mánadagur 29. mars 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 29. mars 2010 – Nr. 61 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21
Kyndil hevur gjørt tað so
oftani fyrr. Sligið til, júst
tá tað er neyðugt. Og tað
dugdu teir aftur sunnu
dagin, tá krútsterka verjan
var lykilin, sum knústi
finaludreymin hjá StÍF
Tað var annars ikki nakar stórsigur,
sum lá í luftini fyrsta partin av dysti
num. Hóast tað gekk javnt á fyrsta
korterið, so tóktust gestirnir at vera
omaná, og í øllum førum komu
skor ing arnar frá teimum nógv
meira ómaksleyst enn hjá Kyndli,
sum mátti nýta nógv meira orku til
síni mál.
Og tað var fyrst og fremst Erl end
u r Johannesen í Kyndilmálinum,
sum var høvuðsorsøkin til, at Kyndil
hekk somikið væl í gestunum. Einar
tríggjar ferðir var talan veruliga um
klassa bjargingar frá veteraninum,
sum í ár hevur funnið sín næsta
ung dóm.
Seinastu 10 minuttirnar undan
steðgi num byrjaði Kyndil tó spaku
liga at prógva, at liðið hevur eina
verju, sum á góðum døgum kann
vinna ein hondbóltsdyst. StÍF fekk
b ara eitt mál hesa løtuna, og tó at
talan ikki var um málveitslu hjá
Kyndli, so tóku teir seg alt longur
burt ur.
Áskoðarar í gongini
Kanska vóru tað boðini um, at Neist
in var á odda í Vestmanna, sum
festu í Kyndilin. Í øllum førum var
talan veruliga um klassamun eftir
steðgin. Preda, Marius og Leivur
sluppu at kalla als ikki til skot longur,
og stútt og støðugt byrjaði dysturin
at
líkjast
einum
veruligum
avsmurningi.
Soleiðis var tað als ikki sjálvur
dyst ur in, ið var tað, sum upptók
áskoðararnar mest seinasta korterið.
Fleiri av teimum, sum vóru í høllini,
gingu ístaðin kyk út í gongina, har
tað umvegis hátalararnar bar til at
fylgja við dystargongdini í Vest man
na.
Eitt skifti hevði lagið hug at dala,
men tá Neistamálini aftur øktust
móti dystarenda, gjørdist rómurin á
grønu áskoðarunum øgiligur. Og
sum onkur teirra tók til, so var tað
ikki á hvørjum degi, at tey somikið
íðin stuðlaðu Neistanum.
Og so gekk alt upp í eina hægri
eind hjá Kyndli. Ikki endilga tí teir
hava verið mest støðuga liðið. Tí tað
kann neyvan sigast um nakað av lið
unum frá nummar tvey til seks.
Held ur er tað eginleikin at reisast,
júst tá tørvurin er størstur. Og dirvi
at taka av, tá møguleikin býðst. Tað
er kynstrið, sum teir í Kyndli duga
bet ur enn teir flestu, og tað var
eisini kynstrið, sum sunnudagin
borg aði fyri, at talan verður um
granna upp gerð, tá FMfinalurnar
verða á skránni um páskirnar.
Tað var reglan um, at innanhýsis dystir viga tyngri enn
mál m un urin, ið gjørdi, at Kyndil vann sær sæti í
FMfinaluni.
Nú tey 20 umførini í landskappingini eru farin aftur
um bak, hava bæði Kyndil og KÍF 18 stig. Kollfirðingar
hava enntá betri málmun, men Kyndil hevur vunnið
tríggj ar av teimum fýra innanhýsis uppgerðunum, og
tí eru teir nummar tvey á talvuni.
