Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-29, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mars 2010síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 61 - 29. mars 2010 Ongin kennir avleið­ing­ arnar av uppskotinum til nýggja stýrisskipan, men líkt er til, at loysingin í hesum døgum verð­ur lirkað­ ígjøgnum bak­ dyrnar í Løgtinginum. Fjøldin av føroyingum fær onki at vita, og mið­larnir hava higartil víst málinum lítlan áhuga, hóast tað­ kann fáa ovurstóra ávirkan á okkum øll   Skulu føroyingar vakna við  kaldan dreym um nakrar  fáar vikur, tá Føroyar eru  nøkur fá fet frá at loysa frá  hinum partinum av  Ríkinum? Hetta er stóri spurning­ urin, nú formansskapurin í  Løgtinginum fyri fáum  døgum síðani framdi  grundlógarbrot og trýsti  eitt ólógligt uppskot um  føroyska stjórnarskipan  fyri Løgtingið. Hetta hendi væl at  merkja, uttan at føroyingar  flest fingu nakað at vita um  málið. Fjølmiðlarnir sýndu  málinum lítlan áhuga, hóast  tað kann fáa ovurstóra  ávirkan á okkum øll.   Grundlógin er brotin Tað, sum í stuttum hendi í  Løgtinginum í farnu viku  er, at innanhýsis løgfrøð­ ingarnir og stjórin á Løg­ tingsskrivstovuni gjørdu  vart við ein sera álvars­ ligan trupulleika: at eitt  lógaruppskot um nýggja  stýrisskipan brýtur við  landsins Grundlóg og  yvirskipaðu reglur í Stýris­ skipanini,  Heimastýris­ lógini og Tingsskipanini. Løgfrøðingarnir mæltu tí  til, at formansskapurin  mælti Tinginum til, at vísa  uppskotinum burtur.  Hetta valdi formans­ skapurin at ignorera. Hann  valdi tí tilvitað at bróta  Grundlógina og hinar yvir­ skipaðu lógirnar í Føroyum  við at trýsta lógaruppskotið  fyri Løgtingið kortini. Hesin framferðarháttur  er óhoyrdur og hoyrir ikki  heima í nøkrum demokrat­ iskum tjóðartingi! Reglur, sum eru ætlaðar  at vera ein trygd hjá borg­ arum í hesum landi, verða  uttan himpr settar til viks –  uttan at nakar talar at.. Føroyar kunnu sum  demokratiskt land og  rættarsamfelag ikki standa  modell til slíka framferð. Hvar eru tit í fjølmiðlun­ um, ið siga tykkum vera  vakthundur hjá fólka­ ræðinum?  Hví taka tit ikki málið  upp, seta kritisku spurn­ ingarnar, greiða borgarum  frá og perspektivera hetta?  Er tað ikki tykkara for­ nemmasta uppgáva?   Loysing inn gjøgnum bakdyrnar Eftir mínum tykki verður  tað, sum Fullveldissam­ gongan ikki kláraði í sam­ ráðingunum við donsku  stjórnina í ár 2000, nú  lumpað inn í Løgtingið av  einum fullveldis­løgtings­ formanni. Hetta er loysing inn  gjøgnum bakdyrnar, og tað  er av fleiri orsøkum, m.a.: • Bæði lógartekniskt og í  innihaldi brýtur uppskotið  við Grundlógina, Stýris­ skipanina, Heimastýris­ lógina og Tingskipanina • Ongin veit, hvørja  juridiska tign og vekt  nýggja lógin er ætlað at  hava í mun til Grundlóg,  Stýrisskipan og Heima­ stýrislóg • Ongin veit, hvussu  lógin skal fatast ella  tulkast, um uppskotið  verður samtykt • Ongin kennir avleiðing­ arnar av uppskotinum • Nýggja lógin er ætlað  at koma í gildið eftir eina  einstaka samtykt í Løgting­ inum og fólkaatkvøðu.  Galdandi reglur siga ann­ ars, at tvey løgting (við  vali ímillum) skulu sam­ tykkja slíka lóg í óbroytt­ um líkið Tað er eitt stórt mistak,  at Sambandsflokkurin  hevur lovað hesum upp­ skotinum ígjøgnum. Ein  tingmaður úr Sambands­ flokkinum hevur í formans­ skapinum mælt ímóti, men  tað hjálpir lítið.   Sannleikin má fram Allar alarmklokkur eiga at  ringja, og øll ávaringarljós  eiga at blunka.  Løgtingið eigur í minsta  lagi at vísa uppskotinum  frá sær, til tað lýkur krøv­ ini, ið løgfrøðingarnir hjá  Løgtinginum seta. Serfrøðingar í statsrætti  og fólkarætti mugu á banan  at greina, hvat vendir upp  og niður í málinum. Hvussu stendur henda  nýggja lóg í mun til Grund­ lóg, verandi Stýrisskipan  og Heimastýrislógina? Tað  mugu vit vita. Vit mugu vita púra  greitt, hvørjar avleiðingar  uppskotið fær. Landsstýrið og Ríkis­ stjórnin eiga at hava felags  forstáilsi fyri, at nýggja  stjórnarskipanin er í lagi  og verður sett í gildi. Miðlarnir eiga at lýsa  málið – objektivt og við  egnum kanningum – ikki  bert við at spyrja hendan  ella handan politikaran. Og borgarar eiga at fáa  sannleikan at vita.   Klappa í sínar smáu hendur Men hvat hendir í løtuni?  Jú, vit tralla spakuliga  víðari. Fylgja við høpis­ leysum samráðngum um  fíggjarlógina og síggja X­ faktor í sjónvarpinum.  Alt ímeðan Tjóðveldi og  fullveldisfólk í tí dulda  klappa í sínar smáu hendur. Í løtuni bendir nevniliga  nógv á, at tey kunnu vinna  sær fullveldi í Føroyum. Málið er lirkað spakuliga  inn gjøgnum bakdyrnar í  Løgtinginum, uttan at  nakar úti í samfelagnum  letst um vón. Loysing inn gjøgnum bakdyrnar? løgtings- og fólkatingsmaður Edmund JoEnsEn Tíðindaskriv Oasan Eins  og  undanfarin  ár  skipar FRÍKIRKJAN OAS­ AN fyri stórari páskastevnu.  Sum tað sæst av skránni á  síðu  2,    verða  ­  umframt  okkara egnu leikfólk ­ gesta­ talararnir Stephan og Anne  Christiansen úr Noregi.    Tey koma at tala á kvøld­ møtunum  skírishósdag,  langa fríggjadag, páskaaftan  og páskadag kl. 19, umframt  eisini á ungdómstiltakinum  kl.  2230  langafríggjadag.  Hetta er aðru ferð, tey koma  til  Føroya  í  samband  við  páskastevnu.  Tey  vóru  høvuðstalarar  í  Kelduni  á  páskastevnuni í 2007.  Stephan  Christiansen  er  norskur kristniboðari. Hann  er  39  ára  gamal  og  vaksin  upp  í Tønsberg  og  Horten  og  er  giftur  við  Anne  Christiansen.  Frá  ungum  árum  av  hevði  hann  eina  visión um at boða evangeliið  til ungdómin.  Og avleiðingin av hesum  bleiv so stovnanin av næm­ inga­  og  studentafelags­ skapinum  Ny  Generasjon,  sum í 1993 byrjaði sum eitt  bønar­  og  evangeliser­ ingsarbeiði  millum  stu­ dentar  á  universitetinum  í  Oslo.  Hetta  tiltakið  er  eitt  tvørkristiligt næminga – og  studentaarbeiði, ið hevur til  endamáls,  at  næmingar  og  studentar  skulu  boða  evangeliið á øllum skúlum  og læriplássum í Noregi. I  1998  bleiv  Ny  Generasjon  stovnað  i  Danmark,  og  i  1999  í  Íslandi,  og  er  nú  annars  í  mongum  øðrum  londum. Hjúnini bæði hava  eisini verið við til at stovna  felagsskapin Jesus Revolu­ tion,  ið  er  ein  kristin  ung­ dómsrørsla,  sum  byrjaði  í  Noregi  í  1997,  og  hevur  sum  endamál  at  boða  evangeliið  um  Jesus  til  europeiska ungdómin.  Anne  Christiansen  byrj­ aði  JesusKvinnur  í  2003  undir  eini  stevnu  í  Oslo.  Saman við manni sínum er  hon leiðari í JesusChurch í  Oslo, og reka tey eisini trú­ boðaraarbeiðið  “Jesus­ Revolution”,  eins  og  tey  eisini  stovnaðu  næminga­  og  studentafelagsskapin  “Ny Generasjon”.  Málið við JesusKvinnum,  sambært Anne, er at kvinnur  úr  ymsum  trúarrørslum  skulu standa saman til tess  at  byggja  Guds  ríki  og  styrkja tey kristnu virðini í  landinum. Tá ið vit standa  saman,  hava  vit  positiva  ávirkan. Vit halda, at tað er  sera  umráðandi  at  eggja  kvinnum at brúka heim síni  sum  eitt  vælegnað  bønarstað,  og  eisini  lata  heim  síni  upp  sum  eina  oasu  hjá  grannum  og  vinum, sigur hon.  JesusKvinnur  hava  nú  stevnur kring alt Noreg fyri  at  eggja  kvinnum  til  at  tæna,  har  tær  eru  í  dag­ ligdegnum. Arbeiðið miðar  eftir at savna ættarliðini, og  er  hesin  felagsskapur  tvørkirkjuligur. Á tann hátt  er  møguligt  at  fáa  íblástur  hvør  frá  øðrum  og  standa  saman  í  týdningarmiklum  tíðum.  Jesus  hevur  leiðir,  ný­ mótans  kvinnur  kunnu  ganga, so vit ikki missa tað,  ið undanfarin ættarlið hava  bygt upp.  Á  heysti  2005  vitjaði  Anne Christiansen í Føroy­ um,  tá  hon  skipaði  fyri  einari JesusKvinnustevnu í  Oasuni.  Vælkomin í Oasuna. Páskastevnan hjá Oasuni