týsdagur 30. mars 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 62 - 30. mars 2010
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Partrolararnir
Eystur
búgvin og Vesturbúgvin
landaðu í gjár. Skipini,
sum hendan túrin vóru
úti í tilsamans 9 dagar,
høvdu góð 200.000 pund
tilsamans.
Eysturbúgvin landaði
á Sandi og Vesturbúgvin
í Vestmanna.
Dánjal Jacobsen, reið
ari á Vesturbúgvanum,
sigur, at minni er at fáa
av upsa nú, og sum várið
líður, verður úrtøkan í
fiskinum eisini minni.
Fiskurin hevur júst
gýtt, og tá minkar úrtøk
an, sigur hann.
Reiðarin leggur aftrat,
at kappingin um fiskin
saktans
kann
halda
prísinum uppi, tó at
úrtøkan nú er minkandi.
Dánjal Jacobsen sigur,
at upsaprísurin í løtuni
liggur millum 6 krónur
og 6 krónur og 50 oyru.
Eysturbúgvin og Vest
urbúgvin fóru nýggjan
túr í gjárkvøldið.
Reiðarin í Vestmanna
væntar annars, at skipini
fara á gulllaksaveiði, tá
komið er nakað út í apríl
mánaða.
Enn hava vit ikki
gjørt av, nær farið verður
á gulllaksaveiði, men
hetta kann henda so
knappliga, tá vit eru kom
in nakað út í apríl, sigur
Dánjal Jacobsen, reiðari
á Vesturbúgvanum.
Landaðu á Sandi
og í Vestmanna
Vesturbúgvin (mynd) landar vanliga í Vestmanna – og
Eysturbúgvin á Sandi
Mynd: Birgir W. Høgnesen
- Fáa vit tvær miljónir
fyri bæði skipini,
vænti eg, at vit høvdu
selt, sigur reiðarin,
Dánjal Jacobsen
Gomul skip
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Teir liggja í Vestmanna við
ongum fiskidøgum. Dagar
nir eru fluttir yvir á Nón
hamar og Fjalshamar, sum
felagið, ið eigur gomlu
skipini, hevur keypt.
Nornagestur og Kolum
bus eru smíðaðir í seksti
árunum og royndu í sínari
tíð við línu. Seinni vórðu
teir umbygdir til trolarar.
Bæði skipini hava sína
søgu. Av Sandi vórðu teir
seldir til Vestmannar, har
felagið Vár keypti skipini.
Teir, ið eiga P/F Vár, eru
Dánjal Jacobsen og Tummas
Christophersen.
Fiskidagarnir eru fluttir
yvir á Nónhamar og Fjals
hamar, sum okkara felag
hevur keypt úr Klaksvík.
Tað verða ikki vit, sum
loysa skipini aftur, men fyri
tann skuld verða tey ikki
latin fyri ein og hvønn prís.
Dánjal Jacobsen, reiðari,
sigur, at Nornagestur og
Kolumbus eru í hampiligum
standi, tó at skipini eru
gomul.
Tey eru til sølu og kundu
eitt nú verið brúkt sum
línuskip, sigur hann.
Reiðarin sigur, at hann og
Tummas
Christophersen
hava ikki tosað saman um,
hvat skipini skulu seljast
fyri.
Men eg kundi hugsað
mær, at tey vórðu seld, um
vit fingu eina miljón fyri
hvørt skipið.
Dánjal Jacobsen sigur, at
onkrir fyrispurningar hava
verið, men enn er eingin
avgerð tikin um sølu.
- Eg kundi hugsað mær, at skipini vórðu verið seld, um vit fingu eina miljón krónur fyri hvørt
skipið, sigur annar eigarin, Dánjal Jacobsen
Mynd: Birgir W. Høgnesen
Nornagestur og Kolumbus fyri 2 miljónir
laksaveiði, sigur stjórin í
Tavuni.
Tavan er veitari av gull
laksi alt árið.
Enn liggur ein lítil partur
av framleiðsluni frá 2009
eftir á goymslu, og soleiðis
skal tað eisini vera, tá felag
ið hevur veiting alt árið – og
eisini, tá gulllaksavertíð
ikki er.
Síðan Tavan í Leirvík fór undir
gulllaksavirksemi í 1994, hevur
felagið øll árini havt avlop í
rakstrinum. Í fjør gjørdist avlopið
nógv tað størsta nakrantíð
Mynd: Vilmund Jacobsen
Jóan Magnus Rasmussen er
stjóri í Tavuni
Mynd: Vilmund Jacobsen
Lønirnar minka
Lønirnar í oddinum á fíggjarsektorinum eru minkaðar. Fíggjarkreppan fær skuldina fyri, at
bankarnir í 2009 tilsamans skóru 12,7% av lønunum til nevndirnar. Hetta svarar til, at
leiðslurnar tilsamans fingu 21,7 milliónir krónur færri í løn í 2009 sammett við 2008, skrivar
danska blaðið boersen.dk. Samlaða minkingin heldur hóast bankarnir væl at merkja hava økt um
lønarútreiðslurnar. Samlað eru leiðslurnar farnar frá 171,3 milliónum krónum niður í 149,6
milliónir krónur í lønum. Tað er tó stórur munur á, hvat ymsu bankarnir rinda í løn til sínar
leiðslur. Amagerbanken hevur til dømis skorið meiri enn helmigin av lønunum burtur, meðan
Vestjysk Bank hevði eina øking í lønunum upp á 90%. Tó skal sigast, at leiðslan fór frá einum
til tveir stjórar í sambandi við eina samanlegging við Ringkøbing Bank.