mánadagur 29. mars 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 29. mars 2010 – Nr. 61 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23
Iniesta úti ímóti Arsenal
Í vikuni spæla Arsenal og FC Barcelona fyrstu
fjórðingsfinaluna í Champions League. Men ein av
stuðulsspælarunum hjá Barcelona, Andres Iniestea, verður
ikki við í dystinum. Hann fekk ein snudd í dysti um vikuskiftið,
og fær ikki spælt hesa fyrstu vikuna. Í FC Barcelona verður
vónað, at Andres Iniesta aftur kann verða tøkur hjá liðnum til
seinna dystin ímóti Arsenal, sum verður tann 6. apríl.
Eingin trýr Fabregas
Hóast Cesc Fabregas hevur gjørt greitt, at hann heldur
fram at spæla fyri Arsenal í Onglandi, ganga áhaldandi
søgur um, at hann skal skifta til Barcelona. – Tað er
eingin orsøk at tosa um mína framtíð, og eg veit ikki,
hvaðani allur slaturin kemur. Eingin trýr mær, men eg eri
glaður fyri at verða í Arsenal, og eg havi ongar ætlanir
um at skifta felag, sigur Fabregas við Sporting Life.
Arnbjørn T. Hansen var
einsamallur málskjútti,
tá EB/Streymur vann á
NSÍ, sum seinnu árini
hevur átt lítlan leiklut í
steypakappingini
Í vánaligum líkindum og eftir longda
leiktíð eydnaðist EB/Streymi leygar
dagin við 10 sigri á NSÍ at tryggja
sær víðari luttøku í steypakappingini.
Úrslitið var nett tað sama, sum tá
NSÍ í fyrsta umfari í 2008 vitjaði EB/
Streym.
Talan var um tætta uppgerð, og
mál møguleikar vóru í báðum end
um. Arnbjørn T. Hansen skoraði
sigursmálið, tá hann við høvdinum
stýrdi frísparksinnleggi úr vinstru
síðu frá Hans Paula Samuelsen í
netið.
Úrslitið var staðfesting av gongd
ini í steypakappingini seinnu árini
hjá báðum feløgunum. Trý tey síðstu
árini hevur EB/Streymur verið í
finaluni. Í fjør tapti samansetta liðið
ímóti Víkingi, og tey bæði undan
farnu árini vann EB/Streymur á fyrst
HB og síðani B36.
Luturin hjá NSÍ hevur hesi árini
verið lítil í steypakappingini, og luta
kastið hevur ikki verið serliga hepp
ið: Fýra tey síðstu árini hevur NSÍ
bara spælt ein steypadyst hvørt árið,
tá mótstøðuliðini hava verið HB og
EB/Streymur – tvær ferðir í part.
NSÍ skal leita heilt aftur til 2006
fyri at finna ein sigur í steypa kapp
ingini, 41 í Sørvági, áðrenn tað í
øðrum umfari endaði við 10 tapi á
Skála.
Á liðnum hjá EB/Streymi vóru
Bjarni
Jørgensen
og
Kristoffur
Jakob sen nýggir, og hjá NSÍ var
Andras Gango nýggjur málverji og
Heðin á Lakjuni nýggjur vongverji í
vinstru síðu.
B36-liðformaðurin skor-
aði sigursmálið ímóti
HB, og tað eydnaðist
hon um væl at ansa eftir
HB-liðformanninum
Tað verður ikki í ár, at sigursvanda
HB fyri fyrstu ferð fær sítt navn
innritað í Løgmanssteypið, sum nú
verður spælt um. HBluttøkan á
hesum sinni vardi bara 90 minuttir,
tí B36 varpaði grannarnar úr kapp
ingini.
Sigursmálið í 10 sigrinum hjá B36
skoraði
liðformaðurin,
Klæmint
Matras, tá hann stutt eftir steðgin
beindi hornasparksinnlegg frá Ják
upi á Borg í málið.
B36liðformaðurin og HBlið for
mað urin, Fróði Benjaminsen, hava
ofta spælt yvir av hvørjumøðrum,
men hesa ferð var Klæmint omaná.
Fróði plagar at vera málsøkin, men
hann skoraði ikki ímóti B36, og at
Klæmint var so grammur eftiransari,
var ein av orsøkunum til, at spælið
hjá HB var lítið sannførandi.
Á báðum liðum vóru nýggir spæl
arar at síggja. Hjá B36 var Dimitrije
Jankovic sera sannførandi miðverji,
og Hjalgrím Elttør var eyðsýndur í
vinstru síðu, har hann ofta breyt
ígjøg num.
Hjá HB var næstan helvtin av lið
num nýggj, um sammett verður við
síðsta kappingarár: Rógvi S. Holm,
Tórður Hreiðarsson, Levi Hanssen
og Símun Samuelsen spældu allir
sín fyrsta dyst fyri HB, og TórIngar
Akselsen var aftur at síggja í høv
uðsstaðarfelagnum, eftir at hann
hevur spælt við 07 Vestur.
hil
HB-B36 0-1 (0-0)
0-1: Klæmint Matras, 49.
Dómari: Petur Reinert
Undrið FF-ÍF 0-1(0-0)
0-1: Karl Løkin, 60.
Dómari: Alex Troleis
AB-KÍ 3-1 – eftir longda leiktíð 1-1 (0-0)
1-0: Evrard Blé, 60.
1-1: Henry Heinesen, 80. (br.)
2-1: Evrard Blé, 103. (br.)
3-1: Kenneth Jacobsen, 113.
Reytt kort: Nikolai Eriksen, AB, 68., Sørmund Kalsø, KÍ, 103.
Dómari: Ransin Djurhuus
B71-Víkingur 2-4 – eftir longda leiktíð, 2-2 (0-1)
0-1: Atli Gregersen, 40.
1-1: Bojan Zivic, 68.
2-1: Símin Hansen, 75.
2-2: Súni Olsen, 80.
2-3: Súni Olsen, 101. (br.)
2-4: Súni Olsen, 105.
Reytt kort: Símin Hansen, B71, 101.
Dómari: Eiler Rasmussen
EB/Streymur-NSÍ 1-0 – eftir longda leiktíð, 0-0
1-0: Arnbjørn T. Hansen, 100.
Dómari: Páll Augustinussen
B68-07 Vestur 3-0 (0-0)
1-0: Jóhan Dávur Højgaard, 51. (br.)
2-0: Poul N. Poulsen, 75.
3-0: Ndende Adama Gueye, 89.
Reytt kort: Eli Falkvard, 07 Vestur, 62.
Dómari: Dagfinn Olsen
FC Hoyvík-TB 2-0 (1-0)
1-0: Jørgen Meitilberg, 37.
2-0: Bogi Hermansen, 64.
Dómari: Jóhan Petur Michelsen
FC Suðuroy-Skála útsettur
FAKTA UM DYSTIRNAR
Klæmint var omaná
NSÍ bara
ikki víðari
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Málskjúttin hjá EB/Streymi, Arnbjørn T. Hansen, í luftdysti við NSÍ-miðverjan, Jóhan Troest Davidsen, í
dystinum við Margáir leygardagin
Mynd: Sofus D. Johannesen