Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. mars 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 62 - 30. mars 2010 13 Fiskimannafelagið stevndi fyri nøkrum árum síðani reiðarínum á Arctic Viking við kravið um, at menn, sum ikki mynstra, ikki hava krav uppá fiskipart, hóast teir eru partur av mann ingini og luttaka í arbeiðinum umborð. Málið snúði seg um at tulka fyribrigdið “javn­ býti”, sum er týdning ar­ mikil partur av sáttmálum millum manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag. Um felagið fekk viðhald í hesum máli, kundi hetta fingið margháttligar av ­ leiðingar. Var ein maður av misgávum ikki mynstraður, hevði hann eftir hesi tulk­ ingini mist sín part. Hetta kemur meira enn so fyri. Tað kundi eisini hugsast tann støða, at bert skiparin var mynstraður. Tá kundi hann einsamallur kravt allan manningarpartin, meðan hinir einki fingu. Tískil var henda sak ongantíð ætlað at gagna litavunum við Arctic Vik­ ing, sum skulu hava verið fyri vanbýti. Kravið var, at mynstraða føroyska mann­ ingin skuldi fáa tann part, sum litavarnir høvdu fingið minni enn sáttmálin segði! Eg var innkallaður sum vitni av mótpartinum hjá FF, táið sakin kom fyri í Føroya Rætti. Hetta mundi vera, tí eg havi fingist við sáttmálaviðurskifti longri enn nakar annar og at eg vegna Fiskimannafelagið stóð fyri samráðingunum, tá hetta fyribrigdið kom í sáttmálan í 1971. Eg bleiv biðin um at greiða frá, hvussu eg skilti orðingina “javnbýti” í sáttmálanum. Hetta kundi bert skiljast, sum tað var skrivað, at býtt verður javnt millum allar, sum eru partur av mann­ ingini uttan mun til mynstr ing. Vitnir eru friðhalgað Støðan hjá einum vitni í rættarskipanini er heilt serlig. Øll hava skyldu at vitna, og eitt vitni hevur skyldu at siga sannleikan. Hetta er ein grundleggjandi liður í okkara rættarskipan. Hetta gav eg meg sjálvsagt undir. At vitni hava skyldu at møta og undir strangari revsiábyrgd hava skyldu at siga sannleikan, merkir eisini, at vitni hava krav uppá eina serliga vernd. Um ein partur í einum máli ger seg inn á eitt vitni hjá mótpartinum, kann hetta hava álvarsligar fylgjur, ja, hann kann enntá fara beinleiðis í fongsul. Chikaneraður fyri at vitna FF tapti sakina í Føroya rætti. Aftaná verði eg út hongdur av FF fyri at hava “skuldina” av tapin­ um. Hetta var enn eitt dømi um, at formaður FFs altíð skal hava onkran at skylda uppá, tá tað, honum sjálvum fyri at takka, ikki gongst eftir vild. Hóast Føroya rættur var sjáldsama greiður í síni niðurstøðu, varð málið av FF skotið inn fyri lands­ rættin. Eg varð aftur inn­ kallaður sum vitni, nú málið kom til viðgerðar í landsrættinum tann 23. mars. Hetta førir til fylgjandi: Í góðari tíð undan dóms­ viðgerðini, 14. mars, verði eg lagdur undir at vilja “vinna fiskimonnum neisir” á heimasíðuni hjá FF bert tí, at boðað var frá, at eg var innkallaður sum vitni. Í Dimmalætting 19. mars verði eg av nevndarlimi í FF Sniálvi Røvilsberg ærumeiddur av somu orsøk, nevniliga at eg var innkallaður sum vitni. Tí verður henda grein eisini sent Dimmalætting. Men her er greitt talan um at gera seg inn á og/ella ein roynd at ávirka eitt vitni, sum møguliga ikki hevur somu áskoðan í rættinum sum FF. At eg ikki bakki fyri slíkum er óneyðugt at siga. Mítt trúvirði skuldi skaðast Í rættarskjølunum síggi eg, at Jan Højgaard kravdi at lagdar vórðu fram greinir, sum eg havi skrivað um virksemið hjá honum. Hetta skuldi prógva, at eg ikki var ópartískur sum vitni. Harvið skuldi ivi skapast um mítt trúvirði í landsrættinum. Í verunleikanum er talan um, at Jan