mikudagur 31. mars 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 63 · 31. mars 2010
2
VIKUSKIFTI
páska
Kongaligar garnlýsingar
Tenninar
eru privatar
– oyruni
almenn
Redaktørar: Inna Törnroos og Eydna Skaale
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Páskaeingil úr glasi
4 PErSónSSøga: Lívið afTaná STord
7 TIPS: páSKaguLT
8 90 SEkund: Sigrið raSmuSSen
9 10 TIng um einSTein
10 páSKapenT
12 TIl arbEIðIS: peTurbjørg pouLSen við páSKareggunum
13 umafTurafTurumafTur: Høgni djurHuuS
14 HuglEIðIng: Kann føSTan fáa endurreiSn?
16 Samrøða: KirKjan gevur mær benSin á Tangan
18 gEra STórfIlm um Kon TiKi
19 HEIlSuSíðan: Tá børnini eru ov feiT
20 lISTamaðurIn: HeiðriK Hin óvanLigi
22 HuglEIðIng: páSKaminnir úr London
24 aPríl, aPríl: minniLigar apríLSøgur
26 SPyrST So lIvST: rigmor Svarar
27 mín bESTa uPPSkrIfT: marengS HøSnarungar
31 Tað HEndIr: KonSerTir, Sendingar, TiLTøK oSv
32 vIkumyndIn: beSTa myndin í viKuni
Nú ein dagin var eg sum so ofta hjá tann
lækna. Alt gott um tað, eg fekk góða hjálp og
rindaði ta sámiligu rokningina. Tó helt eg tað
vera løgið, at Heilsutrygd ikki letur nakran
stuðul til doyvingina. Tað tulki eg sum, at tað
er luksus ikki at vilja pínast.
Á veg heim aftur komi eg at hugsa um,
hví vit skulu gjalda fyri summar heilsu tæn
astur og ikki aðrar. Her síggja vit burtur frá,
at Heilsutrygd rindar ein part av rokn ing
unum.
Tað veldst um, hvør kropsluturin er.
Mannamunur verður gjørdur á teimum
ymisku kropslutunum.
Lat okkum byrja úr erva.
Eyguni: Vit fáa ávísing til at fara til
eygna lækna og gjalda ikki, men skulu vit
hava brillur ella linsur, gjalda vit.
Oyruni: Ávísing til oyrnalækna er
ókeypis, men hoyritólið gjalda vit fyri.
Nøs og hálsur: Kanningar og viðgerð
fara fram á sjúkrahúsinum, og tað rindar tað
almenna.
Er okkurt galið innvortis, í hjarta, lung
um, nýrum, livur, maga o.s.v., eru hetta upp
gávur, sum tað almenna fult út tekur sær av.
Summi, ið eta seg um rygg, fáa viðgerðina
goldna av ti almenna.
Tey, sum drekka seg út av nálini, fáa alla
hjálp goldna av tí almenna.
Royking er privat.
Um vit bróta bein ella armar, fáa vit við
gerð á sjúkrahúsi, og tað almenna rindar.
Men tá ið vit so koma til okkurt slit av
arbeiði og hava tørv á hjálp frá fysioterapeuti
ella kiropraktori, eiga vit rokningina.
Hvar er logikkurin?
INNIHALD
gaRnlýsingaR
Inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
Hvørki Sissal ella fyritøkan, hon lýsur
fyri, Sirri, vilja verða við, at tað var
nakar tanki aftanfyri, at hon líkist so
nógv donsku krúnprinsessuni á lýs
ingar talvunum.
– Eg varð nógv steðgað fyrr, bæði
í Føroyum og í Danmark, og fólk
hildu, at eg var prinsessan. Men nú er
tað ikki líka nógv longur, sigur Sissal
Carlsdóttir á Lag.
Hon hevur verið modell fleiri ferðir
áður, fyri millum annað SMS og blaðið
Kvinnu.
– Eg helt at hesar myndirnar skulu
vera smáar lýsingar í bløðum, so eg varð
rættuliga skelkað, tá eg sá stórtalvurnar
við mær sjálvari á, sigur Sissal.
Fotografurin Sunrid í Gongd hevur
tikið myndirnar.
Óluva á Lofti, eigari av Sirri, er sera
nøgd við lýsingarnar.
– Vit valdu Sissal, tí hon er ein vøk
ur føroysk kvinna, ið sær natúrlig og
norðurlendsk út, sigur hon.
At Sissal var lík prinsessuni Mary
var einki sum Óluva legði nakran
dent á.
– Vit eru sera nøgd við myndirnar
og hava bara fingið positivar reaktiónir
uppá tær.
Kann tað veruliga vera MAry Krúnprinsessa, sum er á
einum LýsINgArskeLTI? soleiðis hava óivað nógv hugsað,
sum hava Koyrt framvið stóru LýsINguNuM í miðbýnum
í havn. sIssAL CArLsDóTTIr á LAg er mangan steðgað
av fólKi, ið hava hildið hana verið prINsessuNA
klumman
Randi
Jacobsen