mánadagur 29. mars 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 29. mars 2010 – Nr. 61
KÍF vann stórt á H71, men
hóast ikki rakk til finalu
pláss, eru koll firð ing ar
væl nøgdir. – Alt skuldi
gang a upp í eina hægri
eind, skuldi tað eydnast,
staðfestir Gert Hansen
Kollfirðingar gjørdu sítt, so skuldu
hini úrslitini havt lagað seg eftir vild,
vóru teir klárir at koma í finaluna.
Men hóast teir vunnu sannførandi á
ho y víkingum við sjey málum, rakk
tað ikki til finaluna, men gav kortini
KÍF bronsu.
– Tað er fínasta slag, at vit fáa
bron su, tí hetta var nokk tað, sum
tað kundi røkka til hjá okkum, sigur
striku spælarin, Gert Hansen, sum –
eins og restin av liðnum – var eitt
stórt smíl, tá hann hevði fingið heið
urs merkið um hálsin. Eisini ásk oð ar
ar nir fagnaðu spælarunum eftir
dyst in, tí bronsan var kanska meira,
enn nakar hevði væntað undan
kapp ingarárinum.
– Hetta er jú eitt super úrslit, so eg
eri ótrúliga væl nøgdur. Alt hitt skul
di ganga upp í eina hægri eind, men
tað gjørdi tað so ikki. Vit kundu
kanska verið komnir eitt lítið sindur
longur í ár, men vit gjørdu so alt tað,
vit kundu. Næsta ár ætla vit at taka
okkum eitt sindur longur fram.
Aftur at byggja upp
H71 var meistari í fjør, men endar
aft ast í ár eftir eina sera javna kapp
ing millum tey fimm liðini, sum tað
mesta av tíðini kappaðust um at
sleppa í finaluna ímóti Neistanum,
ið tíðliga fór frá hinum.
– Eg eri ótrúliga skuffaður, tí tað
hev ur verið so tætt, at øll fyri tað
kundu enda aftast. Men tað stendur
á stigatalvuni, at vit eru aftast, og
tað er ikki gott. Vit máttu bara sanna,
at tað er strævið at skula verja eitt
meistara heiti, sigur ein av H71ar u
num, Dánjal Tórgarð.
– Hetta er eitt heilt annað lið og
so leiðis er tað alla tíðina hjá okkum.
Vit blivu føroyameistarar í fjør, men
skuldu so byggja eitt nýtt lið upp í
ár, og tað verður nokk tað sama
næs ta ár, tí onkrir av teimum ber an
di fara niður at lesa. Men vit, sum eru
eftir, eru tá eitt ár eldri, og vit skulu
nokk klára at vinna nakrar dystir.
Harald Bjørgvin greiddi sín
setning sum venjari hjá VÍF,
tí hann lyfti vestmenningar
úr botnstríðnum. Men
framvegis er hann sera
harmur, nú hann gevst sum
venjari í Vestmanna
Harald Bjørgvin drálar eina løtu, tí
hann hevur torført við at seta orð á
kensluna, hann og vestmenningar
standa við. VÍF hava júst tapt heima
dystin móti Neistanum og sleppur tí
ikki í FMfinaluna.
– Eg eri sjálvsagt sera harmur, let
ur síðan spakuliga úr honum, með
an hann hyggur út á vøllin, har bláu
havnarmenninir hálsfevnast.
Talan var um ein sera tættan dyst
í Vestmanna. VÍF vann seg brádliga
fram um eftir hvíldina, hóast Neistin
var á odda í stórum løtum av fyrra
hálv leiki. Vestmenningar megnaðu
ikki at halda fast um leiðsluna, og
hóast munurin ongantíð var serliga
stór ur, rann VÍF bara aftaná, tá gest
ir nir vunnu seg tvey mál framum
mið skeiðis í seinna hálvleiki.
Greiddi sín setning
VÍF var á aftasta plássinum, tá Harald
Bjørgvin loysti Jónleif Sólsker av í
venjarasessinum í Vestmanna, men
við miðvísum arbeiði eydnaðist hon
um at lyfta vestmenningar upp á
fjórða plássið í landskappingini.
– Tá vit vunnu fýra dystir upp í
slag, var mestsum sjálvsagt, at
málið broytt ist. Vit lógu sera væl
fyri í stríð num um finalupláss. Vit
vóru sera nær, men tað eyd
naðist ikki, og tí eru vit vó n
brot nir, sigur Harald Bjørg vin,
sum nú takkar fyri seg sum
ven jari hjá VÍF á hes um sinni.
– Eg gevi ikki liðnum meira
nú, stað festir Harald Bjørgvin,
sum hev ur alla orsøk til at reisa
seg úr venjara sessinum við røttum
ryggi.
VÍF kundi við sigri á heimavølli móti
KÍF í farnu viku havt tryggjað sær
finaluplássið, men tað eydnaðist ikki.
Kyndil var
ynskið
Ingi Olsen er fegin um, at Neist
in skal spæla finaluna móti
Kyndil.
– Kyndil vann seg í finaluna,
og tað hava teir uppiborið. Vit
ha va ongar trupulleikar við at
spæla móti teimum. Vit hava
vunn ið
steypafinaluna
móti
Kynd il seinastu tvey árini, og vit
hava vunnið greitt á teimum í
lands kappingini í ár, so Kyndil er
helst ynskimótstøðan, staðfestir
Ingi Olsen, venjari hjá Neistanum.
David Edvardsen, sum var
topp skjútti hjá Neistanum í gjár,
frøist eisini um mótstøðuliðið.
– Vit eru avgjørt glaðir fyri, at
vit skulu spæla móti Kyndil. Vit
hava spælt tríggjar sera tættar
dyst ir móti VÍF, men vit hava havt
gott tak á Kyndil, sigur David
Ed vard sen.
uni
H71KÍF 2532 (1116):
Glaðir fyri bronsuna
Heldur eyga við Caroll
Enski landsliðsvenjarin í fótbólti, Fabio Capello, hevur gott
eyga á Newcastleframherjanum, Andy Caroll. U21
landsliðsspælarin hevur staðið seg væl í álopinum hjá
Newcastle í ár, og Capello heldur hann hava gjørt so stór
framstig, at hann kann koma upp á tal til enska
landsliðshópin, um aðrir framherjar verða skaddir ella spæla
illa. Capello heldur, at Andy Caroll verður ein av framtíðar
stjørnunum í enskum fótbólti, skrivar News of the World.
Taylor missir fýra mánaðir
Newcastleverjuspælarin, Steven Taylor, fær ikki spælt fótbólt
næstu fýra mánaðirnar. Støðan hjá honum er í løtuni so ring,
at hann má eta við einum súgvirøri. Orsøkin til hetta er, at
hann hevur brotið kjálkabeinið í tveimum støðum eftir
bardaga við ein liðfelaga í Newcastle. Steven Taylor og Andy
Caroll gjørdu óklárir í viðgerðarrúminum, og tað endaði við,
at Taylor fekk álvarsligan skaða í andlitið.
Spælararnir hjá KÍF vóru
glaðir fyri bronsu heiðurs
merkini og gloymdu heldur
ikki at takka sínum trúgvu
áskoð arum fyri stuðulin
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
uni@sosialurin.fo
Uni Holm Johannesen
VÍFNeistin 2729 (1114):
Harald vónbrotin
Finaludreymurin hjá
Áka G. Olsen og teim
um í VÍF brast, tá teir
tap tu fyri Neistanum
Mynd: Birgir W. Høgnesen
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen