týsdagur 30. mars 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 62 - 30. mars 2010
Sosialurin
Ringt at taka í
egnan barm
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he-
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Jaspur
Langgaard jaspur@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Svein Rógvi Nielsen Ljósstein
sveinrogvi@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.00-20.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Flestu munnu vera samd um, at Kaj Leo Johanne-
sen og samgonga hansara hava spælt fallit,
eftir at tað ikki eydnaðist at finna semju um
fíggjarlógarkarmin. Tað skerst ikki burt, at eitt so
umfatandi niðurlag hjá einum samgonguleiðara,
at hann ikki megnar at fáa eina semju um
nakað so grundleggjandi, sum hendan lógin um
fíggjarkarmin er, eigur at fáa avleiðingar.
Fólk standa nú spyrjandi, um samgongan hevur
nakran kjans. Í gjár vístu vit á, at Jóannes Eides-
gaard tyktiskt ikki hava serligar vónir - og hann
helt eisini fyri, at tá tingfólk ikki kunnu semjast
og standa saman í hesum máli, so fer at bera illa
til hjá nøkrum at halda saman upp á tingfólk í
øðrum málum. Og rætt hevur hann. Í útvarpinum
í gjár gav Magni Laksáfoss ábendingar um, at
løgmaður heldur ikki hevur ein samdan flokk
aftan fyri seg - soleiðis tykist Jóannes Eidesgaard
vera tann einasti, ið hevur ein samdan flokk aftan
fyri seg.
Tað verður spennandi at frætta um karmin
hjá samgonuni, tá pakkin verður latin upp á
tíðindafundi í morgin. Men eins vist er tað longu
nú, at hettar uppskotið verður hoyggjað sundur
í fíggjarnevndini, og so hava vit sama skilið
aftur, sum vit plagdu at hava, tá tað nærkaðist
1. oktober, og eitt fíggjarlógaruppskot skuldi
klaskast saman - og har teir ósamdu partarnir
skuldu hava sítt fingramerki.
Í nógvum førum tykist tað, sum um fólk bara vilja
halda upp á taburettirnar. Fólkaflokkurin, sum í
roynd og veru hevur meldað seg úr samgonguni
- ella er koyrdur úr samgonuni - tað veldst um
eygað, sum sær - slær hetta málið upp í glens
og vísir til, at talan »bara« er um eitt mál til
samtyktar.
Um samgongan - ímóti øllum sólarmerkjum -
klárar at at hóra undan, so verður tað bara fram
til næsta leik. Tá Fólkaflokkurin hevur sett seg í
andstøðu í samgonguni, so fær hann tað heilt víst
afturlønt í onkrum av sínum hjartamálum.
Tað verður so mangan sagt, at eitt løgtingsval
í ótíð hoyrir ongastaðni heima. Men tað er
spurningurin, um tað ikki kortini hevði verið
frægasta loysnin nú. So at siga allir flokkar hava
verið í samgongu hetta góða hálva valskeiðið - og
tí er spurningurin, um ikki eitt val í ótíð hevði
reinsað luftina. Um ikki, so eru tey nógv, sum
skulu taka í egnan barm, og tað er ikki júst tað,
sum politikarar duga best...
Nógv er at fegnast um við
Heilsutrygd, avgjørt. Undr
aðist tó, nú eg hoyrdi
heilsu málaráðharran siga
frá í tíðindasendingini á
middegi, hvussu øll fáa tað
betri við nýggju lógini um
Heilsutrygd. Lógarupp
skot ið bleiv skundað
ígjøgnum og fylgjurnar av
hesum eru ikki bara góðar.
Familjur, sum forsyrgja
einum barni sum er sjúkt
ella ber brek skulu sam
bært lógini um heilsutrygd
rinda 1195 kr árliga í
samband við neyðugar
meirútreiðslur eitt nú til
heilivág. Í dag rinda hesar
familjur einki.
Vit kunnu ímynda okk
um, at hetta fer at ávirka
fíggjarstøðuna hjá teimum
familjum, sum eru sperdar
fíggjarliga ella hvussu,
um ein familja hevur fleiri
børn, sum hava tørv á
heilivági?
Hvør skal rinda meir?
Skulu minnast til, at hettta
í fleiri førum eru tær
familjur, sum
• vóru skerdar í sam sýn
ingini tey fáa, fyri at
taka sær av børnum sín
um í egnum heimi, ofta
tí tað almenna einki
hevur at bjóða børnun
um.
• ikki eiga rætt til pensjón
av samsýning sínar
• í longri tíð ikki hava
vitað, um tær eru keyptar
ella seldar í mun til at
fáa ergoterapi til børnini.
Hetta er als ikki í nóg
gott. MBF hevur eisini
gjørt var við í hoyrings
svari, at tey halda at
familjur við sjúkum børn
um ella børnum sum bera
brek eiga at fáa allar
út reiðslur endurgoldnar.
Hvat sigur heilsu
málaráðharrin?
Vit kjakaðust dúgliga í løg
tinginum, um júst hetta
sama í farnu viku – tí
broytingin gerst veruleiki
1. apríl. Sakni tó at hoyra
landsstýrismannin í
heilsumáulum siga sína
fatan um júst hetta.
Samgonguflokkarnir eru
ongantíð komnir úr
songini, men sita enn og
spæla koddakríggj í
sovikamarinum. Teir áttu
at lagt seg endaliga og
latið tey, sum vilja broyt
ingar, sloppið framat
Veruligar broytingar í
einum samfelag kunnu
henda, tá bæði innanhýsis
trýst og uttanhýsis um
støður virka saman við
krøvum um atgerð og
umstilling. Tá standa vit í
einum sonevndum "søgu
ligum gloppi", har tað er
sera avgerandi, um vit
megna at taka røttu avgerð
irnar ella vit bara leggja
okkum undir dýnuna og
liggja sjóvarfallið av okk
um.
Vit eru í eini slíkari
støðu í Føroyum í dag, har
vit kunnu taka ábyrgd og
leggja um til burðardygd í
okkara búskapi, vinnu og
politiska skipan. Men sit
andi ABCsamgonga hevur
frá byrjan lagt seg undir
dýnuna undir væðingini á
heimastýrishúsunum. Og
hon leggur støðugt fleiri og
fleiri dýnur oman á alt
sam felagið og atgerðar
hugin hjá fólki.
Øll orkan fer til eitt
stand andi koddakríggj
millum samgongu flokk
arnar. Har fjølmiðlarnir
dagliga varpa út innan úr
sovikamarinum, sum var
tað ein spennandi lands
dystur, har samgongu leið
ararnir skiftast um at stinga
høvdið fram at greiða frá
gongdini í koddakrígnum,
meðan fjaðrarnir flúgva
frá. Summir rýma av og á
undan dýnuni og gera
eitthvørt róp út í veruliga
samfelagið, men skjótt
verða teir drignir inn aftur
undir dýnurnar at berjast
við koddum.
Tað er eitt rættiligt bragd
hjá øllum pørtum at halda
uppi ímyndini av hesum
landsdysti í ongum. Ongin
veit, hvat málið er. Ongin
veit, hvar bólturin er, ella
hvørjum bólti spælt verður
við. Ongin veit, hvørjar
reglur galda. Ongin ætlar
sær nakað við spælinum –
uttan at júst at vera á vøll
inum og sleppa í fjøl miðl
arnar. Eitt er kortini vist, at
hóast føroyska samfelagið
tapir 50null í hvørjum av
hesum dystum sam gong
unnar, so kemur løgmaður
út og fortelur okkum, at
talan er um ein stórsigur til
øll, og at øll hava vunnið.
Leingi hevur verið
songa rtíð hjá sitandi
samgongu, og alt bendir
tíverri á, at um so allir
heimsins hanar gala, so
fæst hon ikki upp ella út í
vindin. Og tað er niður
faringartíð hjá tí gamla
heimastýrisliga valds
politikkinum hjá einstak
lingum og flokkum, sum
bara vendir inneftir og sum
aftur og aftur leiðir okkum
út í kreppur, forðar fyri
broytingum og druknar í
ábyrgdarundanstøkking og
nalvaskoðan.
Frægast er tí, at sam
gongan bara leggur seg
veruliga og letur tey, ið
vilja gera nakrar veruligar
broytingar og sum hava
eina ætlan um at reisa seg,
sleppa framat.
Ljóðar heilsutrygd ov ljósareyð?
BErgtórA
HøgNAdóttIr
JoENSEN
Koddakríggj í sovikamarinum
HøgNI
HoydAL