Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. mars 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 62 - 30. mars 2010 Tríggir fjórðingar av aðalfundinum hjá Føroya Banka í gjár tók undir við at broyta navnið á bankanum til BankNordik. Bankin hevur kortini tilskilað sær rættin at varðveita Føroya Banka-navnið AÐALFUNDUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Føroya Banki helt sín árliga aðalfund í gjár, og eitt av stóru málunum var ætlaða navnabroytingin, sum nevnd og leiðsla høvdu skotið upp. Tað er eingin loyna, at út­ lendingar – og kanska ser­ liga danir – hava trupult við at úttala Føroya Banki, og tað liggur tí til grund fyri ætlaðu navnabroytingini. ­ Tað er soleiðis, at skulu vit broyta navn, krevst ein meiriluti upp á tveir trið­ ingar, og tað var undirtøka fyri tí á aðalfundinum, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik, sum bankin nú eitur. Janus Petersen sigur, at teir nú fara undir fyrireik­ ingar at broyta navnið á deildunum í Danmark og Grønlandi, men enn er ikki heilt greitt, hvussu verður við navninum í Føroyum. ­ Tað fara vit at taka støðu til innan stutta tíð, sigur Janus Petersen. Í fjør var nakað av ónøgd millum nakrar av størru partaeigarunum, ið ikki hildu seg hava nóg stóra ávirkan á valið av nevnd. Í ár gekk aðalfundurin tó ógvuliga friðarliga fyri seg, og bæði roknskapur og upp­ skot til nevnd varð samtykt. Í sambandi við navna­ broytingina var kortini ikki full semja, men áleið 76% av aðalfundinum tók undir við uppskotinum um navna­ broyting, meðan 24% vóru ímóti. Komnir á mál Føroya Banki – ella Bank­ Nordik – hevur havt eina sunna gongd gjøgnum mong ár, og hevur kunnað víst á avlop sjálvt um fíggjarkreppa hevur herjað um allan heim. Og umframt eitt trivaligt avlop í 2009 hevur bankin fyri fáum døgum síðani kunngjørt eitt avkast á 380 milliónir krón­ ur í sambandi við børs­ skrásetingina av Bakkafrost á børsinum í Oslo. Men leiðslan hevur kortini ongar ætlanir um at brúka hesar pengar til at vaksa um virksemið beint nú. ­ Vit hava gjørt tær íløgur, sum vit hava ætlað, og liggja ikki inni við nøkrum nýggjum ætlanum um at víðka enn meira um virksemið. Vit eru fyribils komnir á mál í so máta, sigur Janus Petersen. Tað eru bert fáir mánaðir síðani, at Føroya Banki keypti 12 deildir hjá Spar­ bank, níggju í Danmark og tríggjar í Grønlandi. Um­ framt hetta tók bankin seg inn á tryggingarmarknaðin í Íslandi í fjør, tá teir keyptu tryggingarfelagið Vørður. Sostatt hevur BankNordik nú virksemi í fýra londum. Klaus heldur fram Allir nevndarlimirnir stóðu fyri vali, men Wilhelm Petersen ynskti ikki aftur­ val. Í hansara stað varð valdur Nils Sørensen, stjóri í Faroe Petroleum. Hinir tríggir vórðu allir aftur­ valdir, teir eru Klaus Ras­ mussen, Jens Erik Christ­ ensen og Keld Søndergaard Holm. Nevndin skipaði seg beint eftir aðalfundin, og Klaus Rasmussen heldur fram sum formaður, meðan Jens Erik Christensen heldur fram sum næstformaður. Tey tvey umboðini fyri starvsfólkini verða valt 22. apríl, og úrslitið verður kunngjørt 27. apríl, tá starvsfólkaumboðini taka sæti í nevndini. Fyribils sær nevndin so­­leiðis út: · Klaus Rasmussen, formaður · Jens Erik Christensen, næstformaður · Keld Søndergaard Holm, nevndarlimur · Nils Sørensen, nevndarlimur · Sigmar B. Jacobsen, starvsfólkaumboð · Olav Enomoto, starvsfólkaumboð Umleið tveir triðingar av samlaðu partabrøvunum í bankanum vórðu umboðað til aðalfundin í gjár. Góðtóku navnabroyting Klaus Rasmussen heldur fram sum nevndarformaður fyri BankNordik Boykotta valið Andstøðuflokkurin í Burma kunngjørdi í gjár, at hann fer ikki at stilla upp á tjóðartingsvalinum, sum hernaðarstýrið ætlar at halda seinni í ár. Flokkurin sigur í grundgevingini, at hann kann ikki góðtaka tær nýggju valreglurnar, sum hernaðarstýrið hevur gjørt. Eitt nú siga reglurnar, at formaðurin í andstøðuflokk­ inum, Aung San Suu Kyi, skal koyrast úr flokkinum, tí hon er revsað fyri at hava brotið landsins lógir. Hon kann sjálvandi heldur ikki stilla upp. Aung San Suu Kyi situr í løtuni í húsavarðhaldi. Kina fyrimynd Myndugleikarnir í Egyptalandi hava biðið Kina um hjálp til at gera eina fríhavn við Suezveitina. Fyrimyndin hjá egyptum er kinesiski havnarbýurin Tianjin, har fleiri altjóða fyritøkur so sum IBM, Toyota og Akzo Nobel hava sett seg niður. Egyptiski samskiftisráðharrin, Turek Kamel, sigur við Financial Times, at Egyptaland við hava kinverjar at útvega egyptum arbeiðspláss og at seta ferð á sosiala og búskaparliga menning. Ráðharrin leggur afturat, at Egyptaland og Kina hava felags áhugamál í tí veksandi vøruflutninginum millum Evropa og Asia, og sum fer ígjøgnum Suezveitina.