mánadagur 29. mars 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 61 - 29. mars 2010
Eg havi faktiskt eina
kanning eftir Joseph
Rowntree Foundation at
“prógva” tað, ið nettupp
konkluderar, at menn
heldur vilja lurta at steik
1 í Rás 2, ella bispi, ella
arbeiða í einum banka,
enn at mala aftur og
fram í køkinum við
einum niðurnívdum
menniskjahvølpi
Spyr meg ikki hví og hvussu,
men av eini pøsandi mongd av
opportunistiskum heimasíðum
ætlað komandi pápum datt eg
framá eina veruliga løgna eina.
Hon eitur www.netbaby.dk.
Síðan skjýtur á ein sovorðan
bleytan og betrivitandi máta
upp, at komandi pápar lurta at
barninum í lívmóðirini, binda
seg til barnið, hoyra tann fyrsta
hjartasláttin og, fyri alt í
verðini, eru sunnir.
Tað vil siga, vera solidariskur
mótvegis tínum betra helmingi
við at geva upp alt býarlív,
sigarettir og reyðvín til búffin,
renna fyri lívið, haitibúgvar og,
ja, tú ert við.
H
eimasíðan fæst við
klumsut um klisjeum
sosum “tal med nogen om dine
tanker; snak med din partner,
din far, din bedste ven eller en
kollega, der selv har fået børn”.
Men sjálvandi fert tú ikki tað.
Eingin við sítt fulla vit fer at
“tosa” við nakran um tað, at
blíva pápi; manglar bara, at vit
nú eisini skulu skriva eina
“babba-dagbók” soleiðis at, “tú
veitst, vit kunnu skilja okkara
innastu tankar”.
Eisini halda hesi sosial stýr-
andi heilsufólkini handan
heimasíðuna, at tað hevði verið
ein forbiið góð idé, um tú
fortaldi tínari kvinnu, hvussu
tú nýtur at síggja hennara
maga gerast størri... og størri...
og størri.
Men hvat er nú hetta fyri
nakað svass? Hvussu kanst tú
njóta ein bølnandi búk? Og
sjálvt um tú, við nátturða-
borðið, sigur við frúuna, at tú
gert tað — og sostatt lýgur!
— tá finnur hon útav tí, og so
fært tú av at vita fyri hetta.
E
isini mæla tey okkum til
at “følge med i din babys
fosterudvikling — du vil
uden tvivl blive forbløffet.”
Ja, óivað. Talan er jú um eina
mótsøgn, av tí at “eitt barns
fosturmenning” ikki er til. Tí
fyrst hevur tú fostur, altso
manalív, síðani—umleið eftir
12. viku—barn, altso
menniskja.
Og so skalt tú, afturat øllum
hinum, til at lesa hart fyri
barninum, fostrinum, what-
ever!, og spæla tónleik fyri tí
mestsum gerandisliga. Men
hetta er jú alt ov útlúgvandi, og
børnini, tá ið tey einaferð koma
út úr okkara fantastiska partn-
ara, sum vit nú eru í ævigum
takksemi til, forrestin, enda
kortini sum nakrir forkelaðir
lortendar klatrandi í trøunum
heldur enn at dyrka Mozart og
takka okkum fyri alt tað, vit eru
fyri tey.
O
maná alt hetta skalt tú ikki
bara vera har, tú-veitst...
“til staðar”, men “vera á”,
umframt at átaka tær heilt
fremmandar skyldur sum til
dømis at seyma knappar í aftur
skjúrtuna, skilja klæðini áðrenn
tú vaskar tey og so fortelja
unnustuni, hvussu nógv tú
nýtur at ansa eftir lítla beiggj-
anum.
Men tað er jú heilt óerligt at
billa sær inn, at ein maður
heldur tímir at skifta blæur,
spæla við eitt menniskja við
javnt somu førleikum sum ein
sjimpansa og gera løgin ljóð til
tess at fáa eitt nøkulunda
rationelt samskifti í lag enn at
arbeiða.
Tá ið samanum kemur, hugsi
eg, halda vit mannfólk tað vera
nakað so keðiligt at húgla um
pinkubørn; eisini hasi, tú hevur
evstu ábyrgd og umsiting av,
“tíni egni”.
Og eg havi faktiskt eina
kanning eftir Joseph Rowntree
Foundation at “prógva” tað, ið
nettupp konkluderar, at menn
heldur vilja lurta at steik 1 í
Rás 2, ella bispi, ella arbeiða í
einum banka, enn at mala aftur
og fram í køkinum við einum
niðurnívdum menniskjahvølpi.
Hetta eigur ikki at gera meg
til ein neandertalskan sexist-
iskan grís, tá ið eg bara sigi,
sum er—hóast tað helst er
presiss tað, persónligu feminist-
arnir nú halda meg vera. Og eg
sum helt, at kvinnur vildu
erligheit...
O
g brenni meg um hesi
menniskjuni ikki eisini
vilja hava okkum at royndar-
koyra túrin til sjúkrahúsið. Men
uttan so at onkur babyhatari
hevur førkað tað í
viðgongutíðini, hvat er tá
poengið við hesum?
Við slagorðinum “betragt dig
selv som ve-partner” heita tey á
okkum um at vera til reiðar við
nøkrum “isklumper”. Hetta,
opinberiliga, fyri at fáa konuna
at hugsa um okkurt annað.
Harragud.
Netbaby.dk endar við hasi
ótólandi klisjeini, “forbered dig
på at være uforberedt”. Genialt,
og takk so miriliga, tit!
