mánadagur 29. mars 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30 tíðindi
Nr. 61 - 29. mars 2010
– Fyribils úrslitið
fyri fyri tosk á land
grunninum er heldur
lakari enn somu tíð
í fjør, hýsan er fram
vegis í minking, og
eisini varð minni
fingið av upsa í ár
samanborið við tvey
tey seinastu árini.
Bæði toskur, hýsa og
upsi eru hampuliga
væl í holdum. Tað
er í stuttum ávegis
niðurstøðan frá árligu
yvirlitstrolingunum,
sum Magnus Heina
son hevur gjørt nú í
vár
GranskinG
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Magnus Heinason er júst
lið ugur við yvirlits trol ing
arnar á landgrunninum, og
nú er skipið við manning
farið út á Føroyabanka at
gera yvirlitstrolingar har.
Høvuðsendamálið
við
hes um kanningum er at fáa
til vega tilfar, sum skal
brúk ast í stovnsmetingum
av toski, hýsu og upsa.
Toktleiðari á túrinum á
landgrunninum var Jákup
Reinert, sum eisini hevði
onnur fólk við sær av Hav
stovuni.
Yvirlitstrolingarnar hava
eisini til endamáls at kanna
veiðina í vekt, tali, longd
arbýti, vektbýti, aldursbýti,
kynsbýti og kynsbúning av
hesum fiskasløgum, eins
og magar skulu takast og
kannast. Tilfar til aldurs
grein ing av havtasku og
svartkalva skal eisini fáast
til vega í hesum kanning
um.
Kanningarøkið er kring
allan landgrunnin, grynri
enn 500 metrar. Ávíst tal av
støðum
verður
tikið
í
hvørjum øki. Økini eru 15 í
tali, og tilsamans eru 100
støðir fyri allan landgrunnin.
Tað eru somu støðir, sum
um somu tíð verða tiknar á
hvørjum ári.
Fyribils úrslit
Havstovan kann ikki við
vissu siga nakað nágreiniligt
frá
yvirlitstrolingunum,
fyrr enn nytrurnar eru lisn
ar, og øll data frá túrunum
eru løgd í basu. Tó tekur
stovnurin nøkur ávegis úr
slit fram í ávegis frágreiðing,
sum
toktleiðarin
hevur
skrivað.
Tilsamans
46
ymisk
fiska sløg vórðu veidd á
hesum báðum túrunum,
umframt
mathøgguslokk,
agnhøgguslokk, hummara
og ymiskt annað, ið er
bólkað sum skrambul, eitt
nú krossfiskar, igulker og
grót. Hetta er nakað meiri
enn vanligt.
Av fiskasløgunum var
nógv mest av toski, síðan
kemur hvítingsbróðir, upsi,
hýsa, lítli kongafiskur og
gulllaksur. Hýsa fekst á
87% av støðunum, toskur á
86%, upsi á 83% og lítli
kongafiskur á 72% av støð
unum.
Jákup Reinert sigur, at
størsti denturin á hesum
túrum verður lagdur á tosk,
hýsu og upsa, men eisini
fæst ein ávís ábending um,
hvussu støðan hjá øðrum
fiskasløgum er.
– Eitt nú er hvítingsbróður
vaksin nógv seinastu fýra
árini og tykist vera heilt væl
fyri. Eisini tykist longa,
brosma, lítli kongafiskur
og gulllaksur vera væl fyri.
Hinvegin hevur lítið verið
til av svartkjafti seinastu
árini.
Taka
vit
fiskasløgini,
tosk, hýsu og upsa, er tað
serliga tølini fyri upsa, sum
skulu takast við stórum
fyri varni. Upsi gongur í
torvum, og verður rakt við
eina upsatorvu, fæst nógv
– og annars fæst lítið.
Úrslitið sigur tí ikki so nógv
um, hvussu nógv er til í
øk inum, har roynt verður.
– Nakað tað sama er
gald andi fyri tosk í gýt ing
artíðini, sum er nú í mars.
Tá savnast fiskurin ofta og
stendur tættur í smáum
økjum. Verður tóvað á tílík
um økjum, fæst nógv –
uttan, at tað neyðturviliga
merkir, at stovnurin er
stórur, sigur Jákup Reinert.
Ungur fiskur
Í ávegis frágreiðingini, sum
Havstovan hevur gjørt um
yvirlitstrolingarnar á land
grunninum, verður víst á, at
stóra royndin eftir eitt nú
toski ger, at stórur partur av
stovninum er ungur fiskur.
– Tað verður tí tilgongdin
av ungfiski tey einstøku
árini, sum í stóran mun ger
av, hvussu stórur stovnurin
er.
Avleiðingin er, sigur Ják
up Reinert, at bæði stovnur
og veiða vilja vera skiftandi
ár undan ári, tí tilgongdin
er skiftandi.
– Vektin á einstøku fisk
unum hevur sjálvandi eisini
týdning fyri,
hvussu stór stovnsvektin
er. Í ár vóru bæði toskur,
hýsa og upsi hampiliga væl
fyri.
Á eini talvu, sum fylgir
ávegis frágreiðingini, vísir
fiskifrøðingurin á, hvussu
skjótt toskastovnurin kom
fyri seg aftur eftir tey sera
vánaligu kreppuárini tíðliga
í nítiárunum. Orsøkin var
teir sera góðu árgangirnir
frá 1992 og 1993. Eisini
hýsa vaks skjótt, og her
vóru tað 1993 og 1994
árgangirnir,
ið
skaraðu
fram úr.
– Góð tilgongd hevur
síðan fingið allar tríggjar
stovnar at vaksa, men frá
2002
er
toskastovnurin
nógv minkaður til søguliga
lág virði. Síðan 2007 er
stovn urin tó vaksin aftur,
men enn er langt eftir til
støðið tey góðu árini.
Jákup Reinert sigur, at
úrslitini frá yvirlits trol ing
unum á landgrunninum í
vár vóru eitt vet lakari enn í
fjør.
– Alt bendir á, at toska
stovnurin er í menning
aftur, men júst hvussu nógv,
er trupult at meta um bert
út frá hesum kanningum.
Ikki fyrr enn nytrurnar eru
lisnar um einar tvær vikur,
kann aldursbýtið í stovn in
um verða roknað, so at eitt
nú støddin á nýggjum
ár gangum kann verða mett.
Men umráðandi er, leggur
hann dent á, at smáfiskurin
fær frið at vaksa, so at
toska stovninum
veruliga
kann koma fyri seg aftur.
Glottar fyri stavn
Yvirlitstrolingarnar á land
grunninum vísa, at hýsu
veiðan er minkað støðugt
síðan ár 2002 og fyribils
úrslitið, sum fyriliggur frá
yvirlitstrolingunum
hesa
ferð, er á leið tað sama sum
í 1994.
– Størsta orsøkin til hesa
minking stavar helst frá
vánaligari tilgongd í nógv
ár. Minkingin seinasta árið
var ikki stór og nakað av
smáari hýsu, sum varð gýtt
í fjør, varð fingið í ár. So
helst eru glottar fyri stavn
eisini fyri hýsu, leggur
fiskifrøðingurin aftrat.
Um
upsa,
endurtekur
hann, at her eru stórar
óviss ur við slíkum kann
ingum, og tí skulu niður
støðurnar takast við fyri
varni.
– Hóast stovnurin tykist
vera í minking, er líkt til, at
upsastovnurin kortini er
lutfalsliga væl fyri, sigur
Jákup Reinert, toktleiðari.
– Umráðandi er, at smáfisk
urin fær frið at vaksa, so
toskastovninum veruliga
kann koma fyri seg aftur,
sigur Jákup Reinert
Mynd: Rógvi K. Mouritsen
Yvirlitstrolingar:
Sær betur út
Veiðan hjá línuskipunum, sum seinastu dagarnar hava
roynt undir Føroyum, hevur seinastu dagarnar ligið
millum 60.000 og 135.000 pund fyri túrin
Mynd: Vilmund Jacobsen
Línuskip
liggja um
páskirnar
Línuskipini, sum hava verið úti seinastu
dagarnar, eru nú á veg aftur av túri, og í dag
landa seks línuskip á Toftum
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í dag landa tilsamans seks línuskip á Toftum. Skipini
eru Eystnes, Vesturhavið, Hoyvíkingur, Váðasteinur,
Morgunstjørnan og Fiskivarði.
Fiskivarði, sum er ein minni línubátur, hevur umleið
12.000 pund, meðan veiðan hjá teimum størru línu
skipunum liggur millum 60.000 og 135.000 pund.
Harry Benjaminsen á Landingarmiðstøð Føroya á
Toftum sigur, at Vesturhavið, sum hevur 135.000 pund,
hevur størstu lastina.
Hann vísir á, at nøkur skip hava mest longu og
brosmu, meðan onnur hava meiri av toski og hýsu.
Væntandi kemur línuskipið Sigmundur inn at landa
mikudagin og línuskipið Kambur, sum roynir við
Rock All, kemur eisini inn til páskirnar, men fer at
landa eftir páskir.
Línuskipið Mascot, sum setti sína last til sølu
fríggja dagin, fekk ikki tann prís, sum skipið ynskti, og
fór niður á bretska marknaðin við veiðini, sum í stóran
mun var hýsa.
Grønar íløgur í Kina
Kina brúkar nú nógv meiri pengar til varandi orku enn
onnur lond. Í fjør brúktu kinverjar 34,6 milliardir dollarar
til íløgur innan varandi orku. Tað var 50 prosent meiri
enn í 2008 og nógv meiri enn nakað av hinum londunum
í G20bólkinum. Til samanberingar kann nevnast, at
amerikonsku íløgurnar í varandi orku vóru 18,6 milliardir
dollarar í fjør. Pew Environment Group, sum júst hevur
almannakunngjørt eina nýggja frágreiðing um tær grønu
íløgurnar í Kina, sigur, at tann kinverski íløguvøksturin er
so stórur, at Kina er av álvara vorðið oddaland innan
grøna orkumenning.
Nei til burka
Í Vesturevropa eru tey flestu á einum máli um, at ein
kvinna í burka hóskar ikki til ta vanligu gøtumendina, og
nú vísir ein nýggj kanning, at í teimum størstu londunum
er meiriluti fyri at banna kvinnum at ganga í burka.
Kanningin, sum er gjørd fyri bretska blaðið Financial
Times, vísir, at í Fraklandi taka 70 prosent undir við
einum burkabanni, og at eitt tílíkt bann hevði fingið 65
prosent av atkvøðunum í Spania og 63 prosent í Italia. Í
Bretlandi høvdu 57 prosent atkvøtt fyri at banna burka,
og í Týsklandi høvdu 50 prosent sagt ja, og hini 50
prosentini høvdu sagt nei.