mánadagur 29. mars 2010síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 61 - 29. mars 2010
29
Tá vit tosa um vælferð, so
verður serliga hugsað um
almannamál, heilsumál og
kanska eisini skúlamál.
Bara almanna- og heilsu-
mál fylla meira enn helvt-
ina av løgtingsfíggjarlógini
hvørt einasta ár.
Vit seta ofta ”bleyt virði”
uppímóti játtanini til “as -
falt og betong”. Valstríðið
fyri tveimum árum síðani
var nógv merkt av hesum.
Nú skuldi satsast uppá tey
bleytu virðini. Og so blivu
øll skuffað, men av hvørj-
um? - Hvørjum høvdu vit
roknað við?
Um vit hyggja eftir
fíggj ar lógini í ár, so verða
bara 317 mió. krónur
brúktar til íløgur (altso
“asfalt og betong”), meðan
1,6 milliardir verða brúktar
bara til almannaøkið (tá
eru heilsumál og skúlamál
ikki tald við). Tað vil siga,
at almannaøkið fyllir 5
ferðir so nógv, sum íløg-
urnar, og tá eru 189 mió.
krónur í íløgum til al -
mannamál, heilsumál og
útbúgving og gransking
íroknaðar. Og hetta er í
eini tíð, tá tað búskaparliga
er rætt at brúka so nógv
sum møguligt til íløgur, og
at spara so nógv sum
møguligt í rakstri.
Tað standa bara 55,6
mió. krónur á fíggjarlógini
í ár, sum skulu brúkast til
vegir, havnir, tunnlar,
tyrlupallar og brúgvar. Tað
svarar til eini 3,5 prosent
av játtanini til almannamál.
Og kortini so hoyra vit
dagliga, at politikarar
hugsa bara um ”asfalt og
betong”.
(Her má eg sjálvandi fyri
rættleikan skyld nevna, at
útbyggingin av flogvøll in-
um liggur uttanfyri fíggjar-
lógina). Men á sjálvari
fíggjarlógini er hetta
støðan.
Hetta vísa tølini
Vit hoyra nógvar pástandir,
men hvat vísa tey veruligu
tølini? Lat okkum taka
farna 5-ára skeiðið (árini
2004 til 2009). Hvussu
nógv eru tølini fyri væl-
ferðartænasturnar broytt í
hesum tíðarskeiðinum?
Tølini vísa, at játtanin til
almannaøkið er hækkað úr
1,3 mia. kr. upp í 1,6 mia.
kr. (Ein øking uppá einar
300 mió. krónur eftir 5
árum).
Tølini vísa eisini, at út -
gjaldið úr Samhaldsfasta
til pensjónistar er fleirfald-
að hesi árini. Útgjaldið
sum var 697 krónur um
mánaðin í part, fór upp í
2.500 krónur um mánaðin.
166 nýggj búpláss á
eldra bústøðum blivu tikin í
nýtslu hesi árini.
Íroknað Samhaldsfasta
er árliga pensjónin til
stakar pensjónistar hækkað
umleið 30.000 krónur, og
til pensjónistahjún er
pensjónin hækkað umleið
55.000 krónur í sama
tíðarskeiði.
Talið av starvsfólkum í
eldrarøktini er økt við
umleið 200 fólkum síðan
2003. Játtanin til eldraøkið
er eisini økt munandi
seinastu árini. Í 2003 var
játtanin 228 mió. kr. og á
fíggjarlógini fyri 2010 er
játtanin 319 mió. kr.
Frá yvirskoti til
undirskot
Í hesum sama tíðar skeið-
inum, er úrslitið hjá lands-
kassanum dottið niður á
eitt undirskot á 800 mió.
krónur. Tað vil siga, at vit
hava økt játtanirnar til
vælferðartænasturnar,
samtíðis sum vit hava verið
noydd at staðfest, at vit
brúka nógv meira, enn vit í
veruleikanum hava ráð til.
Og kortini, so verða
politik arar skeldaðir út, tí
teir unna ikki teimum
veiku í samfelagnum
nakað sum helst.
Ómøguligt at fylgja
krøvunum
Hetta sum eg havi nevnt,
vísir, at vit játta meira og
meira til vælferðarsam-
felagið, og at vit játta nógv
meira, enn vit hava ráð til,
og kortini er tað ikki nóg
mikið. Vit noyðast tí at
hugsa heilt øðrvísi. Loysn-
in er ikki bara at játta fleiri
og fleiri pengar.
