saman við tveimum vinmonnum og var
tá á veg heim aftur í Eysturoynna.
Politiið fór við bilføraranum at taka
blóðroynd, og tá ið politistarnir komu
aftur til bilin, lógu hinir báðir fullu
menninir í bilinum og svóvu.
Boðini, sum teir fingu, vóru at finna
sær onkran annan fart inn í
Eysturoynna.
Allir tríggir menninir vóru tilkomnir.
Grønland fyrimynd
Grønland skal hava ein lut í tí danska menningar
arbeiðinum í tí fátæka partinum av heiminum. Tað
samdust danski menningarmálaráðharrin, Søren Pind,
og Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, um í síðstu
viku. Kuupik Kleist sigur við KNR, at grønlendingar
hava drúgvar royndir innan fiskivinnu og at umsita
tilfeingið í náttúruni, og at fólk í menningarlondunum
kunnu fáa gagn av teimum grønlendsku royndunum.
Ein av fyritøkunum, sum menningarlondini kunnu læra
av, er Royal Greenland, og fyritøkan hevur longu víst
ætlanini stóran áhuga.
EHB risastórt tap
Alt bendir á, at húsagangurin hjá danska EHB Bank
og grunni bankans fer at kosta meiri enn seks milli
ardir krónur. Tað sigur Jørn Astrup Hansen, sum er
settur til nevndarformann í tí, sum er eftir av bankan
um, og sum tað almenna Finansiel Stabilitet hevur
yvirtikið. Jørn Astrup Hansen sigur við Børsen, at
húsagangurin hjá EHB Bank er av "olympiskari
stødd", sum hann tekur til. Fíggjareftirlitið kunn
gjørdi í síðstu viku, at tað hevur meldað gomlu leiðsl
una í EHBbankanum til løgregluna fyri at hava svik
að við kursvirðinum á partabrøvum bankans.
Kommunan og
havnamyndugleik
arnir í Runavík fara
í morgin at viðgera
málið um trolbátin
Búgvan, sum antin
sakk ella varð søktur
út fyri Skipanes í
seinastu viku
SkipSvrak
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Trolbáturin
Búgvin
av
Toftum liggur framvegis á
havsins botni inni á Skála
fjørðinum, men verður tað,
sum Kongshavnar havna
stýri vil, verður báturin
tikin upp aftur.
Fundur um hetta verður í
morgin,
sigur
Magnus
Rasmussen, borgarstjóri í
Runavík.
Fundurin verður millum
havnamyndugleikarnar,
kommununa, og møguliga
verður politiið eisini við.
Politiið arbeiðir við máli
num, tí illgruni er um, at
báturin var søktur við vilja,
og tað er starnfliga bannað.
Eigarin hevur sjálvur sagt,
at báturin lak og tí sakk.
Súni í Hjøllum, formaður
í Kongshavnar havnastýrið
segði um vikuskiftið við
Portalin, at uttan mun til
um skipið sakk ella varð
søkt, er hetta eitt álvarsmál
fyri umhvørvið. Havnastýrið
fer undir ongum umstøðum
at góðtaka, at Skálafjørðurin
verður brúktur sum kirkju
garður fyri gomul skip, og
tí er tað ett áfrávíkiligt krav
frá
havnastýrinum,
at
Búgvin verður tikin upp
aftur fyri eigarans rokning.
Eigarin
Jákup Adreas
Hentze segði við Rás2
fríggjadagin,
at
hann
sleipaði sjálvur bátin og
ætlaði at sleipa hann heilt
inn á Skálafjørð, har hann
skuldi høggast upp, men av
tí at veðrið var so ruskut,
legði hann at á Skipanesi.
Men haðani rak virkandi
havnameistari hann burtur.
Tá ið hann so fór frá landi
aftur, sakk Búgvin.
Fundur í morgin um Búgvan
Búgvin hevur ligið í fleiri ár og
hevði einki fiskiloyvi
Mynd: Skipalistin