týsdagur 30. mars 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 62 - 30. mars 2010
15
Hví skal tað vera ókeypis
at brúka vegakervið?
Vegakervið hevur kostað
samfelagnum nógv – heilt
ofta verður tikið til, at tað
er ein íløga. Dagliga kostar
tað eisini nógv – í form av
viðlíkahaldi, ferðsluvanda,
fleiri sløgum av dálking og
øðrum negativum árinum á
trivnaðin. Hví skal alt hetta
onki kosta? Hetta er plan
búskapur: staturin ger av,
at vit øll skulu gjalda fyri
bilkoyring – antin vit hava
tørv á tí ella ei. Kann tað
loysa seg at brúka vega
kervið, hava brúkararnir
eisini ráð at gjalda fyri tað.
Tí er ongin grund at lata
vegakervið vera ókeypis at
brúka. Hinvegin eru fleiri
grundir at leggja brúkara
gjald á vegakervið. Tær eru
nevndar omanfyri.
Hvussu kann gjald leggj
ast á vegakervið? Í flestu
framkomnu londum er
ferðslugjald ein partur av
kjakinum um, hvussu
ferðslan skal regulerast.
Tað er oftast møguleikin at
hava teldu við satellitt sam
bandi í hvørjum bili, sum
er idealið. Vit hava tó ein
annan møguleika: at seta
upp einar 30 gjaldstøðir,
eins og tær, sum longu
finnast í undirsjóvartunlu
num, runt um landið.
Tøkniliga grundarlagið er
longu í lagi, so tað er bert
uppsetingin, sum kostar.
Hvat kann hon kosta? Tað
er sjálvsagt ikki bara sum
at siga tað at gissa prísin,
men nøkur fólk eiga at
vera í landinum her, sum
eru før at geva eitt gott
boð. 100.000, stykkið, man
ikki vera av leið. Um tað
so er tað dupulta, kann tað
kortini loysa seg. 30 ferðir
100200 tkr. er 36 mió. kr.
Fult útbygd kann skipanin
hava upp til 90 gjaldstøðir:
18 mió. kr., men ikki er
neyðugt at hava so nógvar
støðir. Hinvegin, sjálvandi
verður gjaldið í tí einstøku
gjaldstøðini minni, jú fleiri
støðir eru tilsamans.
At byrja við kundi til
dømis allar viðlíkahalds
útreiðslurnar av vegakerv
inum verið lagdar yvir á
gjaldsskipanina. Herundir
trygging móti omanlopi og
leysum seyði. So varð
friður av Landsverk, sum
hvørt ár ger vart við, at
pengarnir eru ov smáir til
viðlíkahaldið av verandi
vegakervi. Síðan kunnu
onnur gjøld so hvørt
leggjast afturat – ymisk
umhvørvisgjøld, ymisk
trygdargjøld og kanska fyri
brúksvirðið. Hesi kunnu
fara í stóra pott til dømis
til at minka um inntøku
skattin ella veitast sum
stuðul til barnafamiljur.
3 ella 18 mió. kr.
Óansæð er tað bert ein
partur av inntøkuni, sum
landskassin kann fáa longu
fyrsta árið, skipanin koyrir.
Hvussu nógv skal samlaða
gjaldið vera? Onki órætt
víst vildi verið í einum
samlaðum gjaldi uppá 500
mió. kr. árliga. Men so
stórt skal gjaldið sjálvsagt
ikki vera fyrstu árini,
meðan samfelagið lagar
seg til veruleikan: at
ferðslan kostar.
Tómt í landskassanum?
Tórshavn
Jógvan
Olsen
Virksemi á Søgu- og sam-
felagsdeildini hevur verið
avmarkað seinasta árið,
men nú verður aftur far-
ið undir skipaðar út búgv-
ingar bæði í søgu, stjórn-
málaðafrøði og sam-
felagsvísindum. Deildin
væntar, at nógv fólk fara
at søkja hesar útbúgv-
ingar. Umsóknarfreistin
er 14. juni 2010, men eru
pláss, so kann søkjast
seinni eisini.
Seinasta fíggjarár varð játt
anin hjá Setrinum lækkað
so mikið nógv, at stýrið
avgjørdi eingi nýggj les
andi at taka upp heystið
2009, men tey ið vóru
byrjað fingu høvi at gera
seg liðug við útbúgving
arnar á bachelorstigi.
Harumframt bjóðaði deild
in út nøkur stakskeið, sum
hava verið ógvuliga
umhildin.
Eitt tað mest umhildna
skeiðið á deildini er
Grund skeið í lóg. Hvørja
ferð skeiðið hevur verið
lýst, hava fleiri søkt enn
rúm er fyri, og skeiðið
verður eisini hildið í heyst.
Somuleiðis er deildin farin
undir skeið á masterstigi. Í
hesum sambandi er vert at
vita, at Fróðskaparsetrið
hevur gjørt ta avtalu við
Københavns Universitet, at
skeið tikin á Fróðskapar
setrinum, sum lúka ávísar
treytir, kunnu góðskrivast
sum partur av útbúgvingini
í løgfrøði við Københavns
Universitet.
Fleiri enn 100 einstakar
umsóknir vóru til lógskeið
í vár.
Ein júst liðugur cand.
jur. hevur brúkt henda
møguleika. Hann tók
masterskeiðið Føroyskan
kollektivan arbeiðsrætt á
Fróðskaparsetrinum og
fekk tað góðskrivað á
cand. jur. við Københavns
Universitet. Skeiðini bæði
Føroysk fyrisitingarlóg og
Mannrættindi og revsi
rættur í Føroyum, sum nú
verður undirvíst í, eru á
sama stigi og fara eisini at
kunna verða góðskrivað
bæði á Københavns
Universitet og eisini í
sambandi við komandi
masterútbúgvingar í lóg og
stjórn á Fróðskapar setri
num.
At Mentamálaráðnum
eydnaðist at sannføra
Løgtingið um at hækka
játtanina til Setrið fer at
geva nógvum føroyingum
høvi at fara undir hægri
útbúgving í søgu, stjórn og
almennum samfelags vís
indum komandi lestrarár,
sum byrjar við pisuskeiði
beint fyri 1. september.
Av tí at steðgur kom í
undirvísingina, hevur
deildin nýtt høvi til ikki
bert at endurskoða alla
undirvísingarskipanina,
men eisini tær einstøku
útbúgvingarnar og náms
skipaninar fyri tær ein
støku lærugreinarnar.
Hesar verða nú innan
leingi at síggja á heimasíðu
Setursins. Hetta er alt gjørt
at fáa sum mest burtur úr
játtanini. Nú verður eisini
nógv liðiligari og lættari
hjá studentunum at leggja
sær útbúgvingina til rættis.
Harumframt verður
meginparturin av øllum
skeiðunum eisini boðin út
sum stakskeið, ið fólk
kunnu taka sum eftirút
búgving – men tá krevst
luttøkugjald.
Nú verða frá byrjan
tríggjar ymiskar bachelor
útbúgvingar við nakað av
felags lestri og deildin fer
at taka studentar inn á
hvørj um ári. Tvey tey
fyrstu árini verður undir
víst bæði í bundnum
skeiðum og valskeiðum.
Munur verður ikki gjørdur
á fyrsta og øðrum ári, so til
ber at hava fak saman við
øðrum lesandi bæði á
fyrsta og øðrum ári.
Tey ymsu fakini er skip
aði í skeið. Øll skeiðini á
fyrsta og øðrum árini
kunnu takast í teirri rað
fylgju, sum tey lesandi
sjálvi velja; fakini treytað
ikki hvørt annað. Triðja
árið fer fram spesialisering
í søgu, stjórn ella lisið
verður alment innan ymisk
samfelagsvísindi. Almenna
bachelorútbúgvingin í
sam felagsvísindum er tann
mest fría av bachelor
útbúgvingum okkara.
Fólk við samfelags
vísindaligari útbúgving eru
sera nógv eftirspurd í
almennari sum privatari
fyrisiting. Mong søkja inn
á hesar útbúgvingar at
menna og útbúgva seg
(eisini eftirútbúgva seg)
við neyðugum umsitingar
ligum førleikum. Omaná
bachelorútbúgvingarnar
verður so seinni skipað fyri
masterútbúgvingum í t.d.
søgu, stjórn, mentan og
lóg.
Hvørja lestrarhálvu
fyrstu tvey árini skulu tey
lesandi vanliga velja trý
fak (10 ECTS hvørt)
Útbúgvingarnar byrja frá
umleið 1. september og
verða tey fyrstu skeiðini
hesi:
Grundskeið í lóg (10
ECTS – kann eisini takast
sum 15 ECTS)
Mentanarfrøði (10 ECTS)
Føroysk nýtíðarsøga (10
ECTS
Samfelagsvísindalig
háttaløg (10 ECTS)
Búskapur og samfelag (10
ECTS)
Lestrarhálva svarar til 30
ECTS og heil
bachelorútbúgving telir
180 ECTS. Uppi í hesum
er eisini bachelorritgerð.
Søgu og samfelagsdeildin
heldur til í Jónas Broncks
Gøtu 25 í rúmligum og
góðum hølum.
Jóan Pauli Joensen
rektari og
Kári á Rógvi dekanur
Skeið fyri sinnisveik
á Háskúlanum
TÍÐINDASKRIV
Stuðulstænastan hjá Nærverkinum og Føroya
Fólkaháskúli
Skeiðið verður 14. – 23. apríl og byrjar mikudagin
14. apríl kl 13.
Lærarar eru Bjørgfinnur Nielsen, Elin Lindenskov,
Rói Paturson og aðrir gestalærarar.
Skeiðsgjaldið er 1.800 kr, fyri hvønn. Íroknað gjald
ið er undirvísing, tilfar, matur og uppihald.
Á kømrunum eru: dýna, koddi, handklæði og seingj
ar klæði.
Takið gummistivlar, regnklæði, húgvu, vøttir og
eina heita troyggju við til útferðina og onnur uttandura
tiltøk og svimjiklæði við til Klaksvíkstúrin. Tey, sum
ikki hava hug til at svimja, fara eina ein túr í býin
ístaðin. Takið stásklæðini við til gallaveitslina.
Vit fara at stoypa ljós, so um tú eigur jogurtíløt,
frukt blikk ella líknandi, so tak tey við at brúka til
stoypi formar.
Um tú hevur klæðir, taskur, smúkkur og annað, sum
tú ikki brúkar, so tak tað við, so kunna tit býta um við
onkran annan.
Hóskvøldið kl 19.30 verður veitsla og tá eru tit væl
komin at bjóða tvey avvarðandi við.
Søgu- og samfelagsdeildin komin fyri seg aftur