Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mars 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 61 - 29. mars 2010 Grønland ferðamál Grønlendingar leggja seg eftir at fáa fremmand ferðafólk á vitjan, og grønlendska ferðavinnan var væl umboðað á einari ferðavinnustevnu, sum júst hevur verið í Miami í USA. Eitt av úrslitunum er, at reiðaríið Azamara Cruise hevur gjørt av at senda skipini Azamara Journet og Azamara Quest til Grønlands á sumri í 2012 við næstan 1.400 ferðafólkum. Fimm grøn­ lendskar ferðaskrivstovur vóru á stevnuni í Miami saman við tí almenna ferðavinnuráðnum. Kvøldskúlaframsýning í Hovi 27. og 28. mars Aftur í ár verður Savnið á Mýri í Hovi karmur um framsýning við tekningum og akvarel málningum, sum næmingar við Pokeris kvøldskúla hava teknað hetta vetrarhálvárið undir leislu av Hans Jørgen Remmer úr Hovi sum lærara í tekn­ ing og myndlist. Sjálv framsýningin verður eins og undanfarin ár hildin í »Fiska­ stovuni« á savninum, sum er sera vælegnað framsýningarhøli til ymiska hand­ list, mynd­ og málningalist. Kvøldskúlaframsýningin í Savninum á Mýri í Hovi verður opin leygardagin 27. mars og sunnudagin 28. mars frá klokkan 15 til 18. Bara eitt procentstig fleiri høgt útbúgvin fær BTÚ at vaksa við umleið einum procentstigi. Tað vísir nýggj donsk kanning, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni KANNING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Høgt útbúgvin hækka vøksturin í teimum donsku fyritøkunum. Tað vísir ein nýggj kanning, sum er gjørd av granskarum á Copen­ hagen Business School. Kanningin er grundað á upplýsningar frá 138.372 fyritøkum innan framleiðslu­ og tænastugeiran. Ein hækking við einum procenti av høgt útbúnum hækkar BTÚ við umleið einum procentstigi. Innan framleiðsluídnaðin eru tað serliga tær tøkniligu og samfelagsvísindaligu útbúgvingarnar, sum hava stóra ávirkan (1,5 procent­ stig). Meðan tær human­ istisku útbúgvingarnar hava munandi minni ávirkan – 0,6 procentstig. Tá kanningin vísir eina so stóra ávirkan á sam­ felagsbúskapin av at økja partin av starvsfólkum við einari hægri útbúgving, er tørvur á at hyggja eftir, hvussu við kunnu hækka talið av ungum, sum taka eina hægri útbúgving, sigur ráðgevi hjá DI, Sarah Gade Hansen. Hon vísir á, at tað eigur at verða fokus á útbúgvingar innan tey øki, sum skapa størst vøkstur í fyritøkunum, so sum tær tøkniligu og samfelagsvísindaligu út­ búgvingarnar. Harafturat er tørvur á at hava serligt fokus á tey øki, har tað í framtíðini verður stórur tørvur á arbeiðsmegi, t.d. verkfrøðingar, staðfestir Sarah Gade Hansen. Men gongdin hevur higartil verið skeivan veg. Hesi seinnu árini hevur hækkingin í framleidninum verið munandi lægri í Danmark enn í meginparti­ num av teimum OECD­ londum, Danmark samanber seg við. Og við at samanbera við onnur lond, vísir tað seg, at Danmark ikki longur er eitt av teimum londunum, sum hevur hægsta lutfall av 25 ­ 36­ára gomlum við eini hægri útbúgving. Harafturat vísa altjóða samanberingar, at vit útbúgva færri við eini tøkniligari hægri útbúgving enn hini ES­londini. Tað er tørvur á at taka fatur á hesum trupulleikum, um framleidni skal hækka í Danmark, sigur ráðgevin hjá DI. Høgt útbúgvin skapa vøkstur Á ársaðalfundinum hjá Eik varð samtykt at minka nevndina við einum nevndarlimi og at stytta valskeiðið við einum ári. Samstundis er ein útlendingur valdur í nevndina fyri Eik Banka Aðalfundurin fyri 2010 varð hildin í Norður­ landahúsinum í Havn, 27. mars, og hesi mál vóru á dagsskrá: • Frágreiðing frá nevndini um virki hjá Eik í farna ári varð samtykt. • Framløga av grannskoðari ársfrásøgn varð góðkend. • Avgjørt varð at flyta undirskotið til komandi ár. • Uppskot um at heimila nevndini at lata bankan ogna sær egin partabrøv í tíðini fram til næsta ársaðalfund varð samtykt. • Uppskot um broyting í viðtøkunum fyri Eik Banka P/F varð samtykt. • Jacob Leth varð valdur í nevndina fyri Eik Banka P/F. • Hans Laksá, statsgóðkendur grannskoðari og grannskoðaravirkið Deloitte í Danmark vórðu vald sum óheftir grannskoðarar. Nevndarval Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali, nevniliga Mathea Hilduberg og Finnbogi Niclasen, men hvørgin teirra tók við afturvali. Av tí, at uppskotið um at minka nevndina við einum varð samtykt, varð bert ein nýggjur limur valdur í nevndina. Hesin er danin og føroyavinurin Jacob Leth, sum samstundis er fyrsti útlendingur í nevndini fyri Eik Banka. Tó hava danir sitið í nevndini fyri Føroya Sparikassa í síni tíð. Jacob Leth er ikki ókendur í Føroyum. Hann sat millum annað sum dómari við Føroya Rætt í tíðarskeiðnum 1977­1981, og hevur síðan javnan vitjað aftur. Hann skilir og lesur føroyskt rímiliga væl, og hevur ígjøgnum arbeiði sítt sum forstjóri í Sparekassen Kronjylland frá 1987 til 2009 eisini havt tætt samband við Eik Banka. Ein onnur avleiðing av, at uppskotið um at minka talið av aðal­ fundarvaldum nevnd­ arlimum varð viðtikið er, at talið av starvs­ fólkavaldum limum í nevndini minkar lut­ falsliga í 2012, og verður trý. Aðalfundurin sam­ tykti eisini at stytta valtíðarskeiðið niður í trý ár. Eftir aðalfund­ in skipaði nevndin seg við Frithleifi Olsen sum formanni og Odd Bjellvåg sum næstformanni. Eik broytir viðtøkur Frithleif Olsen