mánadagur 29. mars 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Fótbóltur
síða 22-23
Bogaskjóting
síða 25
Hondbóltur
síða 20-21
Tríggjar
ferðir
Christian
SÍ skrivaði
søgu
síða 16
síða 17-19
Sosialurin 29. mars 2010
Við tíðini 35 minuttir og 32
sekund setti Joan Blá foss
nýtt føroyskt met í 10 kil o-
metra landa vegs renn ing,
tá hon í gjár vann silv ur
í kappingini um danska
meist ara heitið
Hetta var fyrsta kappingin hjá Joan
Blá foss í ár, og úrslitið gjørdist sera
gott. Umframt at tað rakk til eitt
DM-silv ur heiðursmerki,
eydnaðist
hen ni eisini at seta nýtt føroyskt
met á 10 kilometra teininum í landa-
vegs renning, tá hon kom um mál-
strikuna við tíðini 35 minuttir og 32
sekund.
– Hetta var triðja árið, eg var við.
Fyri tveimum árum síðani rann eg
tein in eitt sekund skjótari, men ta
ferð ina kundi tíðin ikki góðkennast,
tí teinurin hjá kvinnunum var
50-100 metrar ov stuttur. Í fjør var
eg ein heilan minutt frá hesi tíðini,
so tí havi eg broytt rennivenjingina í
vet ur og lagt størri dent á ferðina,
grei ð ir Joan Bláfoss frá á heimasíðu
síni.
– Tað hevur ikki altíð verið so lætt,
nú bæði kuldi og hálka hava verið í
vet ur, men úrslitið gjørdist gott. Eg
havi ivast í, á hvørjum rennistigi, eg
havi verið, men síðstu vikurnar havi
eg havt nakrar góðar renningar við
góðari ferð.
Dró hinar við sær
Taktiska uppleggið hjá henni var, at
hon ikki skuldi leggja ov ógvusliga
út, men heldur lata aðrar ganga
und an og taka tungu tøkini.
– Tað riggaði væl fyrstu 300 metr-
ar nar, men so misti eg tolið og helt
tað kennast væl at leggja meg
fremst. Sjálvt um eg arbeiddi hart
all an vegin, var kenslan góð, og eg
var sannførd um, at eg fór at megna
at halda ferðina allan vegin, sigur
Joan Bláfoss.
– Tá vór fóru undir seinasta
um farið, bleiv eg yvirhálað av Elisa-
beth May, men megnaði ikki at ren-
na hana innaftur. Hóast eg gekk á
odda mestsum allan vegin og
ar beiddi beint ímóti ætlan, eri eg
sera væl nøgd. Málið var at betra tíð-
ina frá í fjør og renna teinin eftir
um leið 36 minuttum. Tað eydnaðist!
Joan vann silvur
og setti nýtt met
Joan Bláfoss setti
føroyskt met, tá hon
í gjár vann DM-silvur
í 10 kilometra
landavegsrenning
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen