Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mars 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 61 - 29. mars 2010 13 lýsing Nýggj avsláttarskipan Nú fært tú avsláttur av inngjaldinum til Tryggingarfelagið Føroyar, um tú hevur tvær ella fleiri privatar tryggingar hjá okkum. Fleiri tryggingar tú hevur, størri avsláttur fært tú. Bil-, innbúgvs-, sethúsa- og vanlukkutryggingar kunnu verða við til at geva tær avsláttur upp til 15%. Hevur tú harafturat inngjald til Betri pensjón, kanst tú fáa heilt upp til 32% avsláttur. Avslátturin verður latin av tínum inngjaldi til Tryggingarfelagið Føroyar. Les meira um tín avsláttur á trygging.fo UPP TIL 32% Tað eru bara privatar bil-, innbúgvs-, sethúsa- og vanlukkutryggingar, ið eru avsláttargevandi, tá umræður at fáa upp til 15% avsláttur av inngjaldinum til Tryggingar felagið Føroyar. Bil- og sethúsatryggingar kunnu telja við fleiri ferðir í skipanini (um tú hevur fleiri tílíkar tryggingar), meðan innbúgvs- og vanlukku trygging bert telja við eina ferð hvør. Avslátturin verður tó latin av samlaða inngjaldinum til allar privatar skaðatryggingar hjá Tryggingarfelagnum Føroyum. Ert tú harumframt ”Ú-kundi”, fært tú 20% avsláttur oman á tey fyrstu 15% av inngjaldinum til Tryggingarfelagið Føroyar. Ein ”Ú-kundi” rindar í minsta lagi 18.000 kr. í árligum inngjaldi til Betri pensjón (www.u-dagur.fo). Av tí, at talan er um 20% av eini upphædd har 15% longu eru tikin av framman undan, verður endaligi avslátturin tó í mesta lagi 32%. Avsláttarskipanin kemur í gildi 1. mai 2010. 2 tryggingar = 3% avsláttur 3 tryggingar = 8% avsláttur 4 tryggingar = 12% avsláttur 5 ella fleiri = 15% avsláttur 5 ella fleiri + Betri pensjón = 32% avsláttur 3% 8% 12% 15% 32%