Vit koma ongantíð at
játta so nógvar pengar til
vælferðartænasturnar, at
ikki onkur – helst tey
flestu, krevja meira.
Hvørja ferð vit hækka eina
játtan, so hækka vit eisini
støðið á tí, sum fólkið
krevur. Men tað er ikki
bara játtanin í Føroyum,
sum er avgerandi. Fólk
fylgja væl við, hvussu
støðan er í okkara granna-
londum, og krevja tað
sama her. Men vit hava ein
fíggjarligan veruleika, sum
vit mugu fyrihalda okkum
til.
Kenslurnar hjá okkum
øllum siga ”meira væl-
ferð”, men kenslur og
logikkur ganga ikki altíð
hond í hond.
Blokkniðurskurðurin er
tann stóri trupulleikin
Á heimasíðu Sambands-
floksins er ein nógv út -
skeldaður teljara, sum
sigur, hvussu nógv blokk-
niðurskurðurin hevur
kostað. (Altso tann niður-
skurðurin sum hendi, tá tey
bleytu málsøkini, skúlamál
og almenn forsorg vórðu
yvirtikin). Hesin teljarin
hevur í hesum mánaðinum
rundað ta triðju milliard-
ina.
3.000 mió. krónurð
hevur landskassin mist fyri
yvirtøkur av vælferðar-
tænastum. Harafturat
kemur fastfrystingin av
blokkstuðlinum, sum hevur
kostað einar 800 mió.
krónur, so vit tosa um
knappar 4 milliardir
krónur, sum landskassin
hevur mist orsaka av
fullveldispolitikki.
• Vit skuldu standa á
egnum beinum.
• Vit skuldu tryggja
okkara egnu vælferð,
o.s.fr.
Hetta søgdu kenslurnar. -
Men hvør er veruleikin?
Hvør er logikkurin?
Teori og praksis
Eg hoyri ofta pástandir um,
at blokkurin bara økir um
forbrúkið, og at hevði hann
ikki verið minkaður, so
hevði forbrúkið verið vaks-
ið uppaftur meira. Hetta
ljóðar kanska sum ein
skilagóð teori, men so má
eg spyrja: Hví minkaði
forbrúkið so ikki, tá
blokkurin minkaði? Nei tá
hendi tað øvugta. Tá kom
veruliga ferð á forbrúkið,
so tann teoriin heldur ikki í
praksis.
Próvførslan kann jú
brúkast báðar vegir, og tað
verður eisini gjørt í
ólukku mát. Økt forbrúk er
negativt, meðan upprað-
festing av økjum er positivt
(sjálvt um bæði tingini
merkja tað sama). Tí hoyra
vit ofta hesi orðini brúkt
hvørt um annað.
Víst verður á, hvussu
nógv fullveldislandsstýrið
raðfesti tey bleytu virðini,
og hvussu nógv blokkurin
hevði økt forbrúkið, um
hann ikki var lækkaður. Vit
kunnu jú eisini siga tað
sama við øvugtum fortekni
– at fullveldislandsstýrið
økti forbrúkið, og hvussu
høgt vit kundu raðfest tey
bleytu virðini, um blokk-
urin ikki minkaði.
Tað ber til at tosa seg
burturúr nógvum, men ikki
øllum. Nú sita vit við
trupulleikunum, og hvat
gera vit so?
Mugu venda hallinum
Meira enn helvtin av
fíggjar lógini fer til væl-
ferðarøkini, so tað verður
ringt at sleppa undan, at
hesi økini eisini fara at
merkja niðurskurðin, nú vit
stríðast við eitt stórt hall á
fíggjarlógini. (Og eg má
minna á, at higartil eru
játtanirnar ikki lækkaðar,
hóast vit hava hoyrt nógv
mótmæli í fjølmiðlunum).
So kunnu vit bara ímynda
okkum, hvussu mótmælini
fara at verða, um játtanir-
nar veruliga fara at minka.
Skulu vit lækka tæn astu-
støðið, ella kunnu vit um -
skipa tænasturnar, soleiðis
at úrslitið verður ein betri
tænasta fyri færri pengar? -
Ber tað til? Og hvat gera
vit, um tað vísir seg ikki at
bera til?
