týsdagur 30. mars 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 62 - 30. mars 2010
21
Týsdagin 23. mars lat ein nýggjur handil upp í
Havn. Talan er um hvítvøruhandilin Platforma,
sum argjamaðurin Per Mortensen eigur og rekur.
Per Mortensen sigur, at hann satsar serliga upp
á merkini Siemens og Bosch, sum eru kend týsk
kvalitetsmerkir. Annars selur hann eisini
Gorenje, Bauknekt, AEG og Samsung. Har er alt
at fáa innan hvítvørur sum t.d. frystiboksir, køli
skáp, vaskimaskinur og uppvaskimaskinur.
Umframt hvítvørurnar selur hann eisini Nilfisk
dustsúgvarar.
Per Mortensen hevur mong ár á baki sum sjálv
støðugur handilsmaður. Hann rak handilin
Damor á Argjum til fyri trimum og einum
hálvum ári síðan, tá hann seldi alt sítt virksemi
til 360 á Hjalla.
Per sigur, at Platforma hevur góð parkerings
viðurskifi, og handilin er lættur at finna. Tað er
bert at koyra oman móti Skipasmiðjuni, so er tað
fyrsti vegur til høgru. Adressan er Rundingur 20.
Handilin er í sama bygningi sum Bátatænastan
og málingahandilin SRI.
Handilin Platforma tel. 315415 er opin
gerandisdagar frá kl 1217.
-red
Nýggjur hvítvøruhandil
Per Mortensen framman fyri nýggja hvítvøruhandilin Platforma á Rundingi
Mynd: Jens Kristian Vang
Týsdagin 30. mars 2010
eru tað 75 ár síðani Tage
Buus Sørensen var føddur í
Linde sókn í Jyllandi, men
flutti bert ein mánað gamal
saman við foreldunum til
Enslev, umleið 20 km
norðan fyri Randers.
Tage var elstur av fýra
systkjum sum eru Carsten,
Bodil og Per. Carsten doyði
í desember 2007, og hini
systkini búgva í Danmark.
Foreldrini vóru Emmy og
Jens Buus Sørensen.
Tage vaks upp á einum
bóndagarði sum var uml.
2025 tunnir land. Har var
nógv at gera, so Tage
arbeiddi nógv frá ungum
árum av, tað var ógvuliga
strævið og hart mangan.
Tage var ein dugnaligur
og evnaríkur drongur. Hann
fór í læru í Gjerlev sum
træsmiðjur og helt fram í
Havnedal, tað tók umleið
fýra ár, og honum dámdi
sera væl. Hann søkti ar
beiði, og tað var í Føroyum,
men hann visti næstan einki
um Føroyar og visti heldur
ikki hvar tað lá. Helt at tað
mundi vera onkunstaðni
við Hebridurnar.
Í Føroyum skuldu teir
byggja Føroya Banka. Hann
fekk arbeiðið, pakkaði ein
klædnasekk og eitt kuffert
og reisti so til Føroyar við
Tjaldrinum. Tað var ringt
veður, tríggir aðrir dreingir
vóru eisini við, Tage og
tann eini fingu ikki sjóverk,
men hinir báðir høvdu sjó
verk. Tað var spennadi hjá
teimum at royna nakað nýtt.
Tá ið Tage sá oyggjarnar
nærkast, helt hann, at her
kundu ikki nøkur menniskju
búleikast á hesum klettum.
Teir sigldu um páskirnar
í 1957, og Tjaldri legði at
kai í Havn. Og sanniliga
vóru tað nøkur hús at síggja
og menniskjur, sum sóu út
til at vera vanlig fólk. Tage
fór til arbeiðis við Føroya
Banka og slapp at búgva á
Sjómansheiminum. Jú tað
gekk gott, hann arbeiddi so
nógv, sum hann slapp til,
men tann føroyski maturin,
tað var ikki nakað serligt.
Tá umleið 3 vikur vóru
farnar, ætlaði hann sær at
reisa til Danmarkar aftur,
men gjørdi tað ikki álíkavæl.
Hann
arbeiddi
alt
tað
summarið, og fór so niður
aftur á skúla í Danmark, tí
hann vildi útbúgva seg
víðari til byggimeistara.
Eftir lokna útbúgving
giftist hann við eini vakrari
havnargentu,
sum
hann
hevði funnið sær, hon æt
Sigga, dóttir Heina hjá Karl
F og Sannu, tey høvdu
handil í Steinatún. Tey áttu
3 børn: Sigga, Margit og
Karl.
Tage og Sigga fingu 5
børn: Súsanna, Jens, Heini
og tvíburðarnar Anniku og
Beintu. Tage eigur eisini 15
abbabørn og 2 langabbabørn.
Tey blivu inngift hjá Heina
og Sannu, men bygdu sær
hús í Kardamummubýnum,
Skákið 6. Tage var sjálvur
við til at byggja Karda
mummubýin, ein sera flott
ur og snotiligur býlingur.
Tage var við til at byggja
fleiri stórbyggjarí so sum
Útvarpshúsið,
Norður
landahúsið og skúlan á
Trøðni og ymiskt annað.
Hann kom at arbeiða saman
við Danberg, og kom seinni
at vera ein partur av parta
felagnum Danberg & Sør
ensen. Tað gekk gott, teir
høvdu nógv at gera altíð.
Tage hevur verði sera
arbeiðssamur og dugnaligur
maður. Hann hevur havt so
ógvuliga gott skil á tí, sum
hann hevur tikist við. Hann
misti konu sína í mai 2005.
Tar tað ógvuliga hart fyri
hann og ætlaði hann sær tá
at flyta til Danmarkar, men
tað gjørdi hann ikki. Hann
fór heldur at royna at gera
sær ein íbúð í kjallaranum,
sum hann kundi leiga út, so
var tað ikki so einsligt. Og
har kom ein kona at leiga
frá honum og skuldi hjálpa
honum
við
at
vaska
onkuntíð, tað var Rannvá
Samuelsen úr Søldarfirði,
og sum tíðin leið blivu tey
góð hvørt við annað, og
valdu at gifta seg, og tað
gjørdi tey 20. juni 2008.
Nakað eftir seldi hann
húsið í Kardamummubýn
um og flutti til Søldarfirðar
í tað lítla húsið saman við
seinni konu síni. Har búgva
tey nú og byggja húsið út,
so tað kann vera pláss fyri
báðum familjunum. Tage er
ein drívmegi av rang.
Tage Buus Sørensen 75 ár
nøvn