Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. mars 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 tíðindi Nr. 62 - 30. mars 2010 Føroyska tele fyri­ tøkan, Føroya Tele, ætlar sær ikki at sita hendur í favn og hyggja at, meðan risastór oljufeløg næstu árini fara at gera milliarda íløgur í hetlendskum øki eystan fyri føroyska markið Føroysk vinna og oljaútbygging Jan Müller jan@sosialurin.fo – Vit settu spónin í sum tæn astuveitari til olju vinn­ una í hesum økinum fyri hálv um øðrum ári síðani, og er úrslitið so mikið gott, at vit ætla at halda fram við at bjóða okkara vørur og tæn astur til altjóða olju ídn­ aðin. Hetta sigur stjórin í FT Net, Páll Vesturbú, sum fegn ast um, at franska risa­ fyritøkan TOTAL saman við danska DONG nú hevur gjørt av at útbyggja síni gassfelt vestan fyri Hetland. Hann er eisini spentur um ætlaninar hjá BP at útbyggja síni oljufund í økinum. Milliarda íløgur Tað var nú um dagarnar, at franska olju­ og gassfelagið Total, ein av heimsins størstu fyritøkum innan kol vetnisvinnuna, tók av ­ gerð um at byggja út tvey gassfelt vestan fyri Hetland og skamt frá føroyska mark inum. Útbyggingin fer at kosta einar 25­30 milli­ ardir krónur. Eisini tað bretska oljufelagið BP ar ­ beiðir við ítøkiligum ætlan­ um at útbyggja oljufund í nærum sama øki vestan fyri Hetlandi fyri 30 milliardir krónur ella meira. Tað var á heysti í 2008, at avtala varð gjørd millum Føroya Tele og bretska olju­ felagið BP um samstarv. Eftir drúgvar kanningar og samráðingar gjøgnum eina tíð varð avtala gjørd um, at Føroya Tele skuldi leggja eina fipurleiðing frá Shefa­ kaðalinum til tvey av fram­ leiðandi oljufeltunum vest­ an fyri Hetland. Á henda hátt kundu oljufeltini Schie­ hallion og Clair fáa eitt nógv skjótari og betri tele­ samband til lands heldur enn fylgisveinasambandið tey høvdu frammanundan. Sambandið skuldi kunna spara nógvar útreiðslur eitt nú við, at BP ikki nýttist at senda serfrøðingar so sum jarðfrøðingar, seismikkfólk oo. umborð at gera ymsar kanningar, men at teir um ­ vegis Shefa kundu fáa allar upplýsingar sendar skjótt og væl til lands. Tung men týðandi byrjan Hóast Føroya Tele eftir føroyskum viðurskiftum er stórt, so var tað ein spild ur­ nýggj verð at skula taka upp samstarv við eitt so stórt felag sum BP. Páll Vesturbú sigur, at tað at fáa samstarv og kunna selja stórum oljufeløgum so sum BP vørur og tænastur er ikki bara sum at siga tað. Felagið er so mikið stórt og arbeiðsprosessirnar so tung ar og drúgvar, at tað krevur sera gott tol og treiskni umframt fakligt arbeiði á sera høgum støði at fáa tingini upp á koyra. Men tá avtornar er eitt samstarv við eitt so stórt felag sum BP harafturfyri ein sera góð referansa at hava, tá tú skal víðari og arbeiða saman við øðrum líknandi feløgum í hesi fyri mong føroysk virki heldur ókendu vinnuni. Hetta er sum ein heilt nýggj verð, har tú fundast oftani við kanska eini 10 til 12 fólk hvørja ferð. Og har allir smálutir skulu passsa saman sum fótur í hosu í eini ómetaligari stórari skipan. Alt riggar Nú er so hálvtannað ár ging ið og hava royndirnar og úrslitið verið góð higar­ til. Tórur Jørgensen, sum starvast á trans forma tións­ deildini hjá Føroya Tele hevur júst vitjað Clair olju­ pallin og hugt at teirra in ­ stallatiónum umborð, sum allar tóktust virka eftir ætl­ an. – Hetta varð aðru ferð, at eg havi verið umborð á Clair framleiðslupallinum, og tað er ein serstøk upp­ living í sær sjálvum. Har riggaði alt, sum tað skuldi, og tá tey umborð eina løtu sløktu fyri Shefa sam band­ inum og tendraðu fyri gamla fylgisveinasam band­ inum var tað sum ein koll­ velting aftur í tíðina. So tey umborð og fólkini í landi tykjast ikki kunna vera okk­ ara samband fyriuttan, nú tey hava vant seg til tað sig­ ur ein ikki sørt nøgdur Tórur Jørgensen. Hann vísir á, at pallurin brúkar sambandið til nógvar ymiskar uppgávur. Tað verður fyrst og fremst brúkt til vanliga talusamskiftið við land, síðani verða øll Føroya Tele vil hava bita av oljumilliardum Clair framleiðslupallurin vestan fyri Hetland, har útgerð frá Føroya Tele hevur staðið sína roynd Mynd Suni Joensen Skuldu myrða Obama Ein 21 ára gamal maður í amerikanska statinum Tennes­ see hevur viðgingið, at hann hevði lagt ætlanir um at beina fyri fleiri svørtum amerikanarum, teirra millum Barack Obama. Saman við vinmanninum Paul Schlessel­ man skuldi Daniel Cowart skjóta 38 svartar amerikanarar. Hetta var í 2008, og eftir ætlanini skuldu teir eisini myrða Barack Obama, sum tá royndi at gerast amerikanskur forseti. Teir báðir menninir sleptu sínum ætlanum, og vinmaðurin greiddi løgregluni frá, hvat teir høvdu ætlað. Hann kann kortini vænta sær tíggju ára fongsul, men Daniel Cowart kann fáa 75 ára fongsul, skrivar AP. Flyta sólorku úr Afrika Frakland ætlar at leggja kaðalar tvørtur um Miðjarðarhavið, og teir skulu brúkast til at flyta sólorku úr Afrika til Fraklands. Tíðindastovan AFP, sum er fronsk, skrivar, at fronsku myndugleikarnir eru í ferð við at skipa eitt samtak av fleiri stórum fyritøkum, sum skulu átaka sær at gera kaðalkrevið, sum verður sera umfatandi. Málið við verkætlanini er at flyta 20 gigawatt av sólorku og aðrari varandi orku úr Afrika til Fraklands um tíggju ár. Haðani er selja ein fjórðing av orkuni til onnur lond í Evropa.