leygardagur 5. januar 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 3 - 5. januar 2002
Nr. 3 - 5. januar 2002
17
C
M
Y
K
Orð og myndir: Tór Verland
Johansen
Eg visti, at hann var dugnaligur at
spæla uppá guitar. Sera dugna-
ligur. Á fleiri av teim bestu før-
oysku fløgunum á mínari hyll -
eitt nú »Terji & Føstufressar«,
»Eyðun Nolsøe«, »Holger Lau-
mann & Plúmm«, »Green Gate«
og »Frændur« - ber til at hoyra,
hvussu tónarnir frá hansara
guitara geva løgunum eyka íblást-
ur. Og tónleikarar, hann hevur
arbeitt saman við, gera ikki óv
lítið av, tá teir í orðum royna at
lýsa hansara tónleikaliga dugna-
skap. Við einum livandi andlits-
bráð verður greitt frá uppliving-
um samman við honum, og
meðan málberingar sum »hann er
heilt einastandandi«, »hann kann
gera alt á einum guitara« og
»hann er eitt unikum« eru tær
mest vanligu, verður tú meira og
meira sannførdur um, at um tað
utopiska heitið »Føroya-besti-
ravnmagnsguitarist-nakrantíð«
hevði verið til, kundi eingin
skúgva hann til viks.
Tískil var eg ikki í iva, hvar eg
skuldi verða staddur, tá eg frætti,
at hann á Listastevnuni skuldi
spæla saman við Eyvør Pálls-
dóttir umframt Teiti Lassen. Uttan
at taka nakað frá teimum báðum
høvuðsnøvninum, ið við einum
fullsettum sali virðuliga livdu upp
til hugtakið »agn«, var mín
veruliga stjørna á konsertini í
Norðurlandahúsinum summar-
kvøldið 10. august 2001 kanska
heldur
guitarleikarin
Leivur
Thomsen. Tað var ikki tí at hann
við vilja stjól myndina frá hinum
tónleikarunum. Tað var heldur
ikki tí, at tey hann spældi saman
við, ikki vóru nóg dugnalig, ella
tí at hansara kropsligi atburður
kravdi gætur. Tvørturímóti gjørdi
hann lítið burturúr at trína fram,
ella øvugt, hann gjørdi alt fyri at
vera ein partur av heildini. Tískil
vóru tað kanska fá, ið veitti
honum ans við sjónarsansinum.
Men í tónleikinum var Leivur
bara framúrskarandi. Á hegnis-
ligan hátt bant hann trummurnar,
bassin og røddina saman. Bæði tá
hann spældi tann ljómvakra og til
tíðir jazzinspireraða tónleikin hjá
Ivory og tann meira lætta poppin
hjá Teita, megnaði hann sum
undangongumaður at lita tær
ymsu ljóðmyndirnar soleiðis, at
heildin gjørdist enn størri. Tá
hann av og á slapp teymunum og
trein heilt fram í ljóðmyndina við
einum av sínum rúnabindandi
solo’um, skerdist ikki burtur, at
her var ein tónleikari, ið megnaði
allar møguligar og ómøguligar
snildir við einum ravmagns-
guitara.
Tá eg taki sess í køkinum hjá
systrini, ið hann býr hjá nú hann
er í Føroyum, sýnist hann rættu-
liga smæðin og lítillátin. Annika,
ið Leivur livir saman við, er farin
ein túr við 4 mánaðar gomlu
dóttrini, so teir báðir, Leivur og
átta ára gamli sonurin Hans
Andrias, eru einsamallir heima.
Meðan vit drekka kaffi og Hans
Andrias stundum hyggur inn fyri
líkasum at vita um alt er í lagi, er
tað eyðsæð, at hóast Leivur er
vanur við at standa á palli, er
henda støðan ikki heilt vanlig fyri
hann.
Kanska er tað tí, at hann spyr,
hvat tað er eg ætli at skriva um.
Altso hvønn vinkul eg ætli at
hava í greinini og leggur afturat,
at hann vónar ikki, at tað skal
vera um at, hann hevur gingið á
konservatoriinum og sovorið. Eg
undrist og spyrji hvat er galið við
tí? Hann hugsar seg um eina løtu
og sigur síðani, at fólk ofta hava
tað hugsan, at um ein hevur verið
á konservatoriinum, so er man so
og so fantastiskur. Hetta dámar
honum einki, tí í hansara eygum
var konservatoriið bara nakað, ið
hann var í gjøgnum og tey fimm
árini einans ein lítil partur av
øllum tí, ið hevur gjørt hann til
tann tónleikaran, hann er í dag.
Hann greiðir frá, at um hann til
dømis ikki hevði gingið á
konservatoriinum, so hevði hann
kortini kunna nátt tí støðið, ið
hann er á í dag.
- Eg havi altíð merkt eina
framgongd í mínum guitarspæli,
men meðan eg gekk á kon-
servatoriinum, var ferðin á fram-
gongdini bara nógv størri, sigur
hann og leggur afturat, at tað mest
gevandi við konservatoriinum,
var at koma í eitt ríkt tónleika-
umhvørvi við nógvum góðum
tónleikarum.
Spurgdur um tað ikki var slóð-
brótandi at koma sum sjálvlærdur
inn á konservatoriið og um hann
tískil ikki lærdi nógv av teimum
báðum kendu guitarleikarunum
Jacob Fischer og Bjarne Roupé,
svarar hann, at hóast tað var
læruríkt at fáa frálæru frá hesum
báðum, metir hann ikki, at árini á
konservatoriinum hava broytt
hann so øgiliga nógv sum tónleik-
ara:
- Reint tekniskt havi eg einki
lært har, tí á konservatoriinum í
Keypmannahavn verður dentur
einans lagdur á sjálvan tónleikin.
Hetta merkir, at man kann vera
sín egni og ikki verður tvingaður
at gera nakað, ið man ikki hevur
hug til. Tað dámdi mær sera væl,
leggur hann flennandi afturat.
Tað sýnist sum at hann als ikki
gevur sær far um, at hann harvið
eisini sigur, at hann - langt áðrenn
hann kom inn á konservatoriið -
dugdi allar tær teknisku snild-
irnar, ið krevjast fyri at sleppa
gjøgnum nálareygað. Ella kanska
er tað nettup tað, ið er orsøkin til,
at hann bert sær tíðina á
konservatoriið sum nakað, ið
hann hevur verið ígjøgnum.
Tá eg greiði frá at eg havi
hoyrt, at hann fekk sera gott
viðmæli eftir sína fráfaringar-
roynd á solistklassanum summ-
arið 2000, er tað sum vil hann
ikki rættuliga tosa um tað. Hóast
eg veit, at vit liva í einum landi
har jantulógin sigst at verða
ovurhondsstór, undrist eg kortini
á, at hann er so eyðmjúkur. Hann
er komin inn á konservatoriið
sum sjálvlærdur, hevur fingið
avbera gott viðmæli frá sínari
fráfaringarroynd á solistklassa-
num og kortini sýnist tað, sum
um tað als ongan týdning hevur
fyri hann. Um hann ikki hevur
nakrar ambitiónir?
Hann flennir fyri seg sjálvan at
spurninginum, hugsar seg um
eina løtu og greiðir síðani frá, at
hann er av teirri fatan, at tað
ræður um at geva fólki eitt
upplivilsi og at hann gerst serliga
glaður, tá hansara tónleikur á
onkran hátt hevur sagt fólki nak-
að. Tískil tekur hann altíð støði í
sjálvum tónleikinum heldur enn
sær sjálvum. Umframt at hansara
ambitiónir eru at gerast betri
guittarleikari á tí tekniska øki-
num, er tað eins umráðandi fyri
hann at menna sítt egna tónleika-
liga úttrykk. Hann leggur afturat
at hetta er ein menning, ið varar
alt lívið og at tað velst um, hvønn
veg man fer:
- Spurningurin um ein hevur
nakrar ambitiónir ella ikki, kann
lætt misskiljast. Tónleikur er eitt
fjølbroytt sjálvtøkuborð, har man
antin kann velja sær tað sama
sum tey flestu, ella tað, man
sjálvur heldur kennist rætt og
gagnast væl.
Tað er lítið at ivast í at Leivur
hevur valt tað seinasta. Sjálvur
heldur hann at tað alt ov leingi,
serstakliga í Føroyum, hevur
verið vanligt at tosa um, hvør er
dugnaligastur til hetta og hvør er
dugnaligastur til hatta. Eftir
hansara meting er tað kanska ein
hugsunarháttur, sum hevur støði í
onkrum slagi av tjóðskaparkenslu
og leggur afturat, at ístaðin fyri at
vevja alt saman, átti man heldur
tikið støði í tí, ið eyðkennir tað
einstaka fyribrigdið:
- Mínar ambitiónir eru ikki at
gerast heimsins ella føroya besti
guitaristur ella nakað í tann stíl.
Tað er als ikki soleiðis eg hugsi.
Hóast mítt ljóðføri
er guitarurin,
so hugsi eg
ikki
um
meg sjálv-
an sum ein
guitarist. Eg
eri ikki ein tón-
leikari sum venur skalair og
etudir dagin langa – eg fokuseri
heldur uppá, hvat tónleikur
fortelur og kann fortelja – bæði
mær sjálvum og øðrum, sigur
hann og hyggur at mær fyri
líkasum at kanna eftir, um eg havi
skilt hvat hann meinar við.
Tað haldi eg at eg havi, men
spyrji um hann altíð hevur haft
tað á henda hátt og hugsi um
søguna, ið snúði seg um, at hann
á sínum yngri døgum var sera
miðvísur og lurtaði tað einu plát-
una fyri og aðru eftir, og soleiðis
lærdi seg alt tað, sum eitt nú
guitarleikarin Richie Blackmore,
í Deep Purple, hevði spælt. Um
hann ongantíð hevur sæð upp til
tílíkar stjørnir og haft dreymar
um at gerast ein av teimum?
Jú, sjálvandi hevði hann dreym-
ar sum allir aðrir dreingir og hann
vandi eisini ótrúliga nógv tá hann
var yngri. Hann leggur tó afturat,
at hugsunarhátturin broytist, tess
eldri man verður:
- Tað, at ganga runt og bara
hugsa um seg sjálvan og hava
ambitiónir um at blíva so og so
feitur, haldi eg vera nokso ego-
istiskt. Tað er slettis ikki tað, tað
handlar um. Tað stuttligasta er, tá
eg merki á mær, at bólkurin hevur
eitt felags úttrykk, also at man
tosar tað sama málið gjøgnum
tónleikin. Tað er tá, at tónleikurin
av álvara kann gerast vakur, sigur
hann hugsunarsamur.
Eg spyrji hvussu
henda
til-
g o n g d
h o n g u r
saman við,
at hann tað
seinasta árið á
konservatoriinum
gekk á solistklassanum?
Hann heldur als ikki at hetta
nýtist at verða ein mótsetningur
og leggur afturat, at hann ikki
hóvar at síggja seg sjálvan sum
solist. Hjá honum er tað umráð-
andi, at bólkurin er ein eind, sum
skapar nakað saman, og tískil
hevur tað týdning fyri hann, at at
hann kann geva hinum tónleik-
arunum nakað at spæla ímóti og
saman við:
- Ein solo er ikki feit, um hon
ikki hóskar inn í heildarmyndina.
Soleiðis er eisini við øllum hinum
eg spæli. Tað er ikki feitt, um tað
ikki fellir inn í heildina. Um allir
tónleikarar í einum bólki vilja
spæla solo, ja so er stórur vandi
fyri, at teir spæla forbí hvønn
annan. Og tá er tað líkamikið, um
teir hvør sær eru sera góðir, tí tað
ljóðar bara ikki feitt saman.
Tvørturímóti ljóðar tað sum
oftast av hundanum til.
Longu sum seks ára gamal
byrjaði Leivur at spæla guitar, og
um hugsað verður um, at hann var
25 ára gamal tá hann flutti til
Keypmannahavnar og at hann
ikki byrjaði á konservatoriinum
fyrr enn tvey ár seinni, er tað
kanska ikki so løgið at tey nítjan
guitarárini í Føroyum sum sjálv-
lærdur hava havt nógv størri
ávirkan á hansara tónleikaliga
menning, enn tey fimm árini á
konstervatoriinum.
Tá hann verður spurgdur
hvussu tað ber til at hann valdi at
gerast tónleikari burturav, sýnist
tað ikki at vera tann lættasti
spurningurin at svara. Hann veit
ikki um tað var nakað hann bein-
leiðis valdi, men leggur síðani
afturat at hann eitt ella annað stað
altíð hevur vitað, at hann skuldi
verða tónleikari. Tann tónleikaligi
stuðulin heimanifrá var ikki tann
stóri og tann einasta rútman sum
hoyrdist um alt húsið uppi í Pedda
við Steinsgøtu í Havn, stavaði frá
skrivimaskinuni hjá pápanum.
Leivur hevði tó eina týdningar-
mikla basu. Tað er nevnliga ó-
møguligt at koma uttanum vin-
mennirnar í gamla grannalag-
num, tá tosað verður um tónleika-
menningina hjá Leiv. Saman við
Finni Hansen, Magnusi Johanne-
sen, Rógv á Rógvi, Arnold
Ludvig og James Olsen, mannaði
Leivur
navnframa
bólkin
»Plúmm«. Fyri teir lesarar, ið ikki
kenna til henda bólk kann sigast,
at Plúmm óivað var ein tann mest
áhugaverdi og øðrvísi tónleika-
bólkurin í Føroyum í nýggjari tíð.
Í staðin fyri at spæla vanligan
dansitónleik, blandaðu teir allar
møguligar sjangrur saman og
spældu millum annað bæði rock,
jazz, funk og fusiónstónleik.