Højgaard sjálvur við hesum hevur greitt landsrættinum frá tí, hann sjálvur stendur fyri. Her skulu bert nøkur dømi nevnast: a. Føroyskir fiskimenn eru í somu støðu sum ein forfylgdur minniluti í Burma, einum tí ring­ asta harðræðinum í heiminum. b. Starvsfólkið á føroysk­ um tryggingum er brotsmannalið, sum skuldu fingið harða revsing fyri sínar óndu skarnsgerðir móti fiskimonnum. c. JH sigur seg verða fyltan av ræðslu um, at tað er eydnast almennu kraddarunum at fáa so nógvar føroyingar at hata fiskimenn. Hann upplivir á fundum, at “hatrið lýsir av teirra eygum.” Um sína egnu rættarfatan greiddi Jan Højgaard í hesum skjølum lands rætt­ inum frá dømi um, hvussu hann tilætlað fremur brot á grundleggjandi fak felags­ ligar grundreglur. Ein tann mest sjálvsagda grundregla er, at allir nevndarlimir í einum felag skulu hava møguleika at vera við til viðgera og taka avgerðir í málum av týdningi. Men Jan Højgaard kunn­ ar landsrættin um, at hann leggur avgerandi nevnd ar­ fundir, tá teir, sum møgu­ liga ikki eru samdir við honum, ikki eru heima og tí ikki kunna møta. Hetta hevur verið gjørt í avger­ andi málum, sjálvt tá góð tíð var til skipa so fyri, at øll nevndin kann møta. Tað er óneyðugt at gera nakrar viðmerkingar til slík sjónarmið og mannagongd. Tá skjølini skuldu verða upplisin á rættarfundinum, vórðu tey nærum øll avvíst av rættinum sum óviðkomandi. Søgan um nýggja mammubeiggjan Tað var ikki nóg mikið við hesum: Undir avhoyringini av mær í landsrættinum kemur sakførarin hjá FF fram við tí, at eg skal vera mammubeiggi ein av eigarunum av felagnum Líðini, sum eigur Arctic Viking. Um hetta var so, hevði tað verið brúkt til at pástanda, at sambært vanligum gegnisreglum, so var eg ógegnigur og rann í hesum máli ørindi fyri “systirsonin.” Eg hevði hoyrt dagin fyri, at hetta ella nakað líknandi varð fortalt av nevndarlimi í FF. Hevði tó roknað við, at menn kannaðu hetta, áðrenn tað varð brúkt í rættinum. Hetta við “mammu­ beiggjanum” var uppspinn. So mikið hevði kunnað verið uppspurt framman­ undan. Bert hetta vísir støðið í hesum rættarmáli. Henda vónleysa sakin skuldu vinnast við at gera meg ótrúverdigan, nakað eingin hevur megnað øll tey árini eg var í FF. Eg havi verið við í mongum rættarmálum og havi ongantíð upplivað slíkt. Eingin ivi um, hvør ið var mest trúverdigur Í eini rættarsak eru ofta mótstríðandi vitnisfrá­ greiðingar. Tí kann tað vera avgerandi, hvat trúvirði rætturin metir at vitnini hava. Tað kann í hvussu er staðfestast, at tað varð eingi ivi settur við tí, sum eg førdi fram, meðan alt hjá FF varð sópað av borðinum. Hetta er uttan iva fyri ein part sjálvgjørt. Opinlýsa royndin at skaða trúvirðið hjá einum vitni kann neyvan hava gagnað sakini hjá FF. FF hevur skatt seg sjálvt Hetta sakarmál hevur greitt skatt støðuna hjá fiski­ monnum. Tað hevur kostað FF kr. 110.000 bara til sakføraran hjá reiðaríðnum og væl saktans eins nógv til egnan sakførara, og tað til svarta onga nyttu. Hetta við útlendingum er greitt ein sáttmálaspurn­ ingur. Takkað veri Jan Højgaard er tað við hesum rættarmáli staðfest við sjeytummaseymi, at reið­ arar heilt lógliga kunnu seta útlendingar í starv umborð á føroyskum skipum uttan at gjalda teimum somu hýru, sum verður goldin føroyska partinum av manningini. Tískil eru reiðarar nú í hesum máli í nógv sterkari samráðingarstøðu enn frammanundan. Tað er so sjálvgjørt sum nakað! Stríðið í Fuglafjarðar skúla Nú trúði eg, at gølan í Fuglafjarðar skúla fór at verða liðugt viðgjørt í bløðunum, men so skuldi ikki verða. Í Dimmalætting 26. mars verður enn