Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mars 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 29. mars 2010 – Nr. 61 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 17 Onkur feløg hava vunnið greip una við kvinnum ella monn um og so annaðhvørt meist ara heitið ella steypa­ kapp ing ina við hinum, men ongan tíð áður hevur nakað gjørt slætt borð, sum SÍ hev­ ur gjørt tað hesa ferð, og tikið alt, sum takast kann Beint eftir dystin fingu vit orðið á tveir mans, ið vóru hvør fegnari enn annar. Jákup á Stongum er væl sakt­ ans tað, vit kunnu rópa Mister SÍ, og Suni Jacobsen er borgarstjóri í Sør­ vági, men hevur eisini verið nógv við í flogbóltinum. – Hetta er nokk so stuttligt, tí eg minnist, at tí 2003 ella 2004, tá Raiko og teir komu, so segði eg við Suna, at vit um fýra ár skuldu upp í meistara deildina við kvinnunum, og so um fýra ár skuldu vit vinna hana, segði Jákup á Stongum. – Ja, eg minnist hatta. Vit vóru eitt sind ur ivasamir, tá Raiko og Borko komu, men samstundis vóru vit vóru sannførd um, at teir skuldu lyfta nakað meira, leggur Suni Jacob sen aftrat. Jákup sigur, at umráðandi var hjá SÍ tá, at ikki bara skuldi venjari fáast til menninar, men eisini til kvinn ur­ nar, og nú kann SÍ heysta fruktirnar av tí. – Raiko kom at læra kvinnurnar at spæla flogbólt. Tá vóru tær í 2. deild, haldi eg, og tær dugdu yvirhøvur ikki at spæla flogbólt. Men nú er ann að lagið, sigur Jákup, sum ikki hevði væntað, at triðja FM­finalan hjá SÍ skuldi verða avgjørd við trim­ um settum, hóast hann hevði rokn­ að við sigrinum. – Nei, eg skal ikki siga, at eg hevði roknað við, at vit fóru at vinna 3­0. Men síðsta sunnudag vóru einir trígg ir mans, sum vóru sera móðir, og tað væntaði eg, at vit fingu upp á pláss til í dag. Hetta var allíkavæl ein tætt ur dystur, har bæði tey fyrstu sett ini kundu farið báðar vegir. Og tað var stuttligt at síggja tað psyko­ log is ka í tí, at í triðja setti vildu SÍ­ menn inir bara vinna her og nú, fyri at fáa tað yvirstaðið, sigur Jákup á Stong um. – Ja, eg má viðganga, at eg hevði roknað við einum fimmsettara í dag, men okkara spældu nógv betri. Het­ ta er ein fantastisk kensla, tí hetta hev ur jú verið so strævið við trimum dyst um, sigur Súni, ið serliga hevur hug at nevna Emil Mikkelsen, sum er ein av teimum yngru spælarunum á liðnum: – Tað var ótrúligt at síggja ein spælara sum Emil, sigur hann, sam­ stund is sum Jákup supplerar og nevn ir Kára Mikkelsen, sum kom inn fyri Raiko í fyrsta setti og broytti tað heila: – Kári spældi sín besta dyst í dag, og Emil suverenur í triðja setti, sigur Jákup. Johan Petur á Stongum var kanska tann, ið hevði størstu orsøkina til at smílast um alt andlitið, tí tá hann við monn unum leygardagin vann meist ara heitið, hevði hann fingið tvey gullheiðursmerki í Eik­liguni, eitt hjá monnum og eitt hjá kvinn­ um, har hann er venjari. Somuleiðis hevur hann tvey gullmerki, tí hann á sama hátt vann steypakappingina við báðum liðum. – Kenslan er heilt fantastiskt, nú vit eru fyrsta felag, sum kann vinna alt, sum vinnast