Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. mars 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 62 - 30. mars 2010 viðmerkingar At fáa kensluliga tørvin á nationalum stoltleika nøktaðan ella at gera tað, ið best er fyri Føroya fólk? Fyrst og fremst ynski eg at takka Hanus Samró fyri eina góða og konstruktiva viðmerking. Eg taki kritikk in til mín. Uttan at ógilda oman­ fyristandandi tøkk, má eg staðfesta, at ein misskiljing er komin fyri ­ orsakað av ógreiðu orðing míni. Samró skrivar: ”Við at ákæra ungdómin fyri líka­ sælu, tí tey hava eina aðra áskoðan, er at sýna teimum óvirðing”. Hetta hevur ongantíð verið mín ætlan, og eg havi als ongan hug at finnast at ungum, ið hava eina aðra politiska meining enn eg. Tørvur á øllum áskoðanum Tvørturímóti haldi eg, at tað er tørvur á øllum áskoðanum, og at tað er sera týdningarmikið, at allar politisku áskoðanir sleppa framat í røttum tíma: tað er tørvur á køld­ um og kensluleysum kapitalistum, ið bert hugsa um búskapin í landinum, og tað er tørvur á teimum, ið leggja dent á tey bleytu virðini – tey sosialu málini, mentan, mál osfr. ­ mál, ið møguliga ikki altíð eru til frama fyri búskapin í landinum. Og tann fakligi parturin av politikki má snúgva seg um at fáa javnvág í tey ymisku virðini. So tað er tørvur á øllum. Tað, ið lá aftanfyri míni orð, er tí ikki, at eg ynski at finnast at øðrum, ið ikki hava somu meining sum eg. Fyri hesum má eg biða um umbering fyri ógreiða orðing. Tjóðveldistankin talar til kenslur Mín boðskapur er heldur hesin: Tjóðveldistankin talar fyrst og fremst til kensl ur­ nar hjá hvørjum einstakum føroyingi – okkara nationalismu. Og út frá míni ferðan í ung dóms­ umhvørvinum havi eg fingið ta fatan, at ein sera stórur partur av ungdóm­ inum ókritiskt fylgir nationalismuni í teirra politisku áskoðan. Eg meti hetta vera sera, sera vandamikið, men um tað er teirra raðfesting, so mugu tey sjálvandi hava loyvi til tað ­ í navninum av tí heilaga fólkaræðinum. Men so er tað fyri mær, sum aðalmálið hjá okkum ungu ikki er, hvat er best fyri Føroyar og fyri Føroya fólk. Aðalmálið er heldur at fáa nøktaðan ein tørv fyri stoltleika ­ okkara nationalistiska stoltleika. Nationalistiskar kenslur ikki best fyri land og fólk Hetta er sera vandamikð – og tað er týdningarmikið, at vit ungu, sum møguliga eru mest útsett fyri kensluligari villleiðing, eru kritiskt yvirfyri hesum kenslum. Mín egna niðurstøða er tí, at Tjóðveldi í størsta mun byggir á farligar, nationalistiskar kenslur – kenslur, ið ikki taka atlit til, hvat er best fyri landsins fólk. Eg havi enntá verið so ósmæðin at kalla tað ábyrgdarleyst – um tað er satt ella ikki, má eg lata upp til lesaran at meta um – men lati mína meining hervið vera sagda. Aftursvar til lesarabræv hjá Jákup Mikkelsen formanni í Trivnaðarnevndini Hvar bleiv menniskja av í øllum hesum? Fyri stuttum hevði formaðurin í Trivnaðarnevnd Løgtingsins Jákup Mikkelsen lesarabræv í bløðunum, eftir at trivnaðarnevndin hevði verið og vitja ymisku heimini hjá fólkum við breki. Tað undrar meg stórliga, at ongin í Trivnaðar­ nevndini hevur latið við seg koma, eftir at lesara­ brævið stóð í bløðunum. Vóni ikki, at tað boðar frá, at tey eru samd í hesum hugsunarhátti um framtíðar bústaðarbygging fyri fólk við breki. Í fjørð var Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður saman við einum samdum Løgtingi við til at samtykkja ST sáttmálan um rættindi einstaklinga, ið bera brek. Somuleiðis er Jákup Mikkelsen partur av eini samgongu, sum er við at samtykkja ein bústaðarpakka um alternativa bústaðarbygging. Eitt sera kærkomið amboð hjá fólki við breki, at fáa betri búmøguleikar í framtíðini,­ eitt nú við serligari lutaíbúðarlóg og serligum fíggingarmøguleikum. Í grein 19 í sáttmálanum stendur m.a, at fólk við breki hava rætt til sjálvi at velja sær bústað, og velja hvørjum tey vilja búgva saman við. Tey skulu ikki verða noydd at búgva í serligum bústøðum. Tað harmar meg almikið, og eri eg ikki sørt bilsin, at lesa umrødda lesarabræv hjá formanninum í Trivnaðar nevndini. Eg eri komin til ta niðurstøðu, at Jákup Mikkelsen als ikki veit hvat hann tosar um, og púra hevur mist menniskja burtur í hesum so týdningarmikla málið. At velja sær bústað og at verða við til at byggja sær sítt heim, er ein grundleggjandi rættur hvørt einstakt menniskja hevur. Hetta er eisini galdandi fyri fólk við breki. Í lesarabrævi sínum sigur Jákup Mikkelsen millum annað, at tað er umráðandi at serkunnleikin er við til at byggja ein framtíðarstovn, við umleið 4­ 6 geirum, har pláss er fyri 8­12 ”brúkarum.” (Eg vildi nú kalla tey fyri fólk.) Síðani sigur Jákup Mikkelsen, at ein tílíkur stovnur letur upp fyri rakstrarligum fyrimunum. Harafturat sigur hann, at hetta gevur eisini møguleikar fyri at læna hølir frá hvørjum øðrum, og tá ein ”brúkara­ bólkur” veksur og annar minkar, verða hølir til avlops. Til hetta er at siga, at tað er púra burturvið. Vit tosa um fólk, sum skulu hava eitt heim, og mann flytur ikki fólk runt í einum bygningi, eins og mann flytur kýr millum básar í einum fjósi. Framhaldandi sigur Jákup Mikkelsen, at tað er umráðandi at stovnar verða integreraðir í samfelagið. Eg kann ikki við mínum besta vilja síggja hvussu vit intergrera ein stovn við 72 fólkum í einum lokalsamfelagi. Hevur mann ikki ”ghettosera” fólk fyrr, so ger mann tað við hesum hugsunarhátti, sum Jákup Mikkelsen letur koma til sjóndar í lesarabrævi sínum. Eg skal viðmerkja eitt afturat, sum stóð í lesarabrævinum har sagt verður, at við verandi bygnaði í dag, hava vit eitt rímiliga høgt tal av atskildum húsum við ymiskum búfólkum og brúkarum. Fyrst vil eg leggja áherðslu á, at her búgva fólk og ikki brúkarir, og at tað er í tráð við alla sunna hugsan um integrering, at bústaðir liggja spjaddir runt í samfelagnum. Stovnshugtakið er farið fyri mongum árum síðani. Sum eg lesi lesarabrævið hjá Jákup Mikkelsen, so er ta rationalisering og starvsfólkatrivnaður, sum er sett í hásæti. Tann sum tað veruliga snýr seg um, tað einstaka menniskja við breki, er ikki tikin við. Eg fari tí at heita á Jákup Mikkelsen formann í Trivnaðarnevndini, at seta seg væl inn í, hvussu fólk við breki fyrst og fremst fáa eitt virðiligt bútilboð, áðrenn ov nógv orka verður brúkt til at bumba alla sunna hugsan um rættin til sjálvi at velja sær bústað aftur í miðøldina. Set fólkið við breki og tørvin hjá viðkomandi fyrst. Hugsa síðani um starvsfólki, og at enda hvussu vit gera hetta best og bíligast. Við ynskjum um einar gleðiligar páskir. Hvat er aðalendamálið? forkvinna í MBF LeiLa SoLmunde Katrin Hov Land PeterSen Eitt tað ringasta, sum er, er at vera sansaleysur. Sostatt er politiskt sansaloysi tann ringasta politiska støðan, sum kann hugsast. Kortini kemur hon fyri í Føroyum í heilum og kann vara bæði mánar og ár. Taki so hjartaliga undir við oddagreinunum, sum finnast at landsins leiðslu, hvørs politisku flokkar einans royna at sæta sær, meðan samfelagið alt bløðir. Ongin politikkur verður stungin út í kortið, onki fæst í lag. Teir fittu flenna bítt, teir ljótu flenna tjúkt. Oftast ganga ting­ og landsstýrisfólk í ørviti, rýma enntá av fundum og siga okkurt hissini her og okkurt hissini har. So er dagsins verk gjørt. Næsti dagur upprennur. Nú hevur politiska kreppan tikið seg eitt stig aftrat fram – ella aftur, og nú er løtan komin aftur at síggja musketerarnar defilera framvið Ingolfi í Degi og Viku – og snakka svart. Segði nakar endursend­ ingar? For ólukkan ­ takið tykkum saman. Tit skuldu verið vaksnir menn og vaksnar kvinnur, sum hava boðið tykkum fram og hava fingið fólksins størsta álit at stýra landinum, men hvat hava vit fingið? Ein flokk av ráðaleysum gentum og dreingjum, kvinnum og monnum, sum skunda sansaleys millum fundarhølini og røðara­ pallarnar ­ við høvdinum undir arminum. Men tit eru ikki (øll) í undirhaldsbransjuni. Tit eru landsins lóggávuting og landsins stýri. Ongin tykkara kann krevja nakað av restini, tá tit hvørki finna út av at semjast ella stinga í sekkin. Havið nú eina góðar páskir kortini - og fríið okkum so frá tykkara fullkomna ábyrgdarloysi! Triði partur. Eftir at Gud var farin úr templinum, hendi tað at Nebukadnezar kongur kom aftur, legði Judaríki í oyði og breyt templið niður. Síðani gingu sjeyti ár, so slapp ein leivd, eftir lyfti Guds, heimaftur. Men, nú var Juda ikki kongadømi, men ein landspartur undir heidnum kongum. Templið varð reist av nýggjum, men paktørkin kom vist ikki aftur hagar, og vit lesa ikki um nakra serliga hending hesaferð, sum tað í oyði­ mørkini og við Sámuels templi. Tó sigur Haggai profetur hetta: “ Hetta seinna templið skal hava stórri dýrd enn hitt fyrra.” Hagg. 1,9. Kanska hann sigur tað, tí at her var tað Harrin Jesus gekk á síni foldartíð. Her stóð hann og lærdi. Tað gingu umleið 400 ár, eftir at seinasti profeturin Malakias legði pennin frá sær, inntil Jesus var føddur í Betlehem í Judea, sum skrivað stendur. Nú høvdu ísraelsfólk aftur fingið vitjan av Gudi, hesaferð á ein heilt ser­ ligan hátt. Vit lesa jú, at kraft hins Hægsta skuggaði yvir unga moyggj, Mariu og hon føddi heimsins frelsara. Gud var vorðin menniskja. Ein av teimum lutum, sum vit okkara ikki kann fata. Jesus vaks upp og bleiv vaksin og fór at prædika. Vit leggja til merkis, at hann talaði ofta um ríki Guds og himmi­ ríkis ríki. Jóhannes hevði gingið undan honum og doypt fólkið við umvend­ ingardópi. Ísrael hevði fingið stórbæra vitjan. Men vit vita hvussu gekk, tey vrakaðu sín Messias, krossfestu hann við hond­ um lógloysinga, sum Pætur tók til í hvítusunnurøðu sínari í Áp. 2. Knøpp fjøruti ár seinni kom dómurin yvir Ísrael aftur. Jerúsalem varð tikið av rómverjum við Titus á odda, templið sorða niður, og ísraelsfólk aftur førd í útlegd, hesaferð ikki bara til Bábel, ella Assýria, men út um allan heimin, har tey hava verið hesi tveytúsund árini. Men nú koma tey heimaftur, soleiðis sum profeterað er, at tey skuldu koma. Enn eru líðingar teirra ikki at enda. Tey fara at líða ógvuliga í komandi døgum. Vit síggja hetta nærkast, ja tey líða longu nú so nógv, tí heimurin er ímóti teimum. Men lyftið til teirra er, at teirra Messias Harrin Jesus fer aftur at koma niður til fólk sítt. Zacharias profetur sigur, at hann fer at standa á oljufjallinum. Tað verður ein glæsiligur dagur fyri Ísrael og øll trúgvandi eisini, tey, sum trúgva, at Jesus er sonur Guds. Framhald. Dániel profetur og ríki Guds ricHard danieLSen Politiskt sansaloysi Jógvan arge