týsdagur 30. mars 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 62 - 30. mars 2010
17
kapping
Brúdleypskappingin
Frá náttarvakt
til brúdleyp
John og Elna
sum børn
10. juli verða Elna Høgenni og John A. Poulsen vígd í Kaldbaks kirkju. Prestur verður Heri Joensen
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað segði klikk hjá
komandi brúðar
parinum Elnu Høg
enni og John A.
Poul sen eina náttina,
bæði vóru til arbeiðis.
Nú eru tey bæði
júst blivin foreldur
fyri aðru ferð, og
í summar stendur
brúdleypið
Brúdleyp
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Tað var eitt kvøld millum
jól og nýggjár. John varð
kallaður til arbeiðis á Valla
líð, eina náttarvakt, og
starvs felagin, sum hann
skuldi arbeiða saman við,
var blivin sjúkur. John skeyt
upp, at teir ringdu til fittu
kaldsbaksgentuna,
sum
hann hevði hitt, tá tey
høvdu avloyst hvønnannan.
Sum sagt so gjørt, Elna
kom til arbeiðis, og John sá
sín møguleika at læra at
kenna hana betur.
– Eg helt hann var øgiliga
framligur, sigur Elna.
Bæði vóru tá lesandi í
Dan mark, hann til heilsu
hjálp ara og hon til heilsu
røktara. Eftir náttavaktina
saman lovaðu tey at hittast
til ein kaffimunn.
Tað vísti seg so, at tey
ikki búðu so langt frá hvørj
um øðrum í Danmark. Eftir
stuttari tíð gjørdust tey par,
og í juni árið eftir fluttu tey
til Føroya saman.
Til Føroya at búgva
John er ættaður úr Vági og
Elma úr Kalbak. Elma hev
ur búð í Danmark í nógv ár,
hon flutti longu, tá hon var
15 ár at ganga á eftirskúla.
– Eg fall øguliga væl til í
Danmark og hevði gott
hugsa mær at búð har, sigur
hon.
Men John vildi aftur til
Føroya at búgva og lokkaði
Elmu við.
John fór upprunaliga til
Dan markar at lesa til poli
tist, men eftir hálvt annað
ár gavst hann.
– Tað var ikki rættuliga
eg. Eg elski at arbeiða við
menniskjum, men ikki sum
politistur, greiðir hann frá.
Nú starvast John sum
por tørur á landssjúkrahús
in um. Hann hevur nomið
sær útbúgving sum ambu
lansaviðgerði, ið inniber at
hann hevur rætt at viðgera
sjúklingar í ambulansa n
um.
Stóra familju
Fyri fýra vikum fingu John
og Elma sítt næsta barn,
eina dóttur. Heima høvdu
tey stórabeiggja Eyðun,
hálvt annað ár.
– Vit vilja hava eina stóra
familju, nógv børn og
gjarna tøtt, siga tey bæði
rør andi einig.
– Eg eri einabarn, og tað
vildi eg ikki, at Eyðun skuldi
vera, leggur Elma aftrat.
18. apríl verður dópur
fyri dóttrini og nakrar mán
aðar seinni 10. juli stendur
brúdleypið.
Vígslan verður í Kaldbaks
kirkju og veitslan í B36
húsinum. Parið hevur boðið
um 200 fólkum í veitsluna.
Elma hevur funnið brúð
arkjólan, og frisørin er um
biðin.
Gjøgnum gang andi
lit irnir verða hvítt og gull.
– Nógv er ordnað longu,
men nú bíða vit eitt sindur
fyri at vita, hvussu tað
gong ur í kappingini um at
vinna eitt brúdleyp, sigur
Elna.