leygardagur 5. januar 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 3 - 5. januar 2002
15
– Skalt tú fara undir
hægri útbúgving í
Onglandi, so mást tú
gerast greiður um, at
hetta fer at kosta
nógv, sigur Eyðgunn
Dam, sum í hálvt-
annað ár hevur lisið í
Onglandi. Hóast tað
er kostnaðarmikið,
fær hon tó nógv
burturúr
ÚTBÚGVING
Heri á Rógvi
Eyðgunn Dam úr Vest-
manna er ein teirra, sum
hevur leitað sær útum
kongaríkið fyri at nema sær
hægri kunnleika. Eftir lokið
stundentsprógv og nøkur ár
sum arbeiðsfólk í heim-
bygdini, endaði hon í Prest-
on í Onglandi. Ørindini
vóru at lesa sálarfrøði á
lærda háskúlanum í býnum.
Preston liggur ein góðan
tíma frá Manchester og er
partur av Lancaster økin-
um. Hóast tað er trupult at
finna býin í føroyska at-
lasinum, so er talan um ein
miðalhampa enskan bý, har
tað eru nógv lesandi.
Millum teirra er eisini
Eyðgunn úr Vestmanna,
sum verður noydd at gjalda
ein part av kostnaðinum
fyri at ganga á skúlanum.
Allíkavæl tímir hon ikki til
Danmarkar at lesa, men
heldur so avgjørt, at um-
støðurnar
kundu
verið
betri.
Sálarfrøði
Henda dagin í farna árið, tá
kósin varð sett móti Vest-
manna, var Eyðgunn heima
í jólafrí. Skúlaárið í Ong-
landi eru munandi styttri
enn tað eitt nú er í Danmark
ella Føroyum. 32 vikur um
árið fara til at lesnaði hjá
teimum mongu bretunum
og øðrum, ið stremba eftir
meira lærdómi innan enska
markið.
Sjálv
lesur
Eyðgunn
sálarfrøði. Henda vísindin,
sum seinastu árini hevur
fingið meiri og meiri før-
oyingar til at lata eyguni
upp fyri sær.
Sjálv sigur Eyðgunn, at
hetta er ein vísind, sum hon
leingi hevur havt stóran
áhuga fyri. Hon valdi at
royna seg, og higartil hevur
henni hesi eisini dáma bara
heilt væl.
Hon greiðir frá, at á skúl-
anum, so verður tað eitt nú
ikki talað eitt orð um Freud
og hansara ástøði, har kyns-
liga driftin spælir høvuðs-
leiklutin. Heldur eru tað
aðrir sálarfrøðingar og aðr-
ar ástøðir, ið Eyðgunn lesa
og læra um.
Sjálv hevur hon ongar
ætlanir um sita í stólinum
og lurta eftir fólki hvønn
dag, sum er tann vanliga
ímyndin av einum sálar-
frøðingi. Hon kundi heldur
hugsað sær at arbeitt innan
fyri tann meira uppklárandi
partin av sálarfrøðinum,
har arbeitt verður við lógar-
brótarum og tílikum.
Trupult
Um tað at fara undir eina
útbúgving í Onglandi sigur
Eyðgunn, at tað er rættiliga
trupult at koma ígongd. Tað
er eitt sindur torført at
sleppa inn, men tað mest
truplar var, at hon noyddist
at gera so at siga alt fyri-
reikingaarbeiðið
sjálv.
Serliga fílist hon á, at tað
var ógvuliga lítið, sum
føroysku myndugleikarnir
vistu at siga henni og hjálpa
henni við.
Í samstarvi við skúlan
fekk hon skipað soleiðis
fyri, at hon slap avstað, og
hon hevði okkurt at búgva
í, tá ið hon kom. Hetta við
bústaðinum var tó bert
nakað, ið skúlin syrgdi fyri
fyrsta árið. Nú hon hevur
gingið eitt ár á skúlanum
ella tvey semester, so varð
sjálv noydd at finna okkurt
at búgva í.
Hon hevur fingið sær
eina lítla íbúð, sum liggur
rættiliga væl fyri í býnum.
Eyðgunn sigur, at hon
varð so at siga blakað beint
inn í skipanina, tá ið hon
kom til Onglands. Hon
hevur havt ein lestarveg-
leiðara, sum hevur hjálpt
henni við nøkrum tingum,
og hesir eru altíð til reiðar
at hjálpa næmingunum.
Sjálvt tað málsliga er ikki
so trupult, sum ein kanska
kundi hugsað sær. Bøkur-
nar eru sjálvsagt allar á
enskum, men hetta er ikki
nakar serligur trupulleiki
heldur. Tað verður nógv
nýtt latín og nógvur stati-
stikkur verður tikin fram,
so tað er heldur her, at
avbjóðingarnar liggja í so
máta.
Sum tað oftani er á
lærdum háskúlum, er tað
fyri tað nógva fyrilestar,
har luttakaratalið er ógvu-
liga høgt.
Útbúgvingin er bygd upp
við einari bachelor útbúgv-
ing fyrst, sum tekur 3 ár, og
síðani kann ein yvirbygn-
ingur leggjast omaná. Hetta
er fyri so vítt tað sama, sum
vit kenna úr Norðanlond-
um.
Sum vera mann á tílíkum
støði, so er tað rættiliga
nógv at gera. Eyðgunn og
hinir næmingarnir hava úr
at gera við at lesa, og upp-
gávur verða skrivaðar mest-
sum hvørja viku, og hesari
eru rættiliga umfatandi.
Sum heild er tað nógv
øðrvísi á donskum læru-
stovnum. Eitt nú karakter-
skalain er heilt ørðvísi og
byggir á prosent.
Reint sosialt stórtrívíst
Eyðgunn í Preston. Hon
hevur vant seg við at búgva
í Onglandi, og hon hevur
fingið fleiri vinir og pub-
mentanin er ikki ókend fyri
henni.
Fíggjarliga er talan um
eina heilt aðra søgu, tí har
er tað trupult at fáa end-
arnar at røkka saman.
8.5000 pund ella umleið
102.000 kr. skal hon gjalda
fyri skúlagongdina. Um-
framt at hon eisini skal av
við leigugjald fyri íbúðina
og skúlatilfarið.
60.000 kr. koma úr Før-
oyum til skúlagjald, um-
framt 4.000 kr. um mánaðin
úr Danmark.
Hetta heldur hon vera alt
ov lítið, og neyðugt hevur
verið hjá henni at taka eitt
lestrarlán. Varð hon inn-
skrivað sum ES-borgari, so
hevði skúlagongdin verið
ókeypis.
– Rokningin er har, tá ið
tú ert liðug, men við at lesa
her, so fært málið og út-
búgving í einum, sigur
Eyðgunn Dam at enda.
Ein útbúgving sum kostar
Eyðgunn Dam, sum lesur sálarfrøði í Ongland, heldur, at lesandi uttanfyri kongaríkið áttu at
fingið meira í stundningi. Hóast hetta heldur hon á at lesa í Onglandi, men tað eru tó ikki
nógvir føroyingar tilsamans, ið gera hetta
– Rokningin er har, tá ið tú
ert liðug, men við at lesa her,
so fært málið og útbúgving í
einum, sigur Eyðgunn Dam
at enda
15
14
Nr. 3 - 5. januar 2002
SKIPABYGGING
Ingrid Bjarnastein
Stóra og glæsiliga Norrøna,
sum nógv hevur verið at
hoyrt um, byrjar so smátt at
verða til veruleika.
Nýggja Norrøna verður
155 metrar long, 27 metrar
breið og kemur at viga
umleið 30.000 bruttotons.
Miðalferðin fer at vera
umleið 22 sm/t og kemur
hon at taka 1500 ferðafólk
umframt manning.
Nýggja Norrøna verður
bygd í blokkum, og verða
tveir teir fyrstu blokkarnir
lagdir mánadagin í næstu
viku. Í hesum sambandi
fara umboð fyri Smyril
Line niður til Týsklands á
skipasmiðjuna Flenderwerk
í Lübeck í Týsklandi at vera
tilstaðar tá fyrstu blokk-
arnir verða lagdir. Eftir ætl-
an skal nýggja Norrøna
verða liðug í mars 2003, og
vænta tey á Smyril Line, at
tíðarætlanin
kemur
at
halda.
Kjølurin til Norrønu lagdur
Soleiðis kemur nýggja Norrøna at síggja út, tá hon verður liðug í mars 2003
Myndir: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
14