Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-29, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mars 2010síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 61 - 29. mars 2010 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Andlát og jarðarferðir Leivur Kjærbo, fyrrverðandi keypmaður í Sumba, andaðist á Suðuroyar Sjúkrahúsi hósdagin, 85 ára gamal. Dagurin 29. mars. Jónas, deyður umleið ár 326. Tikin av døgum í Persiu. Navnið merkir dúgva ella er kanska ein stuttur formur av Jóannes. Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008 Sunnudagin 28. mars vóru 100 ár síðan drotning Ingrid var fødd. Drotning Ingrid varð fødd sum svensk prinsessa, dóttir Gustav 6. kong í Svøríki og Margarethu krúnprinsessu. Ingrid giftist Kronprins Frederik (IX) av Danmark tann 26. mai 1935 í Stok­ holm, og gjørdist drotning í Danmark í 1947, tá hann gjørdist danskur kongur. Tey fingu tríggjar døtur: Margrethe, sum er drotning í dag, Benedikte og Anne­ Marie. Fríðrikur 9. var føddur 11. mars 1899 og andaðist andaðist 14. januar 1972, 72 ára gamal. Ingrid legði t.d. grundar­ steinin til Drotning Ingridar barnagarð í Jóannesar Paturssonargøta í Havn í 1949. Drotning Ingrid and­ aðist 7. november 2000, 90 ára gomul. -red Sosialurin skrivar tann 28. mars 1990, at 1100 fólk lata pening til leguhúsið, sum Hin Kristiliga Heimamissiónin letur byggja í Nesvík. Húsið, sum er mett til at kosta millum 25 og 27 milliónir krónur at byggja, verður eftir ætlan liðugt næsta ár. Ásbjørn Joensen, landsskrivari hjá heimamissiónini og limur í bygginevndini fyri húsið sigur, at umleið 1100 fólk flyta pening fast hvønn mánað til leguhúsið. Blaðið skrivar eisini, at vit hava sjálvi skyldina av ódnunum, ið hava verið sein­ astu tíðina, sum eftir øllum at døma koma av dálking. Eisini skrivar blaðið, at Heri Smith hevur eina framsýning við blýants­ tekningum í Smiðjuni í Lítluvík. Útlit eru at Klaksvíkar Kommuna heilt skjótt kann fara undir at byggja læknamiðstøð í miðbýnum, og nýggja Sløkkiliðsstøðin í Sundalagnum hevur havt sína fyrstu stóru uppgávu, tá eldur kom í ein sethús í Hvalvík. Kelda: Sosialurin 28. mars 1990 -red Drotning Ingrid 100 ár Fyri 20 árum síðan: 1100 fólk stuðlaðu leguhúsinum Drotning Ingrid (1910-2000) Drotning Ingrid og Fríðrikur 9. sum ung 60 ára føðingardagur Mikudagin 7. apríl verði eg 60 ár, føðingardagsveitslan verður hildin í Skálanum í Klaksvík, leygardagin, 10. apríl kl. 19. Tey sum ynskja at gleða meg við at koma í føðingardag, verða vinarliga biðin at boða frá við at ringja ella senda sms til telefon 211988, ella við t­posti til isak@football.fo helst áðrenn 5. apríl. Heilsan Ísak Mikladal, Klaksvík. Silvurbrúdleyp Leygardagin 3. apríl hava Katrin og Ingimund Hansen Fuglafjørður silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18 fyri innbodnum. Gullbrúdleyp Leygardagin 17. apríl hava Helga og Jørgin Gleðisheygg Nes, Gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdahúsi­ num í Leirvík, kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Tey ið vilja gleða okkum við at koma verða biðin um at siga frá innan 8. apríl á tlf. 447160 ella 270876 merkisdagar Góða kona, mamma, vermamma, omma og systir okkara Elsa Krog Esbjerg fødd Olsen, úr Vestmanna andaðist í Esbjerg 26. mars, 71 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Jesne Kirke mikudag 31. mars kl. 13.30. Vegna tey avvarðandi Bent, Ejgil, Gert og Torben við familju