kann. Nú hava vit skriv að søgu, og tað er heilt ótrúligt, segði Johan Petur, sum var heldur eyð mjúkur, tá vit spurdu hann, um hann nú orkaði at bera alt hetta gull ið: – Nú er tað ikki bara eg. Hjá kvinn­ u num gera spælararnir tað gott og hjá monnunum tað sama, og eg eri bara ein lítil partur av øllum hesum. Men tað er ótrúliga stuttligt at kun­ na fara heim við fýra gull heiðurs­ merkjum, segði hann. – Eg vænti, at hetta kappingarárið verður seint gloymt í Sørvági, nú vit eru fyrsta felag í Føroyum, sum megn ar hetta. Og hetta verður í øll­ um førum standandi sum nakað fyri seg, til onkur annar ger tað sama. Óvæntað lætt Kári Mikkelsen eigur eisini fýra gul l­ heiðursmerki, tí hann hevur verið hjálpar venjari hjá Johan Peturi, um framt at hann eisini hevur spælt við mansliðnum hjá SÍ. Eftir dystin leyg ar dagin var hann eitt sindur bil­ sin av, at tað heila skuldi vera avgjørt eftir bara trý sett: – Nú spældu vit tveir fimmsettarar í síðstu viku, so man hevði væntað, at hetta bleiv upp á sama máta. Men tað er fantastiskt, at vit skuldu vinna soleiðis. Vit hava fleiri spælarar, sum ordiliga reistu seg í dag, og tað var tað, sum gjørdi munin. Serliga helt eg, at Emil Mikkelsen spældi heilt fan tastiskt og vann allar bóltarnar, segði Kári Mikkelsen. hil Johan Petur og Kári vóru við í báðum SÍ skrivaði søgu einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Johan Petur á Stongum og Kári Mikkelsen hálsfevndust, eftir at SÍ leygardagin hevði gingið dupultu greipuna til høldar. Báðir eiga nú fýra gullheiðursmerki eftir eitt minniligt kappingarár Mynd: Álvur Haraldsen Meginparturin av spælarunum á bæði kvinnu- og mansliðnum hjá SÍ avmyndað eftir FM-sigurin hjá monnunum. Aftast frá høgru: Elias Davidsen, Jákup á Kák, Jón Falkvard, Finn Ingi Falkvard, Ragnar í Haraldsstovu, Ingi Ole-Jacobsen, Raiko Petrovic, Ólavur Jensen, Sonni Zachariasen, Emil Mikkelsen, Johan Petur á Stongum, Jákup Hansen, Filip Gram, Kári Mikkelsen og Jón Joensen. Mittasta raðið: Annika á Stongum, Hervør Hansen, Annika Niclasen, Vivian Joensen, Karin Mikkelsen og Gunnleyg Joensen. Sitandi fremst: Heidi Christiansen, Tórfríð Tavsen og Helga Guttesen Mynd: Álvur Haraldsen Annika ikki við næsta ár Annika Thomsen, sum síðstu tvey árini hevur verið ein góður styrkur hjá Tjaldri, sum í fjør vann meistaraheitið og í ár mátti taka til takkar við silvurinum, heldur ikki fram í Runavík komandi kappingarár. Eftir seinnu FM­finaluna ímóti Stjørnuni ásannaði Annika, at tað er ov møtimikið at koyra millum Hoyvík og Runavík fleiri ferðir um vikuna, so tí gevst hon. – Hetta hava verið tvey góð ár, men hvar eg endi komandi kappingarár, havi eg ikki tikið avgerð um enn, sigur hon. 40 gentur til venjing Tilsamans 40 gentur í aldri millum 13 og 15 ár vóru leygarmorgunin møttar til eina stóra venjing í Gundadalshøllini. Talan var um bestu spælarar í landinum í hesum aldrinum, og var hetta fyrst U14­ venjingin í hesum umfari. Venjarar eru Kári Horn og Birgir Poulsen, og ætlanin er, at teir regluliga skulu savna ungu spælararnar til venjingar.