mánadagur 29. mars 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 29. mars 2010 – Nr. 61 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25
Lampard skorar nógv
Frank Lampard hevur verið ein sonn málsmaskina seinastu
vikurnar. Um vikuskiftið skoraði hann heili fýra mál, tá
Chelsea vann 7-1 á Aston Villa. Á toppskjúttalistanum fyri
Premier League er Frank Lampard besti miðvallarin. Hann
hevur skotið 17 mál, og tað er eins nógv og Jermaine
Defoe, men eitt minni enn Fernando Torres. Annar
miðvallari millum toppskjúttarnar er Cesc Fabregas við 15
málum. Ovastur av øllum er Wayne Rooney við 26 málum.
Vidic brúkti albogan
Manchester United vann í gjár 4-0 á Bolton í ensku
landskappingini. Eftir dystin gramdi venjarin hjá Bolton seg
um framferðina hjá United-verjuspælaranum, Nemanja Vidic,
tá hann fór í eina luftduell við álopsspælaran Johan Elmander.
– Eg leiti ikki eftir einari umbering, men Vidic rakti Elmander
við alboganum, so blóðið fleyt. Dómarin kann ikki hava sæð
tilburðin, sigur Owen Coyle, sum vónar, at enska
fótbóltssambandið fer at revsa Vidic fyri hendingina.
Leygardagin vóru føroya
meistara kappingarnar
hjá børnum og vaksnum
á innandura teinunum í
ítróttarhøllini á Giljanesi.
Hesa ferð var metstór
luttøka
Ikki færri enn 38 skjúttar vóru við í
føroyameistarakappingini hesa ferð,
sum bogaskjótifelagið VágaSkot var
vertur fyri í ítróttarhøllini á Giljanesi.
Børnini vóru 17 í tali og tey vaksnu
21, og so nógvir skjúttar hava ikki
fyrr verið við til eina FM-kapping.
Skotið var í høllini fáar tímar und-
an flogbóltsfinalunum hjá monnum,
men tað læt seg væl gera, hóast ser-
liga flogbóltsgólvið var álagt, og
kapp ingin gekk eisini sera væl.
Børnini skutu 12 metrar og tey
vaksnu 18 metrar.
Hjá børnunum vóru tað ikki færri
enn 14 av 17 skjúttum, ið settu per-
sónlig met innleiðandi, og tað vísti
seg eisini, at Ørvur, Tambar og Vága-
Skot vóru øll framvegis umboðað
við skjúttum, tá komið var til hálv-
finalurnar.
Tá avtornaði, vann Odd Andreas-
sen úr Ørvi á Marnari Magnussen úr
Vágaskoti í finaluni og gjørdist
føroyameistari, og í dystinum um
bronsuna vann Heini Bergsson úr
Tambum á Inga Alfredsson úr Ørvi.
Spennandi finala
Í kappingini hjá teimum vaksnu í
recurve gjørdist Absalon Hansen úr
Tambum tann drúgvasti. Hann vann
við fýra stigum á Eggaba Andreasen
úr VágaSkoti og gjørdist føroya-
meistari. Báðir vóru teir sera sann-
førandi í hálvfinalunum, har enn
eina ferð øll trý feløgini framvegis
høvdu skjúttar við.
Magnus Andreassen úr Ørvi, sum
setti persónligt met í innleiðandi
skjótingini, gjørdist føroyameistari í
compound, tá hann í einari sera
spennandi og javnari finalu megnaði
at vinna á Albert Dam, somuleiðis úr
Ørvi. Teir báðir høvdu í hálvfinalunum
tepurt
bast
ávikavist
Jóannes
Poulsen úr Ørvi og Jógvani Niclasen
úr Tambum.
Í finaluni vann Magnus fyrst 30-28
og síðani vann Albert 29-28, áðrenn
tað bleiv tvær ferðir javnleikur,
28-28. Sostatt gjørdist munurin tann
minst møguligi, tí Magnus vann
114-113. Til stuttleika kann nevnast,
at Magnus er beiggi Odd, ið vann
kappingina hjá børnunum, so har
kom nógv gull í húsið leygardagin.
Grand Prixkapping
Tey vaksnu hava tilsamans verið
ígjøg num sjey kappingar í vetur, og
síðuleypandi hevur so verið ein
Grand Prix-kapping. Har hevur tað
verið skipað soleiðis,at skjúttarnir
hava fingið stig fyri støður sínar í
innleiðandi skjótingunum í hvørjari
kapping.
Tórfinn Hansen, formaður í Vága-
Skoti, hevur latið ferðasteyp og
heið ursmerki til Grand Prix-kapp-
ingarnar, og reglurnar fyri ferða-
steypið eru soleiðis, at tann skjúttin
vinnur tað til ognar, sum vinnur
ann aðhvørt tríggjar kappingar á rað
ella fimm ferðir tilsamans.
Í recurce gjørdist Eggaba Andrea-
sen úr VágaSkoti vinnari, meðan
Absalon Hansen úr Tambum gjørdist
nummar tvey og Hans Petur Høj-
gaard úr Ørvi nummar trý. Og í
compund vann Albert Dam úr Ørvi,
meðan Jógvan Niclasen úr Tambum
gjørdist nummar tvey og Magnus
Andreassen úr Ørvi nummar trý.
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Odd Andreassen, sum vann kappingina hjá børnunum, hevur her
fingið »fult hús«
Mynd: Annika Vang
Størri enn nakrantíð
Metstórt tal av skjúttum var við til føroyameistarakappingina á Giljanesi leygardagin
Mynd: Annika Vang
Børn
Hálvfinalur:
Odd Andreassen, Ørvur - Heini Bergsson, Tambar
115-102
Marnar Magnussen, VágaSkot - Ingi Alfredsson, Ørvur
103- 72
Bronsufinala:
Heini Bergsson, Tambar - Ingi Alfredsson, Ørvur
97- 82
Finala:
Odd Andreassen, Ørvur - Marnar Magnussen, VágaSkot
110-107
Vaksin, recurve
Hálvfinalur:
Absalon Hansen, Tambar - Tórhallur Simonsen, VágaSkot
114- 91
Eggaba Andreasen, VágaSkot - Hans Petur Højgaard, Ørvur
104- 94
Bronsufinala:
Hans Petur Højgaard, Ørvur - Tórhallur Simonsen, VágaSkot
110- 89
Finala:
Absalon Hansen, Tambar - Eggaba Andreasen, VágaSkot
110-106
Vaksin, compound
Hálvfinalur:
Magnus Andreassen, Ørvur - Jóannes Poulsen, Ørvur
113-111
Albert Dam, Ørvur - Jógvan Niclasen, Tambar
116-112
Bronsufinala:
Jóannes Poulsen, Ørvur - Jógvan Niclasen, Tambar
112-109
Finala:
Magnus Andreassen, Ørvur - Albert Dam, Ørvur
114-113
FM Í BOGASKJÓTING