Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-29, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mars 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 tíðindi Nr. 61 - 29. mars 2010 Hóast føroysku vón­ irnar eru góðar, er lítið sum bendir á, at tað verður Gunn­ ar Hoydal, sum vinnur Norðurlanda Bókmenta virðis­ lønina í morgin Virðisløn Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin Skaldsøgan Í havsins hjarta eftir Gunnar Hoydal er í harðari kapping, nú Norður­ landa Bókmentavirðislønin 2010 skal latast í morgin. Heili níggju skaldsøgur eru í uppskoti í ár, og tvær av teimum eru longu at meta sum stórfavorittar at vinna virðislønina. Onnur teirra, Min Kamp eftir norska Karl Ove Knausgård er vorðin ein tann størsti norður­ lendski metseljarin í nýggj­ ari tíð, meðan skald søgan Puhdistus eftir finsku Sofi Oksanen fullkomi liga hevur tikið ummælar ar á bóli. Fá ummæli Her heima hava bókafólk tó góðar vónir um skaldsøguna hjá Gunnari Hoydal. Bæði Jógvan Isaksen, bókmenta­ frøð ing ur, og Heðin M. Klein, rit høvundi, meta, at bókin hevur tað, sum skaldsliga skal til fyri at kunna vinna virðislønina. At skaldsøgan í stóran mun tekur støði í rættiliga ser­ føroyskum við urskiftum átti heldur ikki at verið ein forðing, metir eitt nú Turið Sigurðardóttir, professari í bókmentum. – Í havsins hjarta hevur eina poesi og eina dýpd, sum røkkur langt út um tað føroyska, bæði í mátanum, bókin ítøkiliga tekur um ­ heimin við í søguna og eis­ ini í alment menniskjaliga tematikkinum, sigur Turið Sigurðardóttir og leggur afturat, at hetta er ein skald­ søga, sum krevur nakað av lesararnum. Men hóast bókin hevur ein kjans at vinna sæð í mun til skaldsliga góðsku, er spurningurin, um um ­ heim urin er klárur at taka ímóti Í havsins hjarta held­ ur Turið Sigurðardóttir. – Føroyskar bøkur hava oftast ein hægri garð at skula upp um, tí kunnleikin til føroyskar bókmentir er sum heild lítil. Tí er tað al ­ neyðugt, at bøkurnar fáa fak liga kompetent ummæli í útlendskum miðlum, sum skapa uppmerksemi kring tær. Tað nyttar lítið, at bókin er góð, um ongin veit av henni, sigur hon. Í útlendskum miðlum hava heldur ikki nógv um ­ mæli verið at sæð av Í hav­ sins hjarta higartil. Herfyri hevði danska dagblaðið Politiken tó eitt norður­ lendskt tema, har øll upp­ skotini til ársins Norður­ landa Bókmentavirðisløn vórðu ummæld. Og har fekk Í havsins hjarta ikki bestu skoðsmál frá kenda ummælaranum Thomas Bredsdorff. Tríggjar stjørn­ ur bleiv tað til fyri »denne lange, meget lange saga om en løsrivelse, der ikke rigtig river«. Tað, sum serliga ger skald søguna langliga, er sambært ummælaranum, at ongin av menniskjunum í henni veruliga koma í fok­ us. Myndamálsliga tyngja ævintýrkendu umskriving­ arnar av støðum og londum eisini skaldsøguna óneyð­ uga nógv heldur Thomas Bredsdorff og vísir millum annað til, at Føroyar og Danmark áhaldandi verða nevnd sum ávikavist »land­ ið, sum vildi vera eitt land« og »landið, sum helt at tað átti landið«. Eyðkenni fyri vinnara Heldur ikki Klaus Roth­ stein, ummælari á Week­ end avísini, gevur Í havsins hjarta nógvar kjansir. Í sendingini »Skønlitteratur« á P1 herfyri metti hann skaldsøguna hjá Gunnari Hoydal vera millum tær, sum hava minst møgleika at vinna, hóast hann við­ gekk, at hann ikki hevði lisið bókina. – Rákið bendir ikki rætti­ liga tann vegin, var grund­ gevingin