Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mars 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 61 - 29. mars 2010 Sosialurin Tann kryptiska samgongan Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he- vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Jaspur Langgaard jaspur@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Svein Rógvi Nielsen Ljósstein sveinrogvi@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00-20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Framtíðin hjá sitandi samgongu sær rættiliga døkk út. Sjálvt løgmaður heldur støðuna vera »kryptiska«, og tað boðar so ikki frá góðum. Nú kenna vit ikki enn innhaldið í hesum góða karmi, sum samgongan hevur biksast við seinastu dagarnar, men Fólkaflokkurin hevur klárt boðað frá, at hann vil hava fleiri sparingar, meðan Javnaðarflokkurin og Sam- bandsflokkurin standa fastir við, at valda loysnin er »loysnin« til tess at varðveita væl- ferðina. So fáa vit at síggja, um tað fer at røkka ella støkka hjá løgmanni. Men vit kunnu ikki annað enn geva Jóannesi Eidesgaard rætt, tá hann sigur, at um Fólkaflokkurin ikki kann standa saman við restini av samgonguni um fíggjarkarmin, so kann eingin floksformaður krevja nakran tingmann at standa saman um nakað sum helst. Men politikkur er so løgin. Størstu mótpólarnir í politikki hava fleiri ferðir staðið saman, tá á hevur staðið. Fyri knøppum 20 árum síðani varð ein tvíflokkasamgonga skipað millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin. Tá leikaði hart á við vaksandi arbeiðsloysi og svárum fíggjarvánum. Men tvey týdningarmikil mál hjá Javnaðarflokkinum fingust ígjøgnum politisku skipanina: Lógin um Arbeiðsloysisskipanina og Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin – vanliga nevndur Sambaldsfasti. Um Fólkaflokkurin hesaferð stingur halan millum beinini, tí hann ikki fær fleiri sparingar – so livir hann fult upp til skuldsetingarnar um ábyrgdarloysi, tá fólkaflokssamgongan lækkaði blokkin – uttan at tryggja, at aðrar inntøkur komu í staðin. Hetta var ein illa umhugsað avgerð, gjørd í óðum verkum fyri at dokumentera legitimitetin hjá full veldis- landsstýrinum. Sviðan kenna vit nú, hóast kávalótir og umberingar. Hvussu leikur fer, fáa vit helst ikki at síggja fyrr enn eftir páskir. Men ein møguleiki er, at Tjóðveldi fær plássið hjá Fólkaflokkinum í samgonguni. Tá kunnu Tjóðveldi og Sam- bandsflokkurin prógva, um tað ber til hjá tveimum mótpólum í føroyskum politikki at føra skilagóðan politikk. Men »kryptiskt« verður tað – og tað verður tað eisini, um nýval verður útskrivað. Tað er gott at vísa máli okk ara miklan sóma, tí málið er týdningarmesti sam skiftismiðil, sum vit øll eiga at fara væl um. Nú var so »Dagur Málsins« hildin fyri fyrstu ferð í auluni á studentaskúlanum í Hoy­ dølum, 25. mars ­ dagurin, tá ið V. U. Hammershaimb var borin í heim í 1819, eisini nevndur faðirin at føroyska skriftmálinum (1846). Endamálið við "Degi Málsins" er at heiðra einstakling, virki ella stovn, sum hevur verið við til at ríka føroyska málið. Sostatt var tað Jóhan Hendrik W. Poulsen, sum fyrstur fekk uppiborið henda heiður. Tað er altíð áhugavert at lesa um tað, sum skrivað verður um føroyskt mál, og hugskotini kunnu vera mong, hvussu vit menna áhugan hjá ungum at verja og røkja málið. Eg haldi, at skúlarnir og serstakliga fjømiðlarnir eiga at ganga á odda, tí fjømiðlarnir hava stóra ávirkan á málið. Svenning Tausen, lærari, hevur skrivað um málrøkt, og Eyðun á Borg hevur verið rættiliga sjónligur at gjørt vart við seg í bløðunum; og í ár er so komin út ein bók um málrøkt, sum Róðin Thomsen hevur skrivað. Vónandi fer "Dagur Málsins" at eggja og stimbra til kjak um tað, sum er gott føroyskt mál. Hendan sokallaða sam­ gongan, ella rættari sagt »paroudi« av eini sam­ gongu, sum nú situr fyri aðru ferð við valdið, hevur snøgt sagt ongantíð virkað av sonnum! Nú grulva teir: Longu frá byrjan av, varð gongulagið sera vánaligt. Hon sløraði alla tíðina, sum ein fullur maður, og tað síðsta, sum nú fer fram vísir, at samgongan nú er farin at grulva, og roynir at toga seg við neyð og deyð so langt framá, sum tað letur seg gera, við tí eina endamálið, at varðveita maktina. Flokkarnir eru alt ov ymiskir, samstundis sum floksagin ikki finnist í nøkrum av teimum. Størsti munurin er á Javnaðar­ flokkinum og Fólka flokk­ inum. Javnaðarflokkurin hevur roynt at ríða á tveim­ um hestum, við tí úrsliti, at Fólkaflokkurin er tann, sum verðuliga hevur havt so at siga alt valdið. Flokkurin, sum datt á gólvið: Tá vit hyggja eftir t.d. heilsu­ og sosialpolitikk­ inum, hevur her reinur fólkaflokspolitikkur verið førdur. Syndarliga úrslitið kenna vit øll ídag, sum er fari fram við Javnaðar­ floksins vælsignilsi, meðan óteljandi mannalagnur liggja í sori. Tí er Javn­ aðar flokkurin mest at líkna við ein flokk, sum er dottin á gólvið, og liggur lenda­ brotin har, og sum verður tungur at lyfta aftur, um nakar verður førur fyri tí. Trivið kundi verið í so mangt annað, t.d. fiski­ vinnupolitikkin, sum hevur verið førdur, men skal eg ikki troytta nakran, við at leingja hetta lesarabrævið, tí hetta kenna øll. Hví skulu vit føroyingar straffast? Eg spyrji tí, hvat hevur føroya fólk gjørt galið, at vit framhaldandi skulu straffast, við at hava hesa sorlaðu samgonguna sitandi, sum ikki eingong dugur at stýra sær sjálvari. Eg haldi ikki vit føroyingar hava hetta uppiborðið, og vil eg tí heita á hesar tríggjar flokkarnar,um at leggja frá sær. Gaman í er eitt nýval dýrt, men vit hava ikki ráð at hava hesa samgongu sitandi, sum bara hugsar um at varveita valdið, og leggur vertin á føroya fólk. Kári P syngur: Øll klípast og klandrast at tryggja sær sess hygg annarhvør ungi nú føðist við stress Tað, sum nú fer fram, er ein vanærulig skomm, sum skommum frættist langt út um landoddarnar!! Hvat hevur Føroya fólk gjørt galið? kv@olivant.fo KAI VÁgFjALL Føroysk málrøkt Fleiri viðmerkingar á s. 14 og 29 TórIr j. joENSEN