mánadagur 29. mars 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 29. mars 2010 – Nr. 61
Bygma Balslev stuðlar nú
tveimum spælarum í Havn
ar Badmintonfelag, Rannvá
Djur huus Carlsson og
Aksel Poulsen
– Frammanundan er Bygma Balslev
ein stuðul hjá badminton, umframt
øðr um ítrótti, men við at stuðla hes
um báðum, kunnu vit geva teimum
møguleikan at vinna seg fram. Eitt
nú kunnu tey koma uttanlands at
venja, sigur stjórin í Bygma Balslev,
Bent á Lava, ið sjálvur hevur verið
virkin badmintonspælari.
– Vit síggja, at eitt gott ung dóms
arbeiði verður gjørt í Havnar Bad
min ton felag, tí her er framgongd í,
og tað eru øgiliga nógv, sum eru far
in at spæla badminton, sigur hann.
Stuðulin kemur eisini væl við hjá
teimum báðum bad min ton spælar
u num, ið síggja fyri sær, at hann
kann geva nýggjar møguleikar.
– Nú hevur man okkurt annað at
kem pa fyri, tí eitt nú gevur stuðulin
møguleika fyri onkrum uttan lands
túri, so tað ber til at menna seg
meira, sigur 26 ára gamli Aksel Poul
sen.
– Tá vit fara út at spæla aðrastaðni,
fáa vit ordiliga at síggja, hvussu góð
vit eru. Her spæla vit ímóti teimum
somu alla tíðina, og tá verður tað
meira soleiðis, at tú bara fert inn í
eina rútmu, tí tað er tað sama alla
tíð ina. Tá gert tú tað sama alla tíðina
og stendur í stað.
14 ára gamla Rannvá Djurhuus
Carls son er eitt av hesum fjølbroyttu
ítróttar fólkunum, ið kann gera seg
gald andi millum tey bestu í fleiri
ítróttar greinum, men hon sigur, at
nú hevur hon valt.
– Nú satsi eg upp á badminton,
og hesin stuðulin kann hjálpa mær
til kappingar uttanlands og sorðið,
so tað kemur væl við, sigur Rannvá,
sum gleðir seg til Senta FM í ítróttar
høllini á Hálsi mitt í apríl.
– Vónandi gongur tað væl, og tað
hevur í øllum førum gingist væl hjá
mær í Grand Prixkappingunum í
vet ur.
Í sambandi við útbygg
ing ina av flogvøllinum
skal ein høll hjá 62°N
tak ast niður, og nú hevur
felag ið valt at giv ið
bogaskjótifelagnum, Vága
Skoti, høllina fyri einki
– Vit skuldu allíkavæl fáa hesa høll
ina burtur, tí hon stendur í vegin, nú
flog vøllurin skal byggjast út, so okk
um passaði tað sera væl, at vit
kundu fáa høllina burtur, samstundis
sum hon kundi koma ítróttinum til
góð ar, sigur Kent Christensen, stjóri
í 62°N, tá hann leygardagin av hend
aði høllina.
– Eg skilji á lagnum, at tað kemur
væl við hjá VágaSkoti at fáa høllina,
so nú kunnu vit kanska siga, at
privata vinnulívið hevur hjálpt teim
um í gongd við tí, og so er restin
upp til kommunalu myndug leik ar
nar.
Høllin verður í næstum tikin niður,
men enn er ikki greitt, hvar hon
verð ur sett upp, tí enn er einki
grund stykki fingið til vega. VágaSkot
hev ur vent sær til bæði Sørvágs og
Vága kommunu um at fáa eitt stykki
at seta høllina á, men hetta er alt so
nýtt, at einki ítøkiligt er hesum við
víkjandi enn.
Sera takksamir
Formaðurin í VágaSkoti, Tórfinn
Han sen, er sera fegin um, at 62°N á
hen da hátt hjálpir felagnum at fáa
tak yvir høvdið, samstundis sum
høllin kann koma samlaðu boga
skjót ingini í landinum til góðar.
– Vit taka høllina niður og goyma
alt tilfarið í einari 40 fóts bingju. Av tí
at nógvir av okkum í felagnum eru
hand verkarar og hava neyðugu
am boðini, vænta vit, at tað arbeiði
kann ganga skjótt, sigur Tórfinn.
– Høllin kostar okkum einki, so vit
eru 62°N sera takksamir fyri, tí hetta
er fantastiska flott og kemur at geva
okk um umstøður, vit annars ikki
høv du havt møguleika at fingið.
Talan er um eina høll, sum er 27,5
metrar ferðir 13,5 metrar, so hon er í
stødd sera væl egnað til boga skjót
ing, har longstu innandura breyt ir
nar eru 18 metrar. Harumframt fær
Vága Skot pláss fyri umleið 100 fer
metrum av øðrum hølum í høllini.
Stóran týdning
Eisini Schandorff Vang, formaður í
Boga skjótideild Føroya, fegnast um
stórfingnu gávuna frá 62°N.
– Vit hava í mong ár tosað um, at
vit áttu at bygt eina skjótihøll við
øllum hentleikum, sum skuldi verða
ein høll, ið minnir um testhallirnar,
størs tu framleiðarar innan boga
skjót ú tgerð og størstu handlar hava,
sigur hann.
– Men tað er ikki komið longur
enn til tankan, tí hetta hevur verið
alt ov kostnaðarmikið fyri so lítla
ítrótt sum bogaskjóting. Hetta kem
ur at hava stóran týdning fyri menn
ingina og samanhaldið – ikki bara í
Graslíki skaðaorsøk
Ikki færri enn 16 av teimum 26 spælarunum í hópinum
hjá danska felagnum, AGF, hava í ár verið uttanfyri við
smærri og størri skaðum. Fysioterapeuturin í felagnum
heldur, at graslíkisvøllurin kann vera orsøkin til
skaðarnar. – Nógvir av skaðunum hava verið í
baklærinum, og eg haldi hála graslíkisvøllin, vant verður
á, vera eina høvuðsorsøk, tí spælararnir glíða illa á
vøllinum, sigur Jens Bo Vestergaard við heimasíðuna
hjá AGF.
Button vann í Australia
Taktiskt snildi, tí Jenson Button valdi at skifta til
turrveðursdekk áðrenn hinir, tryggjaði honum í gjár sigurin í
Formel 1kappkoyringini í Australia. Sostatt hevur ráðandi
heimsmeistarin vunnið fyrsta sigurin fyri nýggja felag sítt,
McLarenMercedes. Robert Kubica, ið koyrir fyri Renault, var
honum næstur, og Ferrarikoyrarin, Felipe Massa, gjørdist
nummar trý. Hin maðurin hjá Ferrari, Fernando Alonso, bleiv
nummar fýra og er framvegis á odda samanlagt.
Rannvá og Aksel fáa stuðul
Badmintonspælararnir, Aksel
Poulsen og Rannvá Djurhuus
Carlsson, saman við Alex
Hentze frá Bygma Balslev, sum
stuðlar teimum báðum
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen
Tórfinn Hansen, formaður í VágaSkoti, og Kent Christensen,
stjóri í 62°N, avmyndaðir leygardagin við høllini í baksýni
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Bogaskjúttar tak yvir høvdið