Hjá Kyndli var støðan tann undan dystinum, at
gjørd u st innanhýsis dystirnir avgerandi, so høvdu teir
fyri munin móti bæði KÍF og VÍF, og tí ráddi einamest
um at fylgja við, hvussu leikur fór í Vestmanna. Har
vildi enntá ein javnleikur verið nóg mikið hjá Kyndli,
so fagnaðurin var meira enn bara vanliga stórur, tá
David Edvardsen við brotskasti skoraði til 2926. Tá var
bara góður minuttur eftir at spæla, og so kundu
Kyndils áskoðararnir draga andan lættari og klappa
sín um monnum gjøgnum seinasta minuttin av dysti
num í Havn.
-mørk
Visti tað altíð
Smílini vóru stór hjá
Kyn d i lsspælarunum, tá
teir kundu staðfesta, at
finalu plássið var heima
– Passar tað? Vann Neistin?
Áðrenn nøkur samrøða við
út senda blaðmannin kundi ger
ast, mátti Janus Einar Søren sen
vita, hvussu leikur fór í Vest man
na, og tá vissa var fingin fyri, at
pláss í FMfinaluni var hei ma,
varð eitt brøl geylað til á s koð a r
arnar.
Og hóast møðin var stór og
sveitta drop arnir nógvir, tá Janus
Einar skuldi taka sam an um fyrs
tu 20 dystirnar, so var van liga
speisemi alt fyri eitt til stað a r.
– Eg visti tað altíð, at vit fóru
at koma í finaluna. Sjálvandi
skul du vit tað, flenti hann, áðr
enn hann aftur var meira álvar
sam ur.
– Hetta hevur verið eitt ótrú
liga løgið ár. Vit hava spælt illa til
tíðir og væl til aðrar tíðir. Móti
StÍF hava vit til dømis fing ið
bank fleiri ferðir, men í dag rigg
a ði tað hjá okkum. Vit vistu, at
vit máttu ikki kiksa í dag, og tí
betu r riggaði tað.
Undan dystinum vistu tit, at
tykk ara støða eisini var tengd at
úrs litunum í øðrum dystum.
Á vir k aði hetta tykkum, tá tit
fóru á vøllin?
– Tað haldi eg ikki. Sjálvandi
hugs ar tú um tað, men okkara
part ur kundi bara gerast her. Vit
máttu loysa okkara uppgávu, og
tað gjørdu vit tíbetur. Ikki minst
í verjuni.
Og er tann verjan eisini nóg
góð til at tryggja tykkum ein
sig ur í tveimum og kanska trim
um finalum móti Neista num?
– Tað skal hon vera. Vit fara í
øll u m førum út á vøllin fyri at
vin na hasar fi n al u r nar, stað festi
Jan us Einar Sør en sen.
-mørk
KyndilStÍF 2615 (117):
Teir grønu duga at toppa
Fletcher upp í løn
Venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, staðfestir
nú, at miðvallarin, Darren Fletcher, telist millum
stuðulsspælararnar í felagnum, og at hann tí skal hava ein
nýggjan og betri sáttmála, hóast tvey ár eru eftir av
núverandi sáttmála. Í summar skulu partarnir samráðast, og
roknað verður við, at Fletcher fær ein avtalu, sum gevur
honum eina vikuløn upp á einar 750.000 krónur. Darren
Fletcher er – eins og Unitedvenjarin – ættaður úr Skotlandi.
Skulu steðga Rooney
Í vikuni skulu Manchester United og Bayern München
spæla fjórðingsfinalu í Champions League, og sálarliga
kríggið er langt síðani byrjað. Bayernspælarin, Arjen
Robben, heldur United leggja ov nógva ábyrgd á ein
spælara, Wayne Rooney. – Tað ber væl til at vinna á
United. Teir eru mestsum ein einmansherur, og okkara
verjuspælarar fara at leggja nógva orku í at steðga
Wayne Rooney, sigur Robben.
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Regin M. Petersen og hinir
í Kyndli vunnu storsigur
á strandingum, og tá VÍF
samstundis tapti, kom
Kyndil í FM-finalurnar ímóti
Neistanum
Mynd: Álvur Haraldsen
Bestir innanhýsis