Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-29, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mars 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 29. mars 2010 – Nr. 61 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19 Fegin venjari Spælandi venjarin hjá SÍ, Ragn­ ar í Haraldsstovu, var ovurfegin eftir FM­sigurin leygardagin, tá hann enn eina ferð kundi stað­ festa, at SÍ hevur betru breidd­ ina. – Munurin er fyrst og fremst, at vit hava 12 mans, sum kunnu brúk ast, og teir hava sínar seks ella sjey. Vit hava nógv breiðari hóp, sigur Ragnar, sum eisini held u r liðið hjá SÍ virka væl sum eina heild. – Liðið hjá okkum er bara so væl samansjóðað, og vit høvdu sett okkum fyri, at í dag skuldu vit vísa, hvat vit vóru verdir. Vit set tu í okkum, at teir hægst skul du fáa eitt sett, men nú fin­ gu teir einki. Tað var heilt fan­ tast iskt. At SÍ skuldi vinna triðja settið so sannførandi, tá tað annars ofta kann verða ein trupulleiki, fegn aðist SÍ­venjarin serliga um: – Tað er ringt at verja seg fyri, hvat kann henda, tá tú hevur vunn ið tvey sett, men vit settu okkum fyri at geva tað síðsta, og tað rakk so hjá okkum, sigur hann. hil Stuttligt at síggja Kvinnurnar hjá SÍ, sum longu vikuna frammanundan tryggjaðu sær greipuna, tá tær vunnu føroyameistaraheitið eftir tveir FM­finaludystir ímóti TB á Eiði, gjørdu sítt til at gera finaludagin á Giljanesi leygardagin hugnaligan og stuttligan. Tær virkaðu sum heppikór við gullparúkki og gullskjúrti, meðan tær vóru í myrkabláu spælitroyggjunum. Eftir at dupulta greipan hjá SÍ var komin til høldar, fingu vit orðið á eina teirra, Helgu Guttesen: – Hetta var nakað heilt serligt í dag, tí vit ikki væntaðu, at tað fór at vera so lætt, tí teir blivu avhølvaðir síðsta sunnudag. Men tað var stuttligt at síggja teir spæla so gott, sum teir gjørdu í dag, sigur Helga, ið ikki heldur, at SÍ skal hugsa um at verja nøkur meistaraheiti næsta ár. – Nei, nú hava vit vunnið alt í ár, og so má næsta ár bara verða, sum tað verður, tí tá má bara henda tað, sum henda skal. Nú skal hetta bara njótast. hil Teir vóru betri Tá Mjølnir­spælararnir stóðu uppi á pallinum og tóku ímóti silvurheiðursmerkjunum, sá tað fitt út, tá spælandi venjarin hjá klaksvíkingum, Boban Ilic, valdi eg heingja heiðursmerkini um hálsin á børnunum. Hann bleiv eisini valdur til besta spælara hjá Mjølnir í finaluni. – Sjálvandi eri eg keddur av at tapa, men tað er í lagi allíkavæl. Vit hava spælt nógvar góðar dystir í vetur, og onkur mátti so vinna. Teir vóru betra liðið í dag, og vit misbrúktu okkara møguleikar í teimum báðum fyrstu settunum, meðan vit í triðja setti mistu konsentratiónina, sigur Boban. – Eg eri ikki øgiliga keddur, men eitt sindur. Tú skalt jú minnast til, at tað er eisini stórt at koma í hesa finaluna, og annað liðið mátti vinna. Tíverri gjørdist tað ikki okkara lið. hil Einki riggaði Hevarin og liðformaðurin hjá Mjølnir, Thorvald Danielsen, var vón brotin eftir finalutapið á Gilja nesi leygardagin, tí hetta var ikki tað, sum klaks víki ng ar­ nir høvdu ætlað: – Í dag fingu vit slett ikki spæl ið at koyra sum síðsta sunnu dag, tá vit vunnu á teim­ um á Eiði. Bóltarnir, sum vit blokk aðu í hinum báðum dyst­ unum, fóru tíverri í gólvið í dag. Vit fingu einki at koyra, meðan SÍ fekk alt at rigga, segði Thor­ vald. – Tvey tey fyrstu settini fylgdu vit væl við. Í øðrum setti høvdu vit settbólt, men gjørdu servu feil, og tað eru sovorðnir býtt ir feilir, ið bara ikki mugu gerast í einum so týdn ing ar­ mikl um dyst. Men eg má tíverri stað festa, tí SÍ gjørdi ikki so nógvar feilir sum vit, og eftir henda dystin er tað uppiborið, at teir vinna. hil Arsenal vil hava Cole Arsenal hevur síðsta árið sóknast eftir nýggjum álopsspælara til liðið. Ofta hevur Marouane Chamakh, sum spælir fyri Bordeaux, verið nevndur, men nú vil News of the World verða við, at West Ham­framherjin, Carlton Cole, stendur ovast á ynskilistanum hjá Arsenal. Cole verður mettur at kosta góðar 100 milliónir krónur at keypa, og Arsenal skal hava fingið fyrstarætt til spælaran í summar, um hann verður seldur. Rangers hevur beina kós Glasgow Rangers er nú heili 13 stig framman fyri Celtic í skotsku landskappingini, og tað skal mestsum eitt undur til, um nakar skal taka Rangers í stríðnum um gullið. Um vikuskiftið spældi Rangers á útivølli ímóti Hearts og vann tryggan 4­1 sigur. Umframt tey mongu stigini niður til næstu liðini, eigur Glasgow Rangers eisini ein dyst til góðar at spæla. Jón vildi vísa meira Eftir dystin høvdu loftmiðlarnir valt bestu spælarar í finaluni leygardagin, og hjá SÍ fall valið á Jón Joensen, sum gekk undan og tordi at sláa ígjøgnum, áðrenn restin av liðnum ordiliga var komin í gongd. Síðani fylgdu hinir eftir, og tá vendist ikki aftur. – Eg spældi ikki so væl síðsta vikuskiftið, og tað havi eg havt ógvuliga ilt av alla vikuna. Av tí sama havi eg verið eyka uppsettur, at í dag skuldi tað vera og at nú skuldu vit vísa, hvat vit kundu, sigur Jón. – Tað var nú, at tað skuldi sláast ígjøgnum, og tað gjørdu vit so. Hetta er eitt ótrúliga flott kappingarár, har bæði vit og kvinnurnar vinna greipuna. Tað kann ikki vera betri enn tað sama. Og nú hava vit nógv at verja komandi kappingarár, so vit mugu bara royna at koyra á víðari. hil