Tað er týðuligt at Leivur betur
dámar at tosa um Plúmm enn um
konservatoriið, men øvugt so veit
hann ikki rættuliga hvar hann skal
byrja:
- Vit plagdu at sparka fótbólt og
spæla vanlig dreingjaspøl, so í
byrjaninni var tað bara eitt spæl
sum alt annað, sigur hann og
leggur í sama viðfangi afturat, at
teir jú eisini høvdu navnið
»Playboys«, áðrenn teir av álvara
plúmmaðu.
Hann greiðir frá at teir høvdu
onkran guitar av sera ivasamari
góðsku, men at ljóðførini annars
vóru jarnhyllar, pappkassar og
annað fyriliggjandi skrambul.
Eingin av teimum dugdi sum so
at spæla uppá
nakað
ljóðføri, so teir
spældu bara sum best bar til. Tað
var tó ikki av tilvild at hann fall
fyri guitarinum:
- Orsøkin til at eg spæli guitar í
dag var tí, at eg longu tá bara vildi
spæla guitar. Til dømis spældi
Arnold eisini guitar í byrjanini,
men fyri líkasum at verja mína
støðu sum guitarleikari, bað eg
hann ein dagin um at spæla bass.
Og tað ger hann enn tann dag í
dag.
Júst hetta, at allir vinmennirnir
í Plúmm í dag hava tónleik sum
teirra livibreyð, er fyri Leiv
einastandandi. Hann vísir á, at
hóast teir í dag eru vaksnir menn,
ið hvør sær hava upplivað ymiskt
gjøgnum ár og dag, hugsa teir
framvegis ógvuliga eins, tá tað
snýr seg um tónleik. Eisini tað
heldur hann vera einastandandi.
Tað sýnist at koma sum eitt
yvirraskilsi fyri hann sjálvan -
sum um at tað, ið er eina-
standandi fyri Leiv er tað, ið ikki
rættuliga kann forklárast. Og
kanska skal tað heldur ikki
greinast út í odd og egg. Akkurát
sum at hann heldur ikki kann
greiða frá, hví hann bara vildi
spæla guitar. Tað vildi hann bara.
End of story. Ongin forkláring.
Í køkinum hjá systrini sýnist
hetta heilt náttúrligt. Eins náttúr-
ligt sum at tað ikki ber til at
greiða einum blindum manni frá
litinum »reytt«. Ella at tónleikur
ikki kann greiðast uttan at tað
verður uttanumtos, og at Leivur
tískil heldur vil tosa gjøgnum
tónleikin enn um hann.
Tá eg í góðveðrinum gangi
heim rennur mær í hug, at svarið
uppá tann obligatoriska útiseta-
spurningin viðvíkandi útlitinum
at venda heim aftur til Føroyar
avdúkaði,
at
hjá
Leivi
er
tónleikurin - og ikki tjóðskapurin
- tað náttúrliga umdrejnings-
punktið. Hóast hann elskar at
vera í Føroyum og at spæla saman
við føroyingum, so er hann fyrst
og fremst tónleikari. Honum
dámar væl at hava fingurin á
pulsinum og við tónleikabrillum
er Keypmannahavn ein sera
áhugaverdur og livandi tónleika-
býur. Eitt nú hevur hann - saman
við trimum øðrum føroyingum -
gjørt íløgur fyri eina hálva
millión í útgerð til at byggja eitt
upptøkuhøli úti á Amager og
hevur á henda hátt møguleika at
arbeiða sum framleiðari handan
miksarapultin.
Tískil verður tað eftir øllum at
døma ikki í bræði at Leivur
kemur heim til Føroyar at bú-
leikast. Fyribils kunnu vit tó ugga
okkum við, at Leivur ikki sjálvur
metir tað vera
nøkur
forðing at vera
útiseti, tí tað ber væl til at gera
avtalur bæði her og har, og tað er
skjótt at ferðast aftur og fram.
Við konsertini í Norðurlanda-
húsinum í minninum er tað mín
vón, at tann eyðmjúki guitarleik-
arin við tí stóra tónleikinum eisini
framhaldandi fer at hava hug at
lata fingrarnar sínar merkja – og
ávirka - pulsin í tí føroyska
tónleikalívinum.
Guitarleikarin Leivur Thomsen:
Tekur støði í tónleikinum heldur enn sær sjálvum
–Mínar
ambitiónir eru ikki at gerast
heimsins ella føroya besti guitaristur ella
nakað í tann stíl. Tað er als ikki
soleiðis eg hugsi.
–Spurningurin
um ein hevur nakrar ambitiónir ella ikki, kann lætt
misskiljast. Tónleikur er eitt fjølbroytt sjálvtøkuborð, har man antin
kann velja sær tað sama sum tey flestu, ella tað, man sjálvur heldur
kennist rætt og gagnast væl.
C
M
Y
K
17
16