Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mars 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 63 - 31. mars 2010 Nú tað so smátt fer at vára, verður eitt torg gjørt niðanvert Áarstovu, so fólk kunnu sita uttan fyri og hugna sær MATSTOVA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað gerst alt meiri vanligt, at matstøð og skeinkistøð skapa møguleikar hjá við­ skiftafólki sínum at roykja ein vindil, uttan neyðtur­ viliga at standa úti í regni og kulda, og eftir hondini hava flestu slík støð hesa tænastu. Nýggjasta skotið innan matstovuvirksemi, Áar­ stova, fer nú eisini at bjóða sínum kundum at sita uttan dura og hugna sær. Gerast skal eitt torg niðanvert Áarstovu, og fyrireiking­ arnar eru so smátt farnar í gongd. Matstovan er ein partur av einum samlaðum kon­ septi, ið eisini umfatar Café Natúr, og tað er eigarin av pubbini, ið eisini rekur Áarstovu. ­ Fyri einum árið síðani var fari í holt við fyri­ reikingarnar at fríðka um Hotel Djurhuus og Fúta­ stovu. Ætlanin var at bindað ognirnar saman soleiðis, at man fekk eina heild á konga­ brúnni við matstovu torgið og søguni, sigur Petur Jacobsen, eigari. Øll loyvi eru nú greið, og í vikuni varð so arbeiðið byrjað at gera sonevnda Fútatorgið. ­ Í dag eru vit so komin næstan á mál við ætlanini. Matstovan Áarstova er latin upp, torgið er væl áleiðis og sigast má at Kongabrúgvin hevur fingið eina uppfrískan soleiðis, at ferðandi koma at trívast og ferðast meira í økinum. Serliga verður hettar eitt fantastiskt mót­ tøkuportur inn í Tórshavn fyri okkara ferðafólk, sum koma við ferðamanna­ skipunum, sigur Petur Háberg Jacobsen. Hugni í Havn Í 2006 kom eitt uppskot frá Bárði í Baianstovu og A3 arkitektar yvir kongabrúnna. Hettar var slóðbrótandi og væl úr hondum greitt, men uppskotið vann ikki frama. Sigast kann, at komandi torgið, sum stendur liðugt nú til summar frammanfyri Fútastovu og kallast Fúta­ torg, kundi verið ein byrjan til ta ætlan, sum Bárður í Baianstovu og A3 arkitektar løgdu fram í 2006, sigur Petur Jacobsen. Sum nevnt varð skjøtil settur á Fútatorgið í vikuni. Við Café Natúr, mat­ stovuni Áarstova og torg­ inum Fútatorg vóna vit, at Kongabrúgvin kemur at skapað ein góðan »Hugna Heima í Havn« fyri børn okkara, vaksin, ung sum gomul og okkara ferðafólki, sigur Petur Háberg Jacobsen. Fútatorgið skal hugna um Kongabrúnna Fyrstu maskinurnar eru komnar á økið, og skjótt skal hugnin breiða seg um økið við Kongabrúnna Jarðskjálvtar í Grønlandi Teir seinastu dagarnar hava fleiri veikir jarðskjálvtar verið við býin Tasiilaq í Eysturgrønland, har umleið 1.800 fólk búgva. Grønlendska kringvarpið skrivar, at fólk í Tasiilaq hava ilt við at venja seg við skjálvtarnar, og at fleiri teirra eru bangin. Jarðfrøðingurin Peter Voss sigur við KNR, at jarðskjálvtarnir við Tasiilaq hava verið veikir, og at tann harðadti var 3,0 á Richterstiganum. Til samanberingar nevnir hann, at jarðskjálvtin í Haiti í januar var 7,9 á Richterstiganum. Danir koyra skjótari Danskir bilførarar hava ilt við at halda seg niðan fyri hámarksferðina. Hagtøl hjá løgregluni vísa, at 218.000 bilførarar komu í ferðfellurnar hjá løgregluni í fjør, og tað var smá átta prosent meiri enn í 2008. Løgreglan dylur ikki fyri, at teir sjálvvirkandi ferðmátarnir hava verið viðvirkandi til tað stóra talið. Men tað er ikki bara ferðin, sum ger, at danskir bilførarar enda í svørtubók. Rúsdrekkakoyring er ein frágreiðing, og so hava mong ilt við at lata fartelefonina liggja, tá tey koyra bil. Samanlagt vórðu 460.000 danir skuldsettir fyri at hava brotið ferðslulógina í fjør. Soleiðis ætla eigararnir, at Fútatorgið skal taka seg út