S
purningurin er nú so bara:
hví? Hví øll hesi niðurlát-
andi tilmæli? Satt at siga, havi
eg hug at siga sum sonurin,
“danskt pjatt”, hevði tað ikki
verið fyri tí, at okkurt annað
býr aftanfyri slíkt kynsstillandi
snor desainað at óseksualisera
mannaættina.
Eg veit ikki, um tað kemur
dáttliga á tey, men faðirskapur
hevur eksisterað í eitt longri
tíðarskeið nú. Eg havi so ein
pápa, og hann hevði ein. Og
fari eg ikki heilt skeivur, var
abbi eitt produkt av einum pápa
eins væl og eini mammu.
Uttan nakra uppíblanding frá
einum riðili av alvitandi og
ullintum krukkum nóg inn-
bilskar at halda seg sita inni við
nøkrum upplýsingum, ið
onkursvegna glapp okkum úr
høvdinum, hevur eitt ótal av
mannfólki vant sínar synir og
døtrar at verða lóglýdnir, klókir,
stuttligir, sjarmerandi og
brúkiligir limir í samfelagnum.
Babbar vóru, við øðrum
orðum, frælsir at ala upp síni
børn, sum tað hóvar teimum —
og Gud forbjóði, at teir verða
kallaðir nakað so ómodernað
sum “pápar”.
Tað vóru eingi moralsk krav-
boð frá kvinnum, ið einaferð
vóru menn, ella faktiskum
kvinnum, ella “próvgrundandi”
myndugleikum, um at súgva í
seg møsn eins og: “Tá ið barnið
er blivið trý til fýra mánaðar
gamalt, hevði tað verið eitt
hugskot at introdusera spøl; ger
hetta uppá ein hátt, ið er aktivur
og luttakandi (heldur enn bert
observerandi).”
S
igur hvør? Sjálvsovur met-
andi høvundar, sum eygna
ein máta at fáa ræði á
jarðbundnum verum.
Og seinni í lívinum, tá ið
børnini fara í skúla, fáa tey ein
fullvegis táputryggjaðan for-
mul ar frá hasum har “heilsu-
eitt-ella-annað” hjá okkum og
barninum at fylla út. (Jú,
heilsu frøðingar, kalla tey seg.)
Vit greiða frá, at hon hevur tað
gott í skúlanum, í fríkorteri-
num, og at frítíðin er góð. Vit
fáa síðani at vita, sera informa-
tivt, at hon hevur tað gott í
skúl anum, í fríkorter inum, og
at, mín sann, frítíðin er góð.
Genialt.
Umframt hetta, ein eykaágóði
fyri dýrgoldna skattin, hugsi eg,
fáa vit at vita, at tað er gott at
hava nógvar vinir. Men tað,
sum veruliga tók meg á bóli,
var heilsuliga avdúkingin, at tað
er gott at gera ymiskt við
familjuni, og at tað var ordiliga
gott, at vit gjørdu tað. Á denn
vísdómur!
Men so endar formularurin í
nøkrum, sum hevur við heimið
at gera — hvat vit gera, hvussu
vit gera tað, songartíð og ann að
— ið ikki rakar nakran annan
enn okkum; og so slettis ikki
nakran sneytandi og dagd vølj-
andi myndugleika. Tað er fakt-
iskt nakað, ið eitur privatlív!
M
en hvat um vit ikki gera
tað, sum “tey klóku”
prædika? Verða vit handtikin,
um ikki vit kroysta okkara
mannfólkaoyra at lívmóðirini,
ella um vit spæla handa
populer køstin hjá Rás 2 heldur
enn Mozart, ella fylgja
leiðreglunum hjá Gigni.
Verða vit førdir framman fyri
einum illum heilsutoymi, ið júst
hevur verið á einum av hasum
har ótólandi liðlaðandi yvir-
livilsistúrunum, bert tí vit ikki
fylgdu teirra tilráðingum um
hvussu vit babbar eiga at
stimbra barnsins heilamegi, ella
um onkur okkara kom til at
spæla okkara tónleik, mann-
fólkatónleik, og ikki hennara,
eins og avtalað, sum hon skuldi
føða? Ella fyri ikki at geva
skúlabørnunum ein nóg grønan
(og etiskt korrektan) matpakka?
H
vat um vit hava hug at gera
tað, sum pápar plagdu at
gera við síni børn — undantikið
at buka tey: plasera tey á fang-
ið, meðan vit roykja eina pípu
og sippa til konjakkið, meðan
vit lesa teimum eina søgu;
senda tey ein túr oman í Activ
at keypa Sosialin og ein stóran
posa av blandaðum bomm;
síggja til, at tey eru bara-eitt-
viðursvet bangin fyri okkum;
lata tey koyra við tær oman á
Hvonn, har tey sleppa at vera
uttanfyri við eini kola og kips?
Nei, tað hevði verið munandi
betur, høvdu netbaby.dk, Gigni
og aðrir yvirdeterministiskir
kroppar takklað tað fakta, at tað
nú er okkara avkom, ið fer inn í
eina barnavinarliga ølstovu at
drekka kola og hanga út, meðan
foreldrini mugu finna seg í at
sita uttanfyri við eini veðr og
prins.
H
anda heimasíðan roynir
kortini at ugga okkum,
“lad være med at bekymre dig,
hvis du alligevel ikke har det
hele klart, når babyen kommer.
Du har hele livet for dig—
sammen med dit barn.” Ja,
nettupp, ‘tell me about it’... tað
er for helviti tað, ið er
trupulleikin!
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Familjur tørva pápar,
men hetta?
tíðargreinin
Agga Niclasen
meining@meyl.fo
Tíðargreinin