einaferð ljós sett á hetta mál – nú sætt frá einum øðrum sjónar­ vinkli. Eg gevi Petur Pálli rætt, at hetta veruliga bleiv ein sorgarsøga, sum sló beinini undan fleiri familjum eins og arbeiðsklimaið á skúlanum fekk av at vita. Spurningurin er: Hvør eigur høvuðsábyrgdina av hesum víttfevnandi sorgarleiki? Í greinini dregur Petur Páll telduvørðin upp í málið. Sum telduvørður kann eg ikki góðtaka, at verða drigin uppí grundað á hálvar og møguliga misvísandi sannleikar. Víst verður á eitt skriv, sum fyrrverandi skúla stjór­ in sendi til telduvørðin og álitismannin. Tað kundi tí bent á, at telduvørðurin eigur sín lut, men eg vil við 5 tumma seymi sláa fast, at eg ongan leiklut eigi í hesum máli – uttan tað at verða starvsfólk í Fugla­ fjarðar skúla. Veruleikin við brævinum sum PPM sipar til er hesin: Eg fái eitt teldubræv frá skúlastjóranum, har eg verið kunnaður um eitthvørt sum hevur við telduútbúnaðin at gera – (at annað eisini stendur í hesum skrivi, kann eg ikki taka ábyrgd av). Eg skal tó viðganga, at eg gjørdi ein sera stóran feil, táið samstarvsfelagi mín á telduøkinum, í trúnaði, fekk loyvi at síggja skrivið, men tøkkin fyri at vísa álit varð, at eg varð stungin í ryggin, tí sama dag gav hann brævið víðari til Petur Páll. Eg veit, at slík úttalilsir bróta niður garðar og leggur meira rot í frammanundan stóra køstin, men eg vil heldur verða garðarnar fyri uttan enn líta á tey veiku liðini. Eg fari eisini framyvir at lesa tey telduskriv, sum send verða til mín, men eg taki onga ábyrgd av tí, sum onnur skriva. Eg havi verið lærari í 39 ár – 7 tey fyrstu í Gøtu skúla og 32 í Fuglafjarðar skúla, og arbeitt undir fleiri skúlastjórum, allir samlir við sínum dygdum og lýtum, men Súni í Hjøllum er klárt tann – av teimum fyrrverandi ­ sum í mínum hugaheimi eigur 1. plássið. Ein dugnaligur, menninskjansligur framúr góður leiðari. Súni í Hjøllum varð (av eini lítlari kliku á skúl­ anum) á ein sera klossutan og ljótan hátt, koyrdur út í myrkrið, at hann sum herðaklapp varð frákoyrdur við 3,5 milliónum í lummanum sigur mær bara, at grundgevingarnar fyri uppsøgnina vóru bygdar á sandbotn. At enda vil eg nýta høvi her alment at takka tær Súna í Hjøllum fyri eina sera dugnaliga leiðslu og eitt gott samarbeiði í Fuglafjarðar skúla. Eg kann ikki siga, at henda heilsan er frá øllum starvsfólkunum, men eg eri vísur í, at eg fari ikki skeivur, tá ið eg sigi, at 90% av starvsfólkunum taka undir við mær. Seinastu tíðina hevur skriv ing verið í bløðum um framtíðina hjá Klaksvíkar Sjómansskúla. Skrivað hevur verið niðurlegging, samanlegging o.s.fr. Hendan skriving hevur verið til lítlan sóma fyri skúlan, og tað er ikki sørt, at bæði starvsfólk skúlans og tey, ið lesa, eru ørkyml að og illa við av hesi skriving. Arbeiðsfriðurin í húsinum hevur fingið eitt skot fyri bógvin, og eingin veit nakað at siga um framtíð okkara. Vit, ið undirvísa í Klaks víkar Sjómanskúla, hava altíð lagt stóran dent á at geva góða frálæru, og afturmeldingarnar frá lesandi hava altíð verið hareftir. Skrivingin ta seinastu tíðina hevur órógvað okkum og ikki minni tey lesandi meiri enn gott er. Vit undirvísarar í Klaksvíkar Sjómansskúla vilja tí heita á lands stýris­ kvinnuna í skúlamálum um geva okkum arbeiðsfriðin aftur – okkum og tygum til sóma, og teimum lesandi at gagni. Klaksvík, tann 29. mars 2010 Óli Olsen Hanus Kjølbro Anton Højgaard Jóhan heri Joensen óli Jacobsen Arctic Viking í landsrættinum: Trúvirði hjá vitni skuldi skaðast Áheitan til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu, um arbeiðsfrið viðmerkingar