hjá Rothstein, hóast hetta páhaldið kann tykast nakað løgið, sæð í mun til tey eyðkenni, sum eitt nú norski granskarin Odd Gaare í somu sending nevndi sum rættiliga typisk fyri ein vinnara av Norður­ landa Bókmentavirðis løn­ ini. Sambært Gaare er tað nevniliga ofta realistiskar skaldsøgur, har tað persón­ liga og lokala verður hevjað til eitt tjóðarligt og norð­ urlendskt úttrykk, sum søguliga hava vunnið virð is­ lønina. Hann leggur aft urat, at í endamáls orð ingini fyri Norðurlanda Bók menta virð­ islønina eru ongi krøv um, at verkið skal umboða nakað serstakt »norður lendskt«, ann að enn at tað skal vera skrivað á ein um av norður­ lendsku mál unum. Sjálvur hevur hann gransk að í, hvørji eyðkenni hava gjørt seg galdandi fyri vinnararnar, síðani Norður­ landa Bókmentavirðislønin var latin á fyrsta sinni, og her tykist eitt ávís mynstur at vera at hóma. Ofta eru hetta bøkur, sum so ella so lýsa ein samfelagsbygna, bæði økonomisk, sosialt og seta orð á, hvussu moralska idégrundarlagið í um hvørv­ inum gevur seg til kennar. Hartil snara søgurnar ofta kring ímyndir um tjóð­ skaparligar hetjur, hending­ ar, náttúruna, fólkið og sið­ venju. Besta boðið Í so máta tykist persónliga og samfelagsliga tjóðskap­ ar søgan Í havsins hjarta at vera eitt upplagt boð uppá ein vinnara, men heldur ikki Odd Gaare hevur Gunn ar Hoydal sum favo­ ritt. – Bæði skaldsliga og sæð í mun til, hvussu virðislønin søguliga hevur verið latin, er finska Sofi Oksanen eitt suverent fyrsta val fyri meg, sigur Odd Gaare. Og hann er ikki tann ein­ asti, sum metir skaldsøguna Puhdistus hjá 33 ára gomlu Sofi Oksanen at hava ser­ liga góðar møguleikar í ár. Í øllum førum hava ummælini av bókini verið óvanliga góð, eins og hendan skald­ søgan um eina estiska familju, sum fer í tvíningar og eina unga gentu, ið verður offur fyri menniskja­ handli, longu hevur fingið fleiri virðislønir í heim­ landinum. Norðurlanda Bókmenta- virðislønin 2010 Vinnarin verður avdúkaður á middegi í morgin á sam komu í Helsingfors. Umframt heiðurin fylgja 350.000 krónur við virðislønini. Í uppskoti eru: Danmark Peter Laugesen, Fotorama, Yrkingasavn Ida Jessen, Børnene, Skaldsøga Finland Sofi Oksanen, Puhdistus (Renselse), Skadsøga Monika Fagerholm, Glitterscenen, Skaldsøga Ísland Einar Kárason, Ofsi (Rasen), Skaldsøga Steinar Bragi, Konur, Skaldsøga Norra Karl Ove Knausgård, Min kamp 1, Skaldsøga Tomas Espedal, Imot kunsten, Skaldsøga Svøríki Steve Sem­Sandberg, De fattiga i Lódz, Skaldsøga Ann Jäderlund, Vad hjälper det en människa om hon häller rent vatten över sig i alla sina dagar, Yrkinga­ savn Føroyar Gunnar Hoydal, Í havsins hjarta, Skaldsøga Misjavnar væntanir til Gunnar Hoydal Fyri triðu ferð er Gunnar Hoydal í uppskoti at vinna Norðurlanda Bókmentavirðislønina Finska Sofi Oksanen er ein av favorittunum við skaldsøguni »Puhdistus« Mynd:Forlaget Oktober Runnu í regni Kring landið var stuðulstiltakið »Eg renni fyri Haiti« leygardagin, sum Reyði Krossur og onnur skipaðu fyri. Í Vági varð runnið kring Vatnið vesturi á Eiðinum. Hóast veðrið gjørdi, at fótbóltsdystir á Eiðinum vóru avlýstir, so møttu tey flestu av teimum, ið høvdu teknað seg til stuðulsrenningina í Vági, t.v.s. eini 70 fólk. Runnið varð í vindi og regni, og umstøðurnar vórui ikki tær bestu, men hóast hetta tóktust fólk nøgd, og eftir renningina vóru vinningar lutaðir burtur millum tey luttakandi.