týsdagur 30. mars 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 30. mars 2010 – Nr. 62 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25
á Hálsi
Reyð tøl á botnlinju
Altjóða sambandið fyri frælsan ítrótt, IAAF, stríðist
fyri at fáa endarnar at røkka saman, men tað
gongur ikki so væl. Nú finnast fleiri at
felagsskapinum, tí ov long tíð er gingin, áðrenn
nakar hevur traðkað á bremsuna. Teirra millum er
formaðurin í norska sambandinum fyri frælsan
ítrótt, Svein Arne Hansen: – Tað bendir ikki á góða
fíggjarrøkt, at einki hendir fyrr enn nú, sigur hann.
Tevez í evstu løtu
Manchester City vann í gjárkvøldið í Premier League
í evstu løtu á Wigan í einum dysti, sum annars sá út
til at skula enda málleysur. Ikki fyrr enn Wigan 18
minuttir fyri tíð fekk ein mann útvístan, vaknaði City
og endaði við at vinna 3-0. Tað var Carlos Tevez, ið
skjeyt øll trý málini, ið komu eftir bara 13 minuttum.