Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mars 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 29. mars 2010 – Nr. 61 Zola umhugsar støðuna West Ham er í veruligum niðurflytingarvanda í ensku Premier League eftir áhaldandi tap síðstu vikurnar. Nú umhugsar venjarin, Gianfranco Zola, um hann skal halda fram sum venjari í felagnum. – Eg má finna útav, hvør trupulleikin hjá okkum er, og kanska peikar pílurin á meg. Spælararnir gera alt, teir eru mentir, men eg veit ikki, um eg megni at hjálpa teimum víðari, sigur Zola. Leiðslan í West Ham hevur boðað frá, at hon ætlar ikki at koyra Zola frá sum venjara. Tveir hava sagt nei Hóast leiðslan í West Ham hevur sagt, at hon hevur álit á venjaranum, Gianfranco Zola, vil blaðið News of the World vera við, at onkrir venjarar eru spurdir, um teir eru sinnaðir at yvirtaka venjarasessin í felagnum. News of the World skrivar, at bæði Graeme Souness og Glenn Hoddle eru spurdir, men báðir hava sagt nei takk til tilboðið. Átta uppgerðir í kappingini um Løg­ manssteypið skuldu verið spældar leygardagin. Líkindini vóru ikki góð, og á Vágseiði vóru tey so mikið vána lig, at tað ikki var hugsingur um at spæla fótbólt. Lars Müller hevði fingið uppgávuna at halda skil á, tá Vodafone­liðið hjá FC Suðuroy og 2. deildarliðið hjá Skála skuldu spæla, men dómarin bríkslaði ongantíð, tí dysturin varð útsettur. Bara eitt annað felag, sum ikki er í bestu deildini, er framvegis við í kapp ingini um løgmanssteypið. Tað er FC Hoyvík, sum vann 2­0 á TB í 1. deildaruppgerð á niðara vølli í Gunda dali. Málskjúttar vóru Jørgen Meitilberg og Bogi Hermansen, sum áður hevur spælt í B36. Tríggir steypadystir vóru í høv­ uðsstaðnum leygardagin, og eftir skránni skuldi ein fjórði eisini verið spældur í Havn, men orsakað av vallar trongsli, var uppgerðin millum 3. deildarliðið Undrið FF og ÍF í Voda­ fonedeildini flutt til Fuglafjarðar. Nýggi ÍF­miðvallarin, Karl Løkin, skoraði einasta málið í dystinum. Líkindini vóru vánalig, og tað sást aftur á spælinum. Hjá ÍF restaðu teir báðir, sum eru ætlaðir til fremstu plássini á liðnum. Í Fuglafirði verður vónað, at Rógvi Jacobsen og Øssur Dalbúð verða tøkir, tá ÍF mikukvøldið skal spæla landskappingardyst í Runa vík. Nógv mál á Sandi Í vindinum og kuldanum leygardagin sóu fýra spælarar beinleiðis reytt kort. Flestu málini vórðu skorað á Sandi, har Súni Olsen var stóri mál­ slúkurin. Eina lítla løtu fram ímóti dystarenda var B71 omaná 2­1 ímóti steypavinnaranum frá 2009, Víkingi. Miðverjin, Atli Gregersen, hevði undan hvíldini við forkølaðum lang­ skoti lagt Víking á odda. Bólturin stikl aði á váta vøllinum og snýtti Pedrag Marcovic. Nýggi baltiski B71 miðverjin, Bojan Zivic, stútaði eftir horna til 1­1, og B71 liðformaðurin, Símin Hansen, legði sandoyingar á odda. So tók Súni Olsen sær um reiggj. Hann javnaði til 2­2 við drønandi góð um frísparki. Í longdu leiktíðini umsetti hann brotsspark til 3­2, og so staðfesti hann hattrikkið og 4­2 sigurin. Símin Hansen varð rikin av vølli fyri at bjarga við hondini. Tað var upprunin til 3­2 málið. Tískil verður Símin leikbannaður, tá ið B71 skíris­ dag fer at spæla á Toftum. B68 vann greitt B68 livir framvegis í steypakapping­ ini. 3­0 heimasigurin á 07 Vestur kom til høldar í seinna hálvleiki. Mið verjin, Jóhan Dávur Højgaard, umsetti brotsspark, sum 07 Vestur­ málverjin eitt sindur klossut hevði framt ímóti Ahmed Keita, til 1­0. Ein tími var farin, tá Eli Falkvard hjá 07 Vestur varð rikin av vølli fyri at nýta neyðbremsuna ímóti Jóhan Peturi Poulsen. Tískil verður Eli leik­ bannaður, tá teir næstbestu hjá NSÍ leygardagin koma á vitjan í Vágum. Ellivu ímóti tíggju skoraðu tofta­ menn tvær ferðir aftrat: Poul N. Poul­ sen skoraði fyrstu ferð fyri B68, og Ndende økti til 3­0. Næstsíðsta fótin átti í báðum førum innskiftir spæl­ arar – ávikavíst Øssur Hansen og Dánjal Pauli Højgaard. Tvær ferðir reytt Á Argjum hevði Ransin Djurhuus tvær ferðir reyða kortið á lofti. Nikolai Eriksen hjá AB sá reytt fyri hevnissøku í 68. minutti, tá støðan enn var 1­0 til AB, eftir at Evrard Blé hevði skorað. Henry Heinesen javn­ aði við brotssparki, tá Álvur F. Christiansen var feldur. Í yvirtíðini sá KÍ­miðverjin, Sør­ mund Kalsø, eisini reytt, tá hann eftir hornaspark vardi við hondini á mál­ strikuni. Evrard Blé umsetti brots­ sparkið til mál, og Kenneth Jacobsen staðfesti síðani 3­1 AB­sigurin. Tá KÍ í 1. deild leygardagin fer at taka ímóti FC Hoyvík, hevur Sør­ mund Kalsø karantenu, og tað sama hevur Nikolai Eriksen, tá AB skírisdag fer at vitja í Gøtu. Fýra fingu frí næstu ferð einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Fjórðingsfinalur: Flaggdagin, 25. apríl Fyrru hálvfinalur: Kristi Himmalferðardag, 20. mai Seinnu hálvfinalur: Týsdagin, 8. juni Finala: Ólavsøkudag, 29. juli Løgmanssteypið víðari Evrard Blé skoraði leygardagin tvey av teimum trimum málunum hjá AB ímóti KÍ Savnsmynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir At útispælarar brúktu hondina á málstrik­ uni og at neyðbremsan varð tikin til hjálpar, kostaði fýra reyð kort í sjey steypadystum einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen