Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-30, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. mars 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 30. mars 2010 Klaksvíkar Badmintonfelag spílar seg út og hevur havt stóra framgongd síðstu tvey árini Hóast felagið ikki er stórt, megnaði tað kortini at byggja Bad min ton­ høllina í Klaksvík, sum í dag er karm­ ur um bæði badminton og nógvan annan ítrótt. Haraftrat hevur felagið í aðrar mátar ment seg, so tað hevur bæði kappingarnevnd, venjarar og eina rúgvu av virknum limum. Bara síðstu tvey árini er felagið vaksið úr 35 upp í 100 limir. Ásannandi, at tað hevur nógv at siga, at foreldur og børn eru saman um ítróttin, skipaði Klaksvíkar Bad­ min tonfelag leygardagin fyri familju degi í høllini, har børn og vaks in hugnaðu sær við badminton, spøl um og øðrum. Tá føroyameistarakappingarnar vóru hjá teimum yngru, vann felagið seks heiðursmerki, harav trý vóru gull: Óli Poulsen (U9), Femja M. Jacob sen (U11) og Heðin Poulsen (U15). Enn eru liðkappingarnar ikki lid n­ ar, og Klaksvíkar Badmintonfelag hev ur vónir um at vinna onkur heiðurs merki aftrat. hil Tvær av fjórðings final u­ num í Champions League­ kapp ingini verða spældar í kvøld. Onnur er millum Bayern München og hin er ein reinur franskur dystur mill um Lyon og Bordeaux Mong munnu minnast, tá Man­ chest er United í Champions League­ finalu ni fyri 11 árum síðani vann á Bayern München við tveim­ um málum í evstu løtu. Nú hittast tey bæði stórfeløgini aftur, men hesa ferð í fjórðingsfinaluni í somu kapp ing. Ein stórur spurningur hevur verið, um stóra stjørnan hjá United, Wayne Rooney, fór at verða klárur til dystin í kvøld, men hann er so við ferða lag­ num. Somuleiðis er Rio Ferdinand, ið eisini hevur verið ivasamaur, við á ferð ini. Bayern München, sum óivað vil hev na tapið frá 1999, hevur helst Arjen Robben og Franck Ribery sum sínar størstu stjørnur. Ribery hevur ver ið nógv skaddur síðsta árið, men tyk ist vera komin fyri seg og byrjar helst í kvøld. Meira ivasamur er Robben, ið møguliga ikki verður við. Hin fjórðingsfinalan í kvøld er ein rein fronsk uppgerð millum Lyon og Bordeaux. Lyon sendi Real Madrid úr kappingini og er favorittur at vin­ na dystin í kvøld. Lyon spardi fleiri av sínum bestu spælarum um viku­ skiftið, men teir eru væntandi við í kvøld. Bordeaux tapti aðra av frons­ ku steypafinalunum um vikuskiftið, men er oddalið í Fraklandi, so her kann helst alt henda. Steypafinalan ikki á ólavsøku Samráðingar hava verið millum Tórshavnar kommunu og Fótbóltssambandið um finaluna í kappingini um Løgmanssteypið, sum ætlanin var at spæla á ovara vølli í Gundadali, men ikki er eydnast at finna eina semju, so tí er greitt, at steypafinalan í ár ikki verður spæld á ólavsøku. Í staðin er finalan flutt til sunnudagin 1. august, og tað hevur eisini við sær broytingar í Vodafonedeildini, tí har verður 16. umfar framskundað til 27. juli, umframt at onkur broyting eisini er í 20. umfari. Somuleiðis er møguligt, at onkrar broytingar verða í 1. deild hjá monnum, um so er, at nakað av liðunum í næstbestu deildini spælir seg í hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið, tí har er seinna hálvfinalan flutt til 8. juni. hil Trý umboð fyri Fót bólts­ sam bandið hava ver ið á aðalfundi hjá europeisku fót bólts sam gonguni, UEFA Aðalfundurin var í Tel Aviv í Ísrael, og fyri Fót bólts sam bandið vóru Christian Andrea sen, FSF­forseti, Niclas Davidsen, starvs­ nevndarlimur, og Virgar Hvid bro, aðalskrivari, møttir á fundi num. Har var høvi at hitta ymisk um boð fyri UEFA, FIFA og Ken taro, sum er fyritøkan, ið hevur sáttmála við Fótbóltssambandið um sjónvarpsrættindi. Eitt nú var fundur hildin við umboð fyri FIFA um øktar fígg ing ar møgu leikar til Fótbóltssambandið. Eisini fekk nýggi forsetin í Fót­ bólts sambandinum, Christian Andreasen, hitt forsetan í UEFA, Michel Platini, sum bjóðaði Fót­ bólts sambandinum á fund í UEFA tann 6. mai. Á tann fundin fara forsetin og aðalskrivarin. hil Fjórðings­ final ur í kvøld einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Børn og vaksin hugnaðu sær í Badmintonhøllini leygardagin Mynd: Dávur Winther Badminton í Klaksvík Christian hitti Platini Christian Andreasen, FSF-forseti, saman við Michel Platini, UEFA-forseta Wayne Roo- ney og Rio Ferdinand hava verið ivasamir, men eru helst báðir við í kvøld kortini