leygardagur 5. januar 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 3 - 5. januar 2002
Nr. 3 - 5. januar 2002
19
Sjey føroyingar hildu
jól í Royal Chitwan
National parkini i
Nepal
NEPAL
Nina Brockie
Fyri ein og hvønn eru jólini
nakað heilt serligt. Men
fyri Tommy Petersen, Maju
Larsen og døtrar teirra, Liv
og Gyðju á Argjahøvda og
vinfolk teirra Irdi Nesham-
ar, Ninu Brockie og útiset-
arnar, Jan á Argjaboða og
Torgunn Kragesten, skuldu
hesi
jólini
verða
eini
ógloymandi. Tey høvdu av-
gjørt at halda jól á ein heilt
óvanligan hátt. Nevnliga i
frumskóginum, ið nevnist
Royal Chitwan National
Park. Familjan Petersen
hevur búð i nærum hálv-
triðja ár í Nepal, meðan Jan
og
Torgunn
fluttu
til
Kathmandu fyri mánaðum
sídani. Og hóast frumskóg-
urin ikki er so langt heiman
í frá, er ein slík útferð ikki
gerðandiskostur.
Eitt sindur um Royal
Chitwan National
Parkina
Umleið 120 km úr Kath-
mandu liggur ein hin kend-
asta tjóðarparkin i Nepal.
Chitwan liggur sunnan fyri
býin, Narayngadh, og hevur
eitt tað ríkasta djóralívið í
allari Asiu. Áirnar, Rapti og
Narayani, liggja sum mark
á norðara endanum av
parkini.
Til og við 1950 var loyvt
at veiða øll djór í parkini og
serliga var tað kongurin í
Nepal, ið tók vinir sínar út
hagar til at skjóta tikarar,
nashyrningar
og
mong
onnur djór.
Síðani varð roynt at
vinna á malariu í fimmti og
sekstiárunum, og mørkini
vórðu opnað fyri indarum
og ættum úr fjøllunum
norðanfyri.
Samstundis
vórðu djórini noydd at
flýggja til útjaðaran av
plantasjuni. Í 1963 bleiv so
eitt øki friðað, og í 1973
bleiv frumskógurin at enda
gjørdur til eina tjóðarpark
fyri soleiðis at bjarga teim-
um seinastu tikarum og
nashyrningum í Nepal.
Menniskjuni, ið høvdu sett
búgv har, fingu hvør sín lut
av jørðini uttan fyri plant-
asjuna.
Parkin er uml. 932 km2.
Størsti parturin er skógur,
og ein partur liggur i Churi
fjøllunum, sum í støðum
kemur upp í 800 metra
hædd. Men har sum før-
oysku familjurnar skuldu
halda til var í láglendinum.
Ferðin til Chitwan
Tíðliga lítla jólaaftan varð
lagt avstað. Fyri at koma til
frumskógin varð fyrst og
fremst neyðugt at koma út
úr krókuta Kathmandudal-
inum. Og tað var ikki bara
at siga tað, tí at ferðslan er
mikil, og ein varð heppin at
hitta folk, ið dugdi at halda
ferðslulógina í Nepal. So
torført kundi tað tykast at
koma fram. Men eftir at
hava koyrt í nakrar tímar
avgjørdu vit at steðga og
siggja Devghat, har ið bil-
førarin hjá Tommy var bliv-
in
fráhaldsmadur.
Dev
merkir »Gud« og ghat
merkir »har ið áirnar møt-
ast«. Hetta er ein heilagur
staður, har ið nógvir nepal-
esar koma til at liva sinar
seinastu dagar. Fólkini vóru
sera blíð og tóku væl ímóti
ferðafolki. Nógv bleiv gjørt
burtur úr, og øll fingu
»Tika« (bletturin á pann-
uni) frá einum guru, ið sat
við templi. Sjalvandi vant-
aði hann at faa eitt oyra
afturfyri. Síðani helt ferðin
áfram.
Móttikin av einum
majori
Tá ið vit vóru komin so
langt, ið til bar við egnum
bili, vóru fólk frá Tiger
Tops og tóku ímóti okkum.
Sjálvur hægsti maðurin,
Majorurin, tók væl ímóti
fólki og bjóðaði okkum upp
í stóru jeeparnar, sum
skuldu føra okkum víðari
inn í frumskógin har vit
skuldu gista. So skjótt vit
settu fotin i jeepin, fekk ein
ferðil av, at nu var safarian
byrjað, og spent vóru vit
øll.
Langt inn i skógin
Tað kendist sum ævir áðr-
enn vit komu inn har, ið vit
skuldu gista. Og tann sjon,
ið møtti okkum, tá ið vit
komu innar i skógin. Tað
var sum drigið úr søguni
um Tarzan. Trøini á leiðini
og fuglar í alskins litum, í
teimum, ja eitt satt ævintyr.
Væl bleiv tikið imóti fólki.
Men vit fingu ikki meiri
enn høvi at skifta klæðir, so
skuldu vit uppliva okkara
fyrstu safari á fílabaki.
Hendan ferðin var tveir
tímar long og spennandi, so
troytt, svong og eym í end-
anum komu vit heilskapað
heimaftur. Dagurin hevði
verið langur, og fólk vildu
bara i kulluna.
Endiliga jólaaftan
Sum smábørn høvdu vit
glett okkum til henda dag.
Vit skuldu byrja við einum
ríðitúri á fílunum. Sjálv-
andi ynsktu vit okkum í
jólagávu at sleppa at síggja
ein tikara. Okkum varð
sagt, at ein var heppin um
tað tókst. Ein blaðmaður, ið
skrivaði greinar um tikarar,
hevdi búð tríggjar vikur hjá
Tiger Tops bert fyri at
síggja ein tikara, og ikki
hevði tað eydnast honum.
Mundi tað fara at eydnast
okkum? Tað hevdi verið
TANN besta jólagavan.
Men nei, vit sóu alt annað.
Apur, nashyrningar, dádyr,
ørnir og krokodillur, men
ongan tikara.
Um kvøldið hildu vit jól.
Tað skuldi verða so nær tí
vit kendu heimani í fra. Við
rís á la mande, jólaevangli-
ið og fyri Gyðju, dansin um
jólatræið. Vit høvdu eitt lít-
ið seymað jólatræ við út.
Vit skuldu sita á kamarin-
um og halda jól. Træið stóð
so fitt á borðinum og undir
tí allar jólagávurnar. Eftir
at hava etið, dansað og
pakkað upp var bert eitt at
gera – fyrireika seg til
fyrsta jóladag i frumskóg-
inum.
Ovanliga heppin
So kom tann dagurin, vit
gingu og droymdu um. Vit
sáu nakað heldur ovanligt.
Vit høvdu verið tann van-
liga
filabaks-turin,
og
seinnapartin skuldu vit so á
ein sokallaðan »jeepsafari-
túr«. Hetta var í einum opn-
um jeepi, so vit sótu har øll
so væl ballað í ullint pash-
mina teppi. Tað sýntist,
sum um vit koyrdu og
koyrdu og einki sóu, men
so burtur úr ongum kom
ein bjørn. Ferðaleiðarin
segði, at hetta var tann
fyrsta, hann hevði sæð í ár.
So vit vóru glað og ikki
longur kedd um, at vit
ongan tikara høvdu sæð.
Men, men á leiðini heim
hittu vit hana. Tað var ein
stór tikarahon, ið kom fram
úr trøunum og gekk beint
ímóti okkum. Øll voru púra
frá sær sjalvum av spenn-
ingi, men samstundis vóru
vit noydd at binda frið fyri
ikki at styggja hana burtur.
Hon gekk pura rólig
beint ímóti okkum. Hugdi
upp á okkum, tevjaði upp í
luftina, sum um hon visti,
at har var okkurt, ið hon
kundi fáa sær til matna. Tá
ið hon var uml. tríggjar
metrar frá okkum, meinti
ferðaleiðarin, at hon var alt
ov nær, so vit startaðu bilin,
so tikarin brávendi út í trø-
ini.
Tá hildu vit, at vit høvdu
sæð tað seinasta av henni.
Vit koyrdu bilin fram, og
vit voru ikki meiri enn
beint steðgað, tá hon kom
undan aftur aftan fyri bilin
og gekk víðari, sum um
einki var hent.
Tevjaði, vendi sær á og
hugdi at okkum og gekk
líkasæl víðari. Ferðaleiðar-
in segði okkum, at ofta
gingu tikararnir á vegnum,
tí at tað var lættari enn at
ganga í manshøga fílagras-
inum.
Nú kundu vit venda nøs-
ini móti Kathmandu aftur.
Vit høvdu fingið okkara
jólagavuynski.
Jól i frumskóginum:
Ynkstu okkum at síggja ein tikara…
C
M
Y
K
19
18
Viðmerkingar til
Jákup Petersen,
yvirlækna í greinini
hósdagin 3. januar
2002 undir heitinum
neyðtøka av
Landssjúkrahúsinum
Sjúkrahúsleiðslan
Jóanis Erik Køtlum
Marin Vang
Anne Grethe Mikkelsen
Sjúkrahúsleiðslan vil fyri
tað fyrsta siga at vit fyri ein
stóran part eru samd við tí,
sum stendur í greinini og tí
eisini halda at hon er við til
at seta málið viðvíkjandi
B6 í rætta perspektiv. Tó
hava vit mett tað neyðugt at
koma við nøkrum viðmerk-
ingum og svarum til ein-
støk punkt í greinini, eisini
fyri at nýta høvi til at greiða
frá okkara sjónarmiðum í
hesum máli, sum hevur
fingið drúgva viðgerð í
fjølmiðlunum.
Semjan
Orsøkin til at sjúkrahús-
leiðslan avgjørdi, at gera
eina semju við sjúkrasystr-
arnar á B6, var einans fyri
at deildin kundi lata uppaft-
ur 7. januar við kvalifiser-
aðum starvsfólki, soleiðis
at borgarnir kundu fáa tað
heilsutænastu, hann hevur
krav uppá.
Alternativið
var,
at
standa fast, við tí í væntu,
at Landssjúkrahúsið kom at
mangla
seingjapláss
7.
januar 2002 og við møgu-
leika fyri, at ósemjan kundi
spreiða seg til aðrar deildir
sum óivað vildu blivið
meira tyngdar av arbeiði.
Semjan er soljóðandi:
Til
Sjúkrasystrafelag Føroya
Vísandi til semingsroynd-
ina ímillum Sjúkrasystra-
felag Føroya og leiðsluna á
Landssjúkrahúsinum 28.
desember
2001
hevur
leiðslan á Landssjúkrahús-
inum avgjørt, at ganga við
til fylgjandi krøv frá sjúkra-
systrunum á B6, soleiðis at
deildin kann lata uppaftur,
sum ætlað, 7. Januar 2002.:
1.At leggja pening afturat
lønarjáttanini, svarandi
til 1,8 sjúkrassystir, tíðar-
avmarkað til 6 mánaðir, í
samband við umstruktur-
eringar á medisinska
deplinum.
2.Tær 18 sjúkrasystrarnar
hava
møguleika
fyri
skrivliga, at taka upp-
søgnirnar aftur inna 31.
desember 2001 kl. 16.00,
og kunnu halda áfram í
starvinum við óbroyttum
setunarviðurskiftum.
Skrivini skulu avleverast
í postkassan hjá Al-
manna- og Heilsumála-
stýrinum.
3.Sjúkrahúsleiðslan
ger,
saman við medisinsku
depilsleiðsluni,
eina
stutttíðarætlan yvir út-
skifting av hjálpiamboð-
um.
sjúkrahúsleiðslan
Kollektiva uppsøgnin
Leiðslan kundi valgt at
roynt málið víðvíkjandi
uppsøgnunum í rættinum, tí
at talan møguliga er um eitt
kollektivt kampstig, sum er
ólógligt. Hetta var ikki
gjørt m.a. tí hetta krevur
drúgva prógvførslu og tí at
skotbráið, at fáa deildina
mannaða aftur var stutt.
Framhald á síðu 26
Ósemjan skuldi ikki breiða seg