Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mars 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 29. mars 2010 – Nr. 61 Emil K. Jacobsen verður í hópinum hjá Neistanum, sum skal spæla FM-finalur móti Kyndil í páskavikuni – Vit hava framvegis spælaraloyvið hjá honum, og hann er sinnaður at koma til Føroya. Men tá er ikki sagt, at Ári Dam ikki fer at verja málið. Vit vilja sjálvsagt verða so væl fyri sum gjørligt til finalurnar, og Emil K. Jacobsen styrkir heilt víst um hópin, sigur Ingi Olsen, ið sostatt váttar, at Neistin styrkir seg til FM-finalurnar ímóti grannunum úr Kyndli. Emil K. Jacobsen, sum ikki hevur spælt hondbólt síðan hann var í Føroyum, royndist sera væl, tá hann vardi málið hjá Neistanum í steypafinaluni í januar – forrestin eisini ímóti Kyndli. Ta ferðina spældi hann eisini ein landskappingardyst fyri teir bláu. Danski málverjin er 29 ára gamal, og hevur spælt tveir dystir fyri danska A-landsliðið, umframt at hann hevur spælt 10 U-landsdystir fyri Danmark. Christian Lamhauge Holst skor aði trý mál, Silkeborg fekk trý stig og yvirtók triðja plássið í bestu donsku fótbóltsdeildini. – Eg kann ikki siga annað, at eg havi tað rættiliga gott nú, sigur føroyski lands- liðs leikarin Christian Lamhauge Holst skoraði sítt fyrsta hat-trick í bestu donsku fót bólts deildini nakrantíð, tá Silke- borg vann 3-0 á HB Køge sein na- partin í gjár. – Hetta er ein heilt serlig kensla. Ikki minst, tí at eg skoraði málini sum miðvallarspælari, sigur Christ- ian Lamhauge Holst, sum er gamal áleypari og heldur, at hetta kemur hon um til góðar nú. – Sum áleypari vilt tú altíð skora mál, og soleiðis havi eg tað fram- veg is, hóast eg nú spæli longur aftu- ri á vøllinum, sigur hann. Júst tað, at Christian ikki er í álopinum, tykist av gjørt ikki at vera nakar vansi hjá hon um, kanska tvørturímóti. – Nú eri eg ikki beinleiðis skjótur, so eg royni at passa tað soleiðis, at eg komi sníkjandi inn í feltið aftan fyri hinar. Sostatt fái eg nakrar kjans- ir, samstundis sum eg eri partur av upp byggjandi spælinum, og tað dám ar mær væl, greiðir Christian Lam hauge Holst frá. Tað er í hesum síðstnevnda leik- luti, at vit kenna Christian Lam hau- ge Holst best á føroyska lands lið- num. Hinvegin er tað ógvuliga smátt við málum í lands liðs bún- anum, og tað ilskast hann um. – Tað er bæði undarligt og irri ter- andi, heldur hann. Skemta við bronsuni Fyribils kann Christian tó fegnast um tey níggju málini, hann hevur gjørt fyri Silkeborg í landskappingini ár. Tað eru bara tríggir spælarar, ið hava skotið fleiri mál enn hann, og hann og liðfelagin, Lecic, eru vanda- mesta álopsparið í donskum fót- bólti. Tilsamans hava teir báðir stað- ið fyri 20 av teimum 39 málunum hjá Silkeborg. Aftrat mongu málunum kann Christ ian Lamhauge Holst eisini fegn ast um triðja plássið, hann og Silke borg hava yvirtikið, eftir at bæði Esbjerg og Aab settu stig til. Tað eru tó 10 dystir eftir at spæla av kapp ingini og hann sigur eisini, at teir ikki hugsa um bronsukrónurnar enn. – Men av og á skemta vit við, at tað hevði verið stuttligt, um vit sum upp flytarar megnaðu at halda triðja pláss ið, sigur hat-trick hetjan hjá Silke borg, Christian Lamhauge Holst. Bogi við í javnleiki Bogi Løkin spældi við frá byrjan til enda, tá Frem um vikuskiftið tók ímóti FC Fyn á heimavøllinum í Valby Idrætspark. Dysturin endaði við einum 0-0 javnleiki, har Frem hevði tað mesta spælið, meðan FC Fyn stóð ógvuliga kompakt og soleiðis fekk vart eina stigið. Frem, sum liggur á næstaftasta plássi í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, skal skírisdag spæla lokaluppgerð ímóti AB. Rodrigo í Spania Rodrigo, sum í 2008 spældi við KÍ, hevur fyri kortum gjørt sáttmála við felag í næstbestu sponsku fótbóltsdeildini, skrivar heimasíðan mess.fo. SD Huesca eitur nýggja felag hansara og tað liggur nummar 13 í næstbestu sponsku deildini, eftir at felagið flutti upp fyri tveimum árum síðani. Síðani Rodrigo spældi við KÍ, var hann í felagnum, FC Karpaty Lviv, sum spælir í bestu ukrainsku deildini, áðrenn hann legði leiðina til Spania. Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tríggjar ferðir Christian Aftur at verja Neistamálið uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Danski málverjin, Emil K. Jacobsen, vardi málið hjá Neistanum í steypafinaluni, og nú kemur hann aftur til Føroya at hjálpa Neistanum í FM-finalunum Mynd: Álvur Haraldsen Christian Lamhauge Holst er ein vandamikil harri. Higartil hevur hann gjørt níggju mál í landskappingini og fýra í steypakappingini Mynd: David Bering/Polfoto