Eg skal ikki siga, at alt
má rættast til við sparing-
um, men skulu vit sleppa
undan at skerja vælferðar-
tænastur, so er í minsta
lagið neyðugt, at tænast-
urnar verða umskipaðar, og
hvussu gongur við tí?
Einki ber til
Vit hoyra rokið, nú lands-
stýriskvinnan við skúla-
málum hevur skotið upp at
leggja skúlar saman. Hon
kann vísa á, at tað er betri
fyri næmingarnar, at tað er
betri fyri lærararnar og at
tað kostar minni. Men
kort ini er mótstøðan hørt!
Kravið er, at hetta skal
tengjast saman við komm-
unu saman leggingum, men
har fæst heldur eingin
semja, og so hendur einki
– og undirskotið er 800
mió. krónur.
Vit hoyra rokið, tá
landsstýriskvinnan við
almannamálum ætlar at
lukka ein stovn fyri tvey
búfólk (!) Tá verður sagt í
fjølmiðlunum, at nú er øll
vælferðin í vanda – og
undirskotið er 800 mió.
krónur.
Vit hava trý sjúkrahús í
Føroyum. Tann sum torir at
nevna, at tað er órationelt,
verður flongdur alment –
og undirskotið er 800 mió.
krónur.
Eitt øðiligt rok er í Havn,
tí semja fæst ikki um,
hvørt 10. flokkarnir skulu
ganga í Kommunu skúl an-
um ella Eysturskúlanum. -
Einki ber til.
Hví gera vit tað, sum vit
gera?
Eg trúgvi ikki, at nakar
sleppur heilt snikkaleysur
burturúr íkomnu støðuni.
Øll sleppa so ella so at
gjalda prísin. Vit noyðast at
endurskoða alt vælferðar-
økið og spyrja, hvat er
endamálið við tí, sum vit
gera.
Er endamálið við skúlan-
um, at næmingarnir skulu
læra, ella er endamálið
bygdamenning?
Er endamálið við sjúkra-
húsum, at sjúklingar skulu
blíva frískir, ella er enda-
málið at varðveita arbeiðs-
pláss hjá læknum og
sjúkrasystrum?
Fyrr vóru næstan allir
læknar líka. Í dag eru
læknar spesialiseraðir til
ávís øki. Um ein persónur
vaknar um náttina við
blóðproppi, og verður
koyrdur á eitt sjúkrahús, so
er tað eitt sindur óheppið,
um bara ein lækni er at
taka ímóti, og hesin er
spesialistur í at opirera
knø.
Nú sigi eg ikki, at støðan
er so ring, men eg nevni
hetta fyri at vísa á, hvørjir
vandar kunnu stinga seg
upp, um eindirnar blíva ov
smáar.
Ein annar vandi, sum
eisini ger seg galdandi, eru
arbeiðsroyndirnar hjá
læknunum. Vit senda
sjúklingar uttanlands,
millum annað tí vit mangla
læknar í Føroyum. Men
teir læknarnir, sum eru her
(teir sum vit ikki mangla),
teir hava ov fáar sjúklingar,
fyri at fáa nóg mikið av
royndum.
Tað vil siga, at vit
mangla ikki bara læknar til
sjúklingarnar, nei vit
mangla so sanniliga eisini
sjúklingar til læknarnar.
Tað er prísurin fyri at vera
eitt lítil samfelag - og vit
býta samfelagið í uppaftur
smærri eindir.
Hava brúk fyri
nýskipanum
Tey spariuppskotini, sum
vit hava sæð í hesum val-
skeiðinum, hava ikki
munað nógv í heildini.
Sumt hevur ongn møgleika
havt at verið samtykt, og
tað sum er blivið samtykt
hevur munað so lítið, at tað
hevur skapt størri órógv,
enn tað hevur spart.
(Nevnast kunnu uppskotini
um gjald fyri heilivág
o.s.fr.). Tað verða ikki tey
uppskotini, sum broyta
nakað av týdningi. Vit hava
brúk fyri grundleggjandi
nýskipanum innanfyri alt
vælferðarøkið.
Onkur ljósglotti
Eitt uppskot, sum arbeitt
hevur verið við leingi, og
sum er um at koma undir
land, er pensjónsre form-
urin. Hetta uppskotið
verður ikki nøkur sparing í
fyrstu atløgu, men sæð
yvir eitt longri tíðarskeið,
verður hetta eitt neyðugt
stig, tí verandi pensjónir
kunnu ikki halda fram, nú
fólkasamansetingin
broytist.
Tað eru tílík uppskot, við
hava brúk fyri. Uppskot,
sum yvir eitt longri tíðar-
skeið, kunnu gera veru-
ligan mun. Hetta uppskotið
vísir eisini, at tað ber til at
gera betri skipanir, sum
kosta minni.
Uppskotið um ”Hjálpar-
ráð” (sum er fyrsta stigið í
arbeiðinum at endurskoða
forsorgarlógina), og upp-
skotið um Heilsutrygd, eru
dømi um væleydnað væl-
ferðaruppskot.
Viðvíkjandi eldra-
bústøðu m, mugu vit taka
støðu til, um mátin sum
verður brúktur til bygging,
er tann rætti. Er tað ikki ov
dýrt í rakstri, tá eindirnar
blíva so smáar, sum vit
síggja í dag?
Hvør er veikur og hvør
er sterkur?
Vit skulu sjálvandi taka
okkum av teimum veiku í
samfelagnum, men spurn-
ingurin er, hvør er veikur?
Er tað pensjónisturin, sum
er einsamallur í húsi, og
sum einki skyldar, ella er
tað familjan við trimum
børnum, sum skyldar tvær
milliónir?
Tað verður eingin króna
goldin út úr lands kass-
anum, sum ikki onkurs-
vegna eisini má finna veg
inn í henda sama kassan.
Jú meira vit gjalda út,
meira má fáast inn. - Tað
er logiskt!
Tað virkar sum at øll
hava eina meining um,
hvør skal fáa pengar út,
men tað knípur við at hava
eina greiða meining um,
hvør skal gjalda inn. Helst
skal eingin gjalda inn.
Útgjaldið er vælferð (bleyt
virði), men inngjaldið
verður vanliga ikki roknað
sum partur av vælferðini.
Onkur má gjalda
Vit mugu gera okkum
greitt, at um vit skulu hava
almennar tænastur, sum
kosta pengar, so skulu tær
fíggjast onkursvegna, og
har hava vit ikki óendaliga
nógvar valmøguleikar.
Siga vit kortanei til at
lata blokkin fíggja tæn ast-
urnar, og kortanei til at
niðurleggja tænasturnar, so
eru bara tveir møgu leik-
arnir eftir. Rokningin má
annaðhvørt til skatt gjald-
aran ella til brúkaran.
Landskassin verpur ikki
pengar
Tað hevur fyri ikki so
langari tíð síðani verið
kjakast um gjaldið fyri at
búgva á ellisheimum og
sambýlum. Valið stendur
ikki ímillum brúkaran og
landskassan, men brúkaran
og skattgjaldaran. Lands-
kassin er ikki ein høna sum
verpur pengar, nei hann er
bara eitt fyribils steðgistað,
har pengarnir millumlenda
á vegnum ímillum teir
ymsu lummarnar. Og so
mugu vit taka støðu til,
hvør er betur førur fyri at
gjalda, brúkarin ella skatt-
gjaldarin, tí tað verður
annar av teimum, sum má
gjalda.
Gongdin má broytast
Eru vit á rættari leið?
Svarið má sum heild vera
nei. Tað eru vit ikki, hóast
onkrir ljósglottar eru at
hóma.
• Vit mugu gera tingini
nógv rationellari
• Tað nyttar ikki at skapa
órógv, bara fyri at spara
einar tvær milliónir í
rakstri
• Vit mugu gera veruligar
reformar, sum muna
• Og blokkniðurskurðurin
fer at fáa álvarsamar
avleiðingar fyri
vælferðina í Føroyum.
– Tað er bara ein spurn-
ingur, hvør fer at merkja
tað – tann sum fær eina
verri tænastu, ella tann
sum skal gjalda tað sum
manglar í, fyri at halda
tænastustøðinum uppi.
Vælferðarsamfelagið – eru vit á rættari leið?
løgtingsmaður
Helgi
AbrAHAmsen
viðmerkingar