týsdagur 30. mars 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 62 - 30. mars 2010
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Veiðan hjá partrolarunum,
sum royna eftir upsa, er sera
vánalig í løtuni. Skipini fáa
snøgt sagt einki, og hetta
sæst eisini aftur í landingun
um, sum eru um dagarnar.
Í gjár landaðu Polarhav
og Stjørnan 80.000 pund í
Saltangará. Skipini brutu
túrin av fyri veður, men
høvdu kortini verið úti tað
mesta av tíðini.
Menn siga, at upsaveiðan
er sera vánalig í løtuni.
Stelkur og Bakur landa í
Saltangará í morgin, og hjá
teimum
hevur
túrurin
heldur ikki vignast.
Á Landingarmiðstøðini
Kongshavn vænta tey eisini
Eydnu fyri páskahalguna.
Eydna partrolar saman við
Beinissvørði, sum landar í
Vági.
Frægasta
landingin
í
Saltangará seinastu dagar
nar var fríggjadagin, tá
Rókur og Lerkur landaðu
sløk 200.000 pund av upsa.
Í vikuni hevur garnaskipið
Oknin eisini landað í Salt
angará. Teir høvdu umleið
14.000 pund av svartkalva.
Partrolarar á upsaveiði draga svart
Fiskiskapurin hjá partrolarunum er sera vánaligur í løtuni, og hetta sæst eisini aftur á landingartølunum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Gulllaksavirkið
Tavan hevði heilar
10 miljónir krónur
í avlopi í fjør. Hetta
er soleiðis nógv
tað besta árið hjá
virkinum nakrantíð,
síðan felagið fór undir
gulllaksavirksemi í
Leirvík í 1994
Metavlop
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað er bara so heilt fantast
iskt, at tað næstan ikki kann
vera satt.
Leingi hevur ljóðað, at
gulllaksavirkið
Tavan
í
Leirvík hevur havt eitt
rættiliga gott ár í fjør. Nú
váttar stjórin, Jóan Magnus
Rasmussen, at varhugin er
rættur, og at felagið í fjør
hevði nógv tað besta árið í
søgu felagsins.
Tá hann hevur verið spurd
ur um úrslitið, hevur hann
sagt, at tað ikki verður enda
liga greitt fyrr enn í apríl –
og fyrr enn úrslitið fyriliggur,
vil hann einki siga.
Stjórin hevur kortini sagt,
at árið í fjør hevur verið eitt
gott ár, men hvussu gott,
hevur hann ikki viljað vátt
að, fyrr enn vit spurdu hann
í morgun.
Í morgun sigur Jóan
Magnus
Rasmussen,
at
úrslitið fyriliggur, og at
avlopið í 2009 er heilar 10
miljónir krónur.
Roknskapurin er nú
liðugurm, og hetta er úrslit
ið, leggur hann aftrat.
Stjórin sigur seg fegnast
um gongdina og sigur seg
hava nógv at takka sínum
arbeiðsfólki og veitarum
fyri.
Hetta er nógv tað besta
árið hjá okkum, síðan vit
fóru undir gulllaksafram
leiðslu á Tavuni í 1994, sigur
Jóan Magnus Rasmussen.
Tavan í Leirvík arbeiðir
gulllaks í summarhálvuni
og upsa í vetrarhálvuni.
Eru til reiðar
Stjórin í Tavuni sigur, at
tey keyptu fyrstu gull
laksalastina hin 8. apríl í
fjør. Tað vóru Eysturbúgvin
og Vesturbúgvin, sum komu
við fyrstu lastini.
Tá vertíðin var úti, hevði
Tavan keypt tilsamans 11.200
tons av gulllaksi, sum eisini
er besta árið í nøgd hjá
felagnum nakrantíð.
Spurdur, nær gulllaksa
virksemi byrjar í ár, sigur
Jóan Magnus Rasmussen, at
tað verður einaferð í apríl.
Vit arbeiða upsa enn, og
tað fara vit at gera, til
gulllaksavertíðin byrjar.
Jóan Magnus Rasmussen
sigur, at tey fyrireika seg til
gulllaksin,
meðan
upsi
verður arbeiddur, og tí tekur
tað kanska bara ein dag at
leggja um.
Vit eru til reiðar, tá tey
fyrstu skipini fara á gull
Tavan
10 miljónir
í avlopi
Fótaspor friðað
Fornfrøðimyndugleikar í amerikanska statinum Kalifornia
hava lýst staðið, sum Apollo 11 lendi á á mánanum í
1969, sum friðað øki. Apollo 11 var tað fyrsta mannaða
rúmdarfarið, sum setti seg á mánan, og friðingin er lýst
sambært reglum hjá ST. Á tí friðaða staðnum eru fóta
sporini hjá teimum fyrstu og higartil einastu jarðarbúgv
unum, sum hava sett fótin á mánan, Neil Armstrong og
Buzz Aldrin. Har er eisini myndatólið, sum Neil Arm
strong brúkti, tá hann tók hesa myndina av felaga sínum.
Ganga á páskum
Skírishósdag 1. apríl verður barnatúrur:
Varðaholan og viðarlundin í Kerkjum (í Havn)
Farið verður av Kunningarstovuni kl. 14.00. 2.
páskadag 5. apríl kl. 14.30 verður gongutúrur:
Rulla páskaregg í Kúrdali. Vit møtast við Føroya
Tele og ganga so gjøgnum Langadal oman til
Kúrberg. Havið heit og góð gonguklæðir og ein
heitan drekkamunn og matpakka við. Tilmelding
á tlf. 302425 ella torsinfo@torshavn.fo