Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mars 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 29. mars 2010 – Nr. 61 Brøndby fekk luft Hóast bert tveir dagar í venjarasessinum, eydnaðist Henrik Jensen at fáa Brøndby-skútuna aftur á rættkjøl um vikuskiftið. Brøndby, sum hevur havt mótgongd í síðstuni, vann 3-1 á Sønderjyske, og tað gevur nýggja venjaranum betur arbeiðsumstøður. – Høvdu vit tapt, hevði eg fingið av at vitað, tí trýstið er altíð stórt í einum felag sum Brøndby, sigur Henrik Jensen. Real aftur á odda Real Madrid endurvann oddasessin í sponsku liguni í gjárkvøldið, tá tað eydnaðist at vinna 3-2 í grannauppgerðini ímóti Atlético, sum var á Santiago Bernabeu. Gestirnir vóru á odda í hálvleikinum, men eftir einum korteri í seinna hálvleiki, hevði Real lagt seg á odda 3-1. Hetta er ellivti sigurin á rað hjá Real Madrid – og tann fimtandi á rað á heimavølli – hetta kappingarárið. Eftir tveir tættar fimm­ sett ar ar fyri viku síðani, mun du tey fægstu rokna við, at annað liðið skuldi vinna 3­0, nú tey hittust á Gilja nesi í triðju og alt av­ ger andi FM­finaluni. Men SÍ hevði veruliga munin og set ti meira ferð á, tá mest rádd i um at gera tað Hetta var sum fyri nøkrum árum síða n i, tá amerikanski boksarin, Mike Tyson, gjørdi »come-back«. Sun nu nátt setti tú vekjaran, fórt upp at gera ein kaffimunn og taka ís úr boksini, áðrenn tú setti teg væl til rætt is í sofuni framman fyri sjón- varpið. Men meiri enn so hendi tað seg, at dystirnir blivu ikki longur enn hálvanannan minutt, so kaffi var ikki kølnað og ísurin framvegis grót- harð ur, áðrenn alt var yvirstaðið. Nakað soleiðis var kenslan á Gilja- nesi leygardagin, tá SÍ knústi Mjølnir við einum greiðum 3-0 sigri og tók før oyameistaraheitið. Tey flestu høvdu helst væntað, at tey skuldu verða sitandi í høllini eina løtu, með- an liðini bardu seg ígjøgnum fyrst fýra sett og so tóku ultimativu duell- ina í tí fimta. Men soleiðis skuldi ikki ganga. Tey bæði fyrstu settini vóru nokk so jøvn og liðini fylgdust væl, men í báð um førum var SÍ drúgvari ímóti enda num. Í fyrsta setti vann Kári Mikkel sen nakrar avgerandi bóltar ímóti endanum, so SÍ vann tað rími- liga 25-22, men í øðrum setti var tað Mjølnir, sum tvær ferðir hevði sett- bólt, áðrenn SÍ yvirtók og sigraði 27-25. SÍ setti ferðina upp Nú kom so hetta vælsignaða triðja setti, sum í jøvnum dystum oftast end ar við, at liðið, sum er á odda 2-0, fer eitt sindur niður í ferð. Tað gjørdi SÍ bara ikki, tí í staðin varð ferðin sett upp, og bæði í servum og álopsspæli syrgdu sørvingarnir fyri, at teir hjá Mjølnir høvdu úr at gera hinu megin netið. Tað var bara teir fyrstu bóltarnar, at tað var javnt. Gloppið kom, tá Raiko Petrovic hevði nakrar góðar serv ur á rað. Tað skyldaði hann eisini, tí í fyrsta settið spilti hann fimm bóltar á rað burtur, so Mjølnir slapp framum eina løtu. Men nú var hann tryggur á hondunum, og so var SÍ á gullkós. Runt allan vøllin vóru SÍ-ararnir greitt betri, og eitt nú fylgdi Emil Mikkel sen nú fyridøminum frá Jóni Joen sen í fyrru settunum, og hann vann eitt ótal av bóltum. Teirra mill- um var tann næstsíðsti, og so slapp hann enntá at serva tann síðsta, ið ongantíð kom yvir um aftur netið. Sostatt var dupulta greipan hjá SÍ veruleiki, og fólkið tusti inn á vøllin at fagna sínum monnum, ið saman við kvinnunum hava skrivað søgu, ið seint verður gloymd. Flott, SÍ, og hjarta liga tillukku við tí! SÍ­Mjølnir 3­0 (25­22, 27­25, 25­16): Óvæntað lætt hjá SÍ einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen