Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mars 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Nr. 61 - 29. mars 2010 Minst 38 fólk doyðu, tá tvær kvinn ur sprongdu seg í luftina í undir grundar­ breytini í Moskva tíðliga í morgun Yvirgangur Árni Joensen arni@sosialurin.fo Klokkan á Lubyanka-støð- ini í undirgrundarbreytini í Moskva var 06.56 í morgun, og fólk í túsundatali runnu ímillum tokini, tí tey skuldu til arbeiðis. Brádliga var ein ógvusligur brestur, og alt var í einum ruðuleika. Fleiri róptu, onnur skríggjaðu, og tey flestu tóku til beins fyri at sleppa burtur. 45 minuttir seinni endur- tók søgan seg á undir grund- arstøðini Park Kul turij, sum er tætt við Moskva-ánna mið- skeiðis í høvuðsstaðnum. Russisku myndug leik ar- nir staðfestu skjótt, at talan var um tvær bumbu spreing- ingar, og at høvdu kravt 38 mannalív. Sostatt var greitt, at talan var um yvirgang, og seinni segði borgarstjórin í Moskva, at tað vóru tvær kvinnur, sum høvdu sprongt seg í luftina við bumbun- um. – Eftir teimum upp lýs- ingum, sum vit hava nú, høvdu kvinnurnar bundið spreingievnið um miðjuna á sær, segði Jurij Sjomin, sum er leiðari fyri ákæru- valdinum í Moskva, við tíðindastovuna Interfax. Ein russisk tíðindastova segði, at onnur kvinnan hevði havt tvey bumbubelti um miðjuna, men at bara annað brast. Russisku tíðindastov ur- nar skrivaðu fyrrapartin, at myndugleikarnir bóru ótta fyri fleiri atsóknum, og at loftferðslumyndugleikarnir høvdu hert eftirlitið í øllum floghavnunum. Úr Kaukasus Fyrrapartin hevði eingin átikið sær ábyrgdina av at sóknini í Moskva, men russisku tíðindastovurnar skrivaðu, at myndug leik- arnir høvdu illgruna til islsmakar uppreistrarbólkar, sum eru virknir í teimum ófriðarligu økjunum í norð- ara parti av Kaukasus. Russiski forsetin, Dmitri Medvedev, segði fyrra- partin, at russisku myndu- gleikarnir fara ongantíð at steðga bardaganum ímóti yvirgangi, og at tilburðurin í morgun skal kannast til botns. Atsóknin í morgun er tann fyrsta í Moskva síðani august í 2006. Tá sprongdi ein sjálvmorðsbumbumaður seg í luftina uttan fyri eina undirgrundarstøð og tók níggju fólk við sær í deyðan. Ta ferðina váttaðu uppreist- rar menn í Kekenia, at teir høvdu sent bumbumannin til Moskva. Kannast umaftur Ein meiriluti í danska Fólkatinginum umhugsa at seta eina nevnd at kanna eldsbrunan umborð á ferjuni ”Scandinavian Star” fyri 20 árum síðani. Vanlukkan kostaði 159 mannalív. Danski Fólkaflokkurin, Sosialistiski Fólkaflokkurin og Eindarlistin taka undir við at seta ein nevnd at kanna vanlukkuna, men Sosialdemokratarnir og Tey Radikalu hava ikki tikið støðu enn. Málið kemur til viðgerðar í Fólkatinginum tann 15. apríl, tá eitt spurnarorðaskifti verður um tað. Lars Barfoed, løgmálaráðharri, er ímóti at seta kanningarnevndina. Sosialistisk Ungman­ nafelag endurstovnað Nøkur ung javnaðarfólk hava tikið stig til at endurstovna Sosialistiskt Ungmannafelag - SU, sum upprunaliga varð stovnað í 1965. Á heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum verður boðað frá, at lív aftur er komið í SU, sum felagið vanliga varð kallað. Tað eru nøkur ung, sum hava tikið seg saman at endurstovnað ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum. Nøkur teirra fara til Esbjerg á eitt páskaskeið sum DSU (Danmarks Socialdemokratisk Ungdom) skipar fyri. Eftir ætlanini skal íslendska stjórnin hava níggju limir ella tað sama sum okkara landsstýri Ísland Árni Joensen arni@sosialurin.fo Tað var á landsfundi hjá Sam fylkingini um viku- skift ið, at floksformaðurin, Jóhanna Sigurðardóttir, for- sætisráðharri, boðaði frá hugskotinum um eina um - fatandi broyting í teirri almennu umsitingini. Íslendska stjórnin hevur í løtuni tólv ráðharrar, men ætlanin hjá forsætisráð harr- anum er at leggja nøkur aðalráð saman, soleiðis at ráðharratalið fer úr tólv niður í níggju, og tað skal gerast longu í ár, sigur hon. Jóhanna Sigurðardóttir boðaði eisini frá umfatandi rationaliseringum, sum skulu skerja útreiðslurnar til ta almennu umsitingini. Hon nevndi, at í løtuni eru umleið 200 almennir stovn- ar av ymsum slagi, men at eftir ætlanini verður talið 120 um tvey ella trý ár. Í hesum tíðarskeiði fer stjórn- in at endurskoða virksemið og uppgávurnar hjá stovn- un um og at leggja summar teirra saman. Sambært forsætis ráð harr- anum er talæan um ta størstu broytingina í ríkis- umsitingini nakrantíð. Ísland skal hava færri ráð­ harrar og minni umsiting Jóhanna Sigurðar dóttir: – Íslendska stjórnin skal hava færri ráðharrar, og stovnar skulu leggjast saman Mynd: Vísir Yvirgangsbumbur í Moskva