mánadagur 29. mars 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 61 - 29. mars 2010
31
tíðindi
á landgrunninum
Kinesarar yvirtaka Volvo
Eftir samráðingar í fleiri mánaðir hevur kinesiska bil verk
smiðjan Geely skrivað undir keypsavtalu um Volvo. Kines iski
bilaframleiðarin Zhejiang Geely Holding hevur undirskrivað
eina avtalu um at yvirtaka svensku Volvo persónbilarnar frá
Ford. Hetta upplýsa kinesiskir fjøl miðl ar sambært
tíðindastovuna AFP. Tað var í desember í fjør, at Ford boðaði
frá, at Geely í Kina høvdu boðið upp á Volvo, sum Ford hevði
lýst til sølu. Síðan hava samráð ingar verið millum partarnar, og
endaliga avtalan er nú komin upp á pláss.
Úlvar í New York
Tað er vorðið alt meiri vanligt at síggja villar úlvar í
amerikanska statinum New York, og serfrøðingar siga, at
fólk í sjálvum býnum New York kunnu fyrireika seg til at
møta onkrum villum úlvi í býnum í heyst. Fyri nøkrum
døgum síðani vóru boð eftir løgregluni, tí fólk høvdu sæð
ein villan úlv á veg inn í býin. Tað eydnaðist serfrøð ing
um at fanga úlvin, sum bleiv fluttur burtur frá alfaravegi
og sleptur leysur har. Myndugleikarnir siga, at úlvarnir
eru farnir at nærkast býunum, tí teir flýggja undan
veiðimonnum. Harafturat er minni føði enn fyrr.