Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-30, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. mars 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 62 - 30. mars 2010 19 tíðindi data frá útgerð umborð send via Shefa, eisini verður tað javnan brúkt til video­ konferansur og nú skulu teir til at seta kamera á boridekkinum umframt at øll boridata verða send um vegis Shefa til støðirnar á landi. Tórur Jørgensen er annars jaliga ófarin av, hvussu nógv verður gjørt fyri trygdina umborð á olju pallum. Tað kenst væl, at tað verður so væl farið um. Shefa ein kollvelting Eisini stjórin í FT Net er fegin um gongdina, har Før oya Tele hevur fingið samstarvsfelagar innan al ­ tjóða oljuvinnuna. Avtalan við BP kom eftir, at Shefa­ kaðalin varð lagdur úr Før­ oyum og víðari til Hetland, Orknoyggjar og Skotland. Á vegnum varð so fingið samband við oljustøðini Clair og Schiehallion. Sam­ bandið hevur koyrt síðani uttan trupulleikar. – Haldi ikki eg taki munn in ov fullan, tá eg sigi, at eisini BP er væl nøgt við samstarvið higartil. Áðrenn Shefasambandið kom varð fylgisveinasamband brúkt, og tað var so nøktandi tá. Men nú teir hava fingið Shefasambandið er tað vorð ið so mikið nógv betri. Tá teir so onkuntíð av trygdarávum hava sløkt niður fyri Shefa fyri at royna tað gamla sambandið, so hevur tað víst seg, at nú er tað als ikki nøktandi. Tað var eitt rama skríggj umborð tá. Nú mugu teir hava Shefa. Talan er í slíkum føri eisini um eina langtíðar av­ talu um leigu av fipur­ leiðingi, sum gongur í 15 ár. Síðani er eisini talan um eina kapasitetsavtalu yvir 5 ár. Føroya Tele fylgir gongdini Seinastu tíðina hava vit frætt, at stórar íløgur skulu gerast í bæði olju og gass­ framleiðslu vestan fyri Het­ land komandi árini. Vit spurdu Páll Vesturbuð, hvussu Føroya Tele fyri­ reik ar seg til at kunna veita vørur og tænastur í tí sambandi. Hann sigur, at Føroya Tele roynir at fylgja væl við í tí, sum hendir bæði hjá BP og øðrum oljufeløgum og royna tey at hava samband við partarnar. –Vit hava sæð, at tað at hava fingið BP sum kunda á Shefa­ kaðalinum, hevur verið sera gott fyri okkum sum eitt ískoyti til fígging av kaðal­ inum. Vit ynskja øgiliga nógv at fáa fleiri líknandi kundar har í økinum í sambandi við, at fleiri øki fara undir framleiðslu. Alla staðni har tað ber til vilja vit royna at bjóða okkum fram sum veitarar av góðum telesambandi. Stjórin í FT Net sigur víðari, at tað innan hesa vinn una er ein góð inn tøku­ kelda at veita gott samband til oljupallar. Nógva aðra­ staðni er stór kapping um at veita hesa tænastu, og har veitarar longu hava sett seg á marknaðin er ringt at koma inn, men vestan fyri Hetland er Føroya Tele enn einsamalt, so har hava tey nakrar fyrimunir. Hørð kapping í Norðsjónum – Tað skilst, at tit hava eisini roynt at selt tykkara fipur­ loysnir í Norðsjónum, men har hava tit fingið harða kapping frá eitt nú norskum fyritøkum, sum bjóða út radiosamband, ið er bíligri enn pipursamband, tí tað kostar nógv at leggja fipur­ leiðingar. – Norðmenn hava longu samband til pallar har á leiðunum, og tá ber tað so til at koma við radio sam­ bandi víðari til teir nýggju pallarnar, sum verða bygdir aftrat tó innan fyri eitt ávíst øki, og tá er tað trupult at etablera okkum við fipur­ loysnum. Páll Vesturbú leggur tó aftrat, at teir arbeiða eisini við at kunna bjóða radio­ samband vestan fyri Het­ land til summi av teimum nýggjum støðunum og her serstakliga royndarboringar, sum verða gjørdar. Liggja framvið frá byrjan Nú Total og Dong fara undir sína stóru útbygging av gassfeltunum vestan fyri Hetland, so roynir Føroya Tele eisini at vera við í teim um heildarloysnunum, sum verða gjørdar har. Tal­ an er nevniliga ikki at brúka framleiðslupallar og ­skip, tá gassfeltini Laggan og Tormore verða útbygd. Tá verður nýggja tøknin við fult automatiskum útbúnaði á havbotninum brúkt, og tí er tað av stórum týdningi at vera við longu frá byrjan, tá heildarloysnirnar verða gjørd ar á tekniborðinum og síðani bodnar út. Tá er alt integrerað, eisini samskiftis­ parturin. Føroya Tele hevur so eisini ein dreym um at kunna veita fipurloysnir millum Aberdeen og størsta olju­ og gassterminalin í Europa, Sullom Voe, ið ligg ur í Hetlandi. Og hóast nógv er at hugs­ að um í hesum førunum, so verður eisini frá FT Net fylgt væl við, hvat hendir skamt frá markinum, har tvær stórar úbyggingar ætl­ anir eru í stoypiskeiðini, nevniliga oljukeldurnar Rose bank og Cambo. Tá hesar verða útbygdar helst við bæði útbúnaði á hav­ botninum samskipað við framleiðslu­ og goymsluskip (FPSO, red.) á staðnum, so verður eisini har stórur tørvur á góðum og skjótum samskiftissambandi. Og her vil Føroya Tele so bjóða seg fram bæði við fipur­ og radioloysnum. Brynja seg til Føroyaøkið – Og nú oljuleitingin og framleiðslan nærkast før­ oyska markinum, hava tit so eisini gjørt tykkum tank­ ar um at kunna veita tæn­ ast ur til møguligar olju­ støðir her, um so er at olja og gass verður funnið? – So skjótt tað verður ítøki ligt at seta pallar upp á føroyskum øki eisini vilja vit bjóða okkum fram at veita loysnir og sjálvandi brúka okkara royndir frá vestan fyri Shetland. Umframt at veita tænastur til oljuvinnuna til havs vest­ an fyri Hetland hevur Før­ oya Tele eisini tætt samstarv við eitt nú myndugleikarnar í Hetlandi um eina ætlan at leggja eina fipurleiðing frá staðnum, har Shefa fer í land í Hetlandi og víðari til høvuðsstaðin Lervick. Hesir fýra hjá Føroya Tele fylgja væl við gongdini vestan fyri Hetland og oljuvirkseminum í Norðrsjónum og Føroyum fyri tað. Teir kunnu fyribils gleðast um, at tað hevur gingið væl við fyrstu royndini at samstarva við altjóða oljuvinnuna. Nú leggja teir so til brots aftur. Fv. Erik E. Thomsen, Páll Vesturbú, Brian Rosendahl og Tórur Jørgensen Mynd Jan Müller Føroysk vinna við í útbygging vestan fyri Hetland »Talan um eina so mikið stóra útbygg­ ingar ætlan sum tvær av heimsins størstu olju­ fyri tøkum, TOTAL og BP fara undir vestan fyri Hetland komandi árini, at kanska áttu føroyskir veitarar av vørum og tænastum til kolvetnisvinnuna at ligið framvið at kanna møguleikarnar. Fjar­ støðan er ikki long, og fleiri føroyskir veitarar hava prógvað sítt dugnasemi, so teir hava eitt gott útgangsstøði í so máta.« Petur Joensen, stjóri í Jarðfeingi í Sosialinum í mars 2010 Ikki Turkaland Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, er framvegis ímóti, at Turkaland skal fáa limaskap í ES. Hinvegin fer hon ikki at forða fyri, at samveldið kann tingast við turkar um limaskap, men ein tilsøgn um tingingar skal ikki vera nøkur trygd fyri limaskapi. Tað segði Angela Merkel, eftir at hon hevði havt ein fund við turkiska forsætisráðharran, Recep Tayyip Erdogan, í Ankara í gjár. Fyrr hevur franski forsetin, Nicolas Sarkozy, sagt, at hann vil ikki hava Turkaland upp í ES. Sambært Merkel og Sarkozy er Turkaland ikki ein náttúrligur partur av evropeiska marknaðinum. 21 mia. til Haiti ST fer í vikuni at biðja um 21 milliardir krónur, sum skulu brúkast til at endurbyggja ein part av tí, sum fór í jarðskjálvtanum í Haiti tann 12. januar. Umbønin verður løgd fram á einum fundi í morgin, har meiri enn 100 lond eru umboðað, og sum forsetin í Haiti, Rene Preval, Ban Ki­moon, ST­aðalskrivari og amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, hava fyrireikað. Myndugleikarnir í Haiti og útlendskir serfrøðingar hava roknað seg fram til, at jarðskjálvtin gjørdi skaða fyri meiri enn 44 milliardir krónur.