Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-30, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. mars 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 30. mars 2010 – Nr. 62 Leygardagin hevði fimleika felag­ ið Ljósið sín árliga fram sýn ing a r­ dag, ið fevndi um tvær fram sýn­ ing ar í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Tey yngru byrjaðu klokkan 14 og tey eldru klokkan 18. Limatalið hjá Ljósinum er í vøkstri, og tí er neyðugt hjá Ljósi­ num at hava tvær framsýningar. Fleiri hundrað íðkandi hava verið í gongd í vetur, og felagið hev ur einar hálvthundrað leiðar­ ar at taka sær av mongu fim­ leikar u num. Á hesum báðum síðum sæst eitt úrval av myndum, sum mynda mað ur okkara, Álvur Harald sen, tók í ítróttarhøllini á Hálsi leygardagin. hil Ljósið sýndi fram UEFA kann missa EM UEFA hóttir nú Ukraina við, at landið kann missa møguleikan fyri at hýsa EM­endaspælinum í fótbólti í 2012, tí fyrireikingarnar eru langt aftan fyri løgdu ætlanirnar. Serliga er tað byggingin av einum stórstadion í Kiev, ið dregur út, og tað hevur fingið UEFA­forsetan, Michel Platini, at herða treytirnar, samstundis sum hann viðgongur, at UEFA hevur eina ætlan­B, um Ukraina ikki klárar tingini til tíðina. Sensatiónir í Miami Fleiri av fremstu spælarunum í WTA­ tenniskappingini í Miami í hesum døgum standa fyri falli. Svetlana Kuznetsova, sum var styrkimett, sum nummar eitt, fór út í fjórða umfari, og somuleiðis Victoria Azarenka, sum var styrkimett sum nummar fýra. Venus Williams yvirlivdi akkurát, tí hon mátti út í trý sett, áðrenn hon kom víðari.