týsdagur 30. mars 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 62 - 30. mars 2010
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Andlát og jarðarferðir
Elsa Krog, Esbjerg, fødd Olsen, ættað úr
Vestmanna, andaðist 26. mars, 71 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Jerne kirke mikudagin
31. mars klokkan 13.30.
Dagurin
30. mars. Kvirinus, deyður umleið ár 120. Róm
verskur hermaður, sum gjørdist kristin og varð
tikin av døgum.
Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum,
2. broytta útgáva 2008
60 ára føðingardagur
Mikudagin 7. apríl verði eg 60 ár, føðingardagsveitslan
verður hildin í Skálanum í Klaksvík, leygardagin, 10.
apríl kl. 19. Tey sum ynskja at gleða meg við at koma
í føðingardag, verða vinarliga biðin at boða frá við at
ringja ella senda sms til telefon 211988, ella við tposti
til isak@football.fo helst áðrenn 5. apríl. Heilsan Ísak
Mikladal, Klaksvík.
95 ára føðingardagur
5. apríl verður Signhild Danielsen 95 ár. Dagurin verður
hildin saman við familjuni.
Silvurbrúdleyp
Leygardagin 3. apríl hava Katrin og Ingimund Hansen
Fuglafjørður silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í
Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18 fyri innbodnum.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 17. apríl hava Helga og Jørgin Gleðisheygg
Nes, Gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdahúsi
num í Leirvík, kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Tey ið
vilja gleða okkum við at koma verða biðin um at siga frá
innan 8. apríl á tlf. 447160 ella 270876
merkisdagar
Tíðindablaðið Sosialurin skrivar 30. mars 1985 um at teir fyrstu
seks lærlingarnar, sum hava lokið nýggju útbúgvingina í rør og
blikksmíði á Tekniska skúla í Havn.
Kelda: Sosialurin 30. mars 1985
Fyri 25 árum síðan:
Teir fyrstu í nýggju
útbúgvingini
Takk
Vit vilja hervið takka øllum hjartaliga, sum
gjørdu okkum gullbrúdleypsdagin 22.11.2009
so hugnaligan og ógloymandi.
Takk fyri blómur, gávur, uppringingar og
heilsanir og takk øll tit mongu, sum komu
inn á gólvið, og ein serlig heilsan til døtur,
svigardøtur og øll tykkum, sum hjálptu so
væl til, tí uttan tykkum hevði tað ikki kunnað
latið seg gjørt. Kærastu heilsur frá okkum og
enn einaferð hjartaliga takk øll somul.
Vit ynskja eisini øllum einar gleðiligar páskir.
Kærar heilsanir
Elsipa Jóhanna og John Frederiksen,
Miðvágur
Tøkk
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi,
tá kæra kona, mamma, vermamma, omma og
langomma okkara
Erikka Jacobsen
Haraldsund
andaðist og varð jarðað.
Vit takka tykkum í Nirðistovu fyri røkt, umsorgan
og at tit vóru so góð við hana, tíðina, hon var har.
Takk tit, ið vóru so trúgv at vitja.
Takk fyri, Hanus á Gørðum, prestur, sum so
hjartaliga sýndi okkum nærveru og takk fyri tey
góðu og troystarríku orðini í kapellinum, heiminum
og í Kunoyar kirkju.
Hjartans takk, tit organistur, kirkjutænarar, berarar,
sangarar, gravarar og tit, sum bakaðu og hjálptu til
við ervinum.
Takk fyri heilsanir, samrøður, peningagávur til
Kunoyar Kirkju, blómur og kransar.
Takk, tit mongu, sum vóru í kapellinum, og tit, sum
fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað
her á fold.
Familjunnar vegna
Símin, Oddvør, Jógvan Pauli, Jákup og Andrass
Takk
Hjartaliga takki eg tykkum øllum, sum
gleddu meg á mínum 40-ára starvsdegi á
Fróðskaparsetri Føroya.
Serliga takki eg Føroyamálsdeildini fyri at
skipa fyri móttøku á deildini og tykkum, sum
komu at heilsa upp á meg har.
Fyri allar tær vøkru og góðu gávurnar og fyri
allar heilsanirnar, sum eg havi fingið,
sigi eg so stóra takk.
Mest takki eg Gudi fyri at kunna vera til
arbeiðis á einum so góðum arbeiðisplássi.
Eg ynski tykkum øllum einar gleðiligar páskir
og Guds signing framvegis.
Hanna S. Absalonsen
Teir eru f.v.:
J. Magnus
Ellendersen, Fámjin,
Atli Leitisstein,
Runavík, Heini
Lassen, Tórshavn,
Bent Tommy
Linklett, Klaksvík,
Thorleif Johannesen,
Nes, og Sigurd Jón
Jacobsen,
